Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-29, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. november 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. NOVEMBER 2018 SOSIALURIN 139 18 TÍÐARGREIN F lestu føroyingar ken­ na og hava eina mein­ ing um tað, sum hendi dagarnar aftaná fólka­ at­kvøðuna 14. september 1946. Fólk eru á ymiskum máli, hvørt meirilutin fyri loysing var eitt nøktandi grundarlag fyri at skipa ein føroyskan stat. Fólk hava eisini hildið ymiskt um, hvørt uppmøtingin á 67,5% var nóg høg til, at atkvøðan kundi hava neyðugt fólkaræðisligt gildi (ella legitimitet). Endamálið við hesi grein er ikki at taka støðu til politiska spurn­ingin um loysing, enn minni einsíðuga loysing, men einans at vísa aftur meira enn 70 ára gamlari fatan hjá ríkis­ myndug­leikunum, at einsíðug loysing er í stríð við § 19 (fyrr § 18) í grundlógini. Hóast ymiskar politiskar mein­ingar um september í 1946, kemst ikki uttan um nøkur søgulig fakta í máli­ num. Týðandi mill­um hesi er, at virkandi for­sætis­mála­ ráð­harrin 24. september 1946 heitti á kong um at upploysa løg­tingið. Kongur tók tilmælið til eftirtektar, og amtmaðurin kunn­gjørdi dagin eftir, at Løg­ tingið var upployst. Í skrivinum til Løgtingið 25. september 1946 grundgav amt­maðurin vegna for­sætis­ mála­ráðið fyri avgerðini um at upploysa Løgtingið. Har fram­gongur m.a., at ríkis­ myndug­leikarnir tulk­aðu hend­ingarnar so, at løg­tings­ meiri­lutin einsíðugt hevði ætlað at skipa ein føroyskan stat, og at hetta var í stríð við tá­verandi § 18 í grundlógini, tí at skipan av føroyskum stati kundi einans henda eftir sam­ ráðingar millum partarnar. Ein kann ivast í, um hetta var ein røtt tulking av søguligu hend­ ingunum, men tað skulu vit ikki koma nærri inn á her. Ivi hevur eisini verið sáddur um, hvørt tað var rímiligt av døn­um at brúka løgfrøðiligar grund­gevingar fyri at upploysa Løg­tingið í september 1946, tá ríkismyndugleikarnir saman við føroyska løg­tings­meiri­ luta­num sjálvir høvdu ynskt fólkaatkvøðuna og framman­ undan og (sum heild) eisini aftaná 14. september høvdu givið til kennar, at úrslitið av at­kvøðuni mátti virðast. Eftir okkara meining var løgfrøðiliga grundgevingin hjá ríkismyndugleikunum enn veikari enn so, tí grundgevingin fyri at upploysa Løgtingið vís­ andi til stríð við táverandi § 18 í grundlógini var beinleiðis skeiv. Sjálvsagt bar ikki til at skipa ein føroyskan stat uttan eftir samráðingar við ríkis­ myndug­leikarnar. Men hesin politiski veruleiki hevur ikki við sær, at einsíðuga royndin frá løgtingsmeirilutanum at skipa ein føroyskan stat (um hetta var rætta tulkingin av søguligu hendingunum) var í stríð við táverandi § 18 í grund­ lógini og tískil illegitim longu á tí grundarlagi. Grein 18 í ríkisgrundlógini frá 1920, sum var í gildi í 1946, ljóðaði so: “Kongen kan ikke uden Rigs­dagens Samtykke erklære Krig eller slutte Fred, indgaa eller ophæve Forbund eller slutte Handelstraktater eller afstaa nogen Del af Landet eller indgaa nogen Forpligtelse, som forandrer de bestaaende statsretlige Forhold.” Legg til merkis, at har stend­ ur “Kongen kan ikke..” heldur enn “Færøerne kan ikke...” ella “Lagtinget kan ikke...” ella líknandi. Aktørarnir, ið greinin vísir til, eru so­statt kongur(stjórnin) og Ríkis­ dagurin. Kongur(stjórnin) kundi tí­skil ikki einsíðugt fremja ávís­ar týðandi avgerðir uttan Ríkisdagsins samtykki, her­ undir “afstaa nogen Del af Land­et”. Greinin hevði sostatt sum fortreyt, at talan var um hand­ling frá kongsins síðu. Er øvugt ikki talan um hand­ling frá kongi(stjórn), so eru vit uttanfyri § 18. Danski professarin Poul Ander­sen segði so í Dansk Stats­for­ fatnings­ret I, 1944, s. 167: “Der er her kun Tale om Dispositioner over Land­om­ raadet. For saa vidt Tab af Territorium folkeretligt kan ske paa anden Maade, saasom ved Erobring, Løsrivelse, Okku­ pa­tion og Hævd, bliver Grl. §18 uden Betydning.” Um ríkið stóð til at missa land grundað á loysing(løsrivelse) og tískil handling frá aðrari síðu enn kongi, so var § 18 uttan týdn­ing. Tað var júst tað, sum hendi í september 1946 (aftur treytað av, at tað var rímiligt at halda, at Løgtingið ætlaði at loysa einsíðugt). Verandi § 19 er ikki broytt í mun til § 18 á nakran hátt, sum er viðkomandi fyri hetta mál. Munurin er einans, at áset­ ingin eftir 1953 er orðað meira abstrakt, so Fólkatingið skal geva samtykki til handl­ing frá kongi(stjórn) “der forøger eller indskrænker rigets område”. Harvið er hav­um­ráði nú beinleiðis fevnt av áset­ ingini. At talan er um valds­ býtis­áseting um rætt­ind­ini hjá Fólkatinginum, tá kong­ur disponerar, er ikki broytt. Max Sørensen, ið skriv­aði nýggju § 19 fyri grund­lógar­ nevndina, ið var sett í 1946, og gav álit í 1953, segði so í bók síni Statsforfatningsret, 2. udgave, 1973, s. 281 um endamálið við, at Fólkatingsins samtykki krevst til “handling der forøger eller indskrænker rigets område”: “Begrundelsen for denne regel er dels nødvendigheden af en parlamentarisk kontrol med dispositioner der Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum. Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni, sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú. Tíðargrein Tá Løgtingið bleiv sent heim fyri at bróta § 18 í grundlógini