hósdagur 29. november 2018síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. NOVEMBER 2018
SOSIALURIN 139
19
typisk er af vidtrækkende
udenrigs- og indenrigspolitisk
karakter,
og
dels
det
formelle hensyn at undgå
konflikt mellem regeringens
og
lovgivningsmagtens
kompetence, idet dispositioner
som de nævnte ofte vil
nødvendiggøre ny lovgivning.”
Ásetingin hevur sostatt
onki við einsíðuga loysing at
gera. Kortini er henda tulking
in av greinini førd yvir til § 19,
og ríkismyndugleikarnir hava
ferð eftir ferð víst á, at Før
oyar einans kunnu loysa við
virðing fyri mannagongdini
í grundlógini § 19. Hetta varð
millum mangar ferðir ført fram
í álitum frá Løgmálaráðnum
2. juni 2010 og 9. august 2017
um mannagongd at loysa
í uppskotum til føroyska
stjórnarskipan.
Hví halda ríkismyndug
leikarnir so uppá eina tulking
av § 19, sum er skeiv? Tað er
ikki lætt at siga. Helst hevur
tað at gera við, at eitt statsvald
í týðandi málum ikki kann
standa politiskt nakið, men má
rættvísgera seg við retorikki
um tað neyðuga heldur enn
ta treytaða (politiska). Tískil
fellur statsmannatala ofta í
eitt við stjórnarrættarliga argu
mentatión.
Heldur ikki eru aðrar
ásetingar í donsku grundlógini,
sum forða Føroyum í at loysa
einsíðugt. Danir sjálvir eru
samdir um, at ásetingin um
fólkatingsumboðan og aðrar
ásetingar, ið nevna Føroyar,
ikki binda Føroyar at ríkinum,
men hava støðu sum faktiskar
fortreytir (tvs. at loysa Føroyar,
so gerast ásetingarnar tómar,
men ásetingarnar forða ikki
hesum).
Eisini skeyt ein minniluti í
nevndini, sum á grundlógar
gevandi ríkisfundinum í 1848-
49 fyrireikaði grundlógina, upp
orðing um, at ríkið skuldi vera
heild, ið ikki kundi deilast. Upp
skotið bleiv vrakað.
Møguliga ber til eftir breið
ari endamálstulking av eini
grundlóg, sum onki sigur um
tað, at koma til, at hon kortini
kann ikki góðtaka einsíðuga
loysing. Serliga kann hetta
vera so, um grundlógin er eitt
slag av fólkaræðisligum sátt
mála, ið allir landslutir hava
samtykt at vera bundnir av.
Tá kann verða ført fram, at
útmelding og upploysn av
slíkum sáttmála (grundlóg)
eigur at vera samsvarandi
sáttmálanum sjálvum og ikki í
stríði við hann. Kortini ber slík
tulking av ríkisgrundlógini ikki
væl til.
Í formælinum til uppruna
ligu grundlógina frá 5. juni 1849
framgongur, at lógin er givin av
kongi sum ein sáttmáli millum
kong og fólk (og fólksins umboð
á grundlógargevandi ríkisfundi
num). Føroya fólk hevði kortini
ongan lut í hesum sáttmála, tí
føroyingar valdu ikki umboð til
grundlógargevandi ríkisfundin,
men fingu kongsvalt umboð.
Tá lógin um føroysku ríkis
dagsumboðanina síðan var fyri
á Ríkisdegnum í 1850, høvdu
føroyingar als onki umboð.
Grundlógin hevur kortini
gildi fyri Føroyar, tí hon er lýst
her í 1849-50, og hon hevur virk
að líka síðani.
Kortini slepst ikki uttan
um, at grundlógin hevur sera
veikan fólkaræðisligan legiti
mitet í Føroyum.
Ein kundi ímyndað sær, at
grundlógin upprunaliga varð
sett í gildi á ein fólkaræðisliga
ivasaman hátt, men at føroy
ingar síðani tóku hana til sín.
Tað sær kortini ikki út til at
hava hent í serliga stóran mun.
Tá ríkisgrundlógin skuldi
broytast í 1920, og fólkaatkvøða
fyrstu ferð var kravdur partur
av mannagongdini, atkvøddi
stórur partur av møttu før
oysku veljarunum fyri broyt
ingini, men einans 24.9% av
veljarunum møttu móti 49.6%
av veljarunum í ríkinum
annars. Seinni skuldi ganga
munandi verri.
Til fólkaatkvøðu um grund
lógarbroytingina í 1939, sum fall
vegna tað, at minni enn kravdu
45% av samlaðu veljarunum
atkvøddu fyri, møttu 48,9%
av veljarunum í ríkinum sum
heild, men einans 10.7% av
veljarunum í Føroyum.
Í 1953, tá grundlógin bleiv
broytt seinast, møttu 59.1%
av veljarunum í ríkinum sum
heild, men í Føroyum møttu
einans 8.7%.
Hóast stórur meiriluti av
møttu veljarunum atkvøddu
fyri til nevndu fólkaatkvøður,
so broytir tað ikki, at lága
uppmøtingin er prógv um,
at ríkisgrundlógin hevur ein
fólkaræðisligan trupulleika í
Føroyum. Kravið í § 88 í ríkis
grundlógini um, at 40% av
samlaðu veljarunum skulu
vera fyri, áðrenn broyting er
góðkend, hevur til endamáls
at tryggja demokratiska legiti
mitetin. Sjálvsagt kunnu slíkar
reglur diskuterast, og mong
halda danska kravið vera ov
strangt. Kravið speglar kortini
so ella so eina almenna fatan
av, at uppmøting er týðandi
fyri fólkaræðisligan legitimitet
(samanber við vanliga kritikkin,
at 67,5% var ov lág uppmøting
14. september 1946).
Tá uppmøtingin er undir 10
%, kann ongin ivast í, at veljarin
í veruleikanum hevur sagt:
“Henda dagsskráin rakar ikki
meg!”
Tað tykist kortini so, at før
oyingar í nógv størri mun
hava tikið undir við sokallaða
ríkisfelagsskapinum enn við
grundlógini sjálvari. Føroyingar
hava valt til Ríkisdagin og
seinni Fólkatingið og hava tískil
óbeinleiðis góðtikið grundlógina
við at góðtaka tær skipanir, sum
grundlógin hevur innført.
Kortini er hetta ein óbeinleið
is og meira minimalur legitimi
tetur, sum grundlógin hevur í
Føroyum samanborið við Dan
mark, har veljararnir valdu
umboð á grundlógargevandi
ríkisfundin í 1848-49 og í stór
um tali hava møtt til fólkaat
kvøður í sambandi við seinni
grundlógarbroytingar.
Samanumtikið tykist ikki
hanga væl saman at halda uppá,
at grundlógin er ein forðing
fyri, at Føroyar einsíðugt melda
seg úr grundlógarumráðnum,
tá Føroyingar ikki upprunaliga
samtyktu at koma undir
grundlógarumráðið, og tá før
oyingar eftirfylgjandi hava
givið grundlógini so minimala
undirtøku sum seinast einans
at møta við 8,7 % av veljarunum
til fólkaatkvøðu.
Saman við sjónarmiðunum
um § 19, má hetta hava við
sær, at grundlógin er rættiliga
óviðkomandi fyri, hvussu før
oyingar velja at orða manna
gongdina fyri at fara úr
ríkinum, um slík áseting aftur
skuldi blivið framsett í upp
skoti til stjórnarskipan ella
líknandi skjal.
Bárður Larsen
Adjunktur í løgfrøði, Fróðskaparsetur Føroya
Kristian Joensen
Námslektari í løgfrøði, Fróðskaparsetur Føroya