hósdagur 29. november 2018síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. NOVEMBER 2018
SOSIALURIN 139
20
UNDIRVÍSING
Mikkel úr Danmark valdi
Ítróttarháskúlan í Suðuroy
Hendan dagin, tá eg kom suður til Ítróttarháskúlan í Suðuroy,
vóru næmingarnir í gongd við at royta dunnur, sum teir sjálvir
høvdu slaktað og skuldu hava til nátturða dagin eftir, so her var
fjaðrarok, við Stóra Pakkhúsið í Vági. Teir høvdu verið og keypt
dunnurnar hjá einum lokalum manni í Vági um morgunin.
ODA W. ANDREASEN
Í
tróttarháskúlin í Suðuroy
lat upp á sumri 2016. Møgu
ligt er at velja millum tríggj
ar ítróttarbreytir, sum eru,
svimjing-, fótbólts- ella venjing
arbreyt. Øll hava adventure sum
breyt. Pláss er fyri 32-42 næm
ingum, 42 um heystið og 35 um
várið.
Næmingarnir búgva í smátt
unum í Vági, fýra næmingar í
hvørjari smáttu. Privatfólk eiga
smátturnar og skúlin leigar tær
til endamálið.
Í løtuni eru 42 næmingar úr 4
ymiskum londum á Ítróttarhá
skúlanum. Næmingarnir eru úr
Ìslandi, Danmark, Svøriki og Før
oyum. Heystskeiðið 2018 byrjaði
13. august og endar leygardagin 1.
desember.
Ítróttarháskúlan sum
fyrireiking til Kongaligu
Lívverjuna
Mikkel Vogelius er 22 ára gamal
og føddur og uppvaksin í Jút
landi. Hann hevur gingið á tón
leikabreyt á miððnámi í Viborg
og búði í Keypmannahavn, áðr
enn hann leitaði sær á Ítróttar
háskúlan í Suðuroy. Mikkel er úr
einum systkinaflokki á fýra hev
ur trýggjar beiggjar.
Í Danmark var Mikkel í frítíð
ini svimjivenjari og hevur verið
tað í seks ár, hann valdi tí svimj
ing sum ítróttargrein og hevur
umframt hesa grein Adventure
greinina.
Fann skúlan á Facebook
Fyri tveimum árum síðani sá
Mikkel ein film um Ítróttarhá
skúlan í Suðuroy á Facebook.
Hann gekk tá á miðnámi og var
skúlin tí ikki viðkomandi tá, men
hann varð so hugtikin av filmin
um, at hann goymdi leinkjuna á
telduni.
Mikkel søkti á sumri 2018 inn
á
Kongaligu
Lívverjuna,
har
hann skuldi byrja í januar mán
aði 2019. Hann hugsaði tí, at
Ítróttarháskúlin
í
Føroyum
kundi verið ein góð fyrireiking til
Lívverjuna. Ein góður háttur at
koma í venjing og samstundis
fáa ógloymandi upplivilsir og av
bjóðingar. Hann fann tí leinkjuna
til filmin fram aftur á telduni og
meldaði seg til heystskeiðið 2018.
Ein vanligur skúladagur á
Ítróttarháskúlanum
Ein vanligur skúladagur byrjar
við felags morgunmati í Stóra
Pakkhúsinum í Vági og síðani
hava
næmingarnir
linjulæru
greinina frá klokkan 8 til klokkan
10, hjá Mikkel var tað svimjing.
Frá klokkan 10 til klokkan 12
hava tey ástøði lærugreinar, t.d.
føroyskt, har hann hevur lært
um føroyska mentan og kvæðir.
Mikkel heldur, at har er sera
stórur munur á føroyskari og
danskari mentan, serliga er mun
ur á hugburðinum hjá ungdóm
inum til t.d. átrúnað og fostur
tøku. Hann sigur seg ikki hava
lært so nógv føroyskt, men hevur
tó lært nógv um føroyska ment
an.
Eisini hava næmingarnir havt
lærugreinina fysiologi, har teir
hava lært um mannalikamið,
hvussu vøddar virka, um venjing
og kost. Næmingarnir hava mill
um annað mált feittprosent fyri
at vita, um teir hava tapt seg og
uppbygt vøddar, meðan teir hava
verið á ítróttarháskúlanum. Eis
ini hava teir roynt puls ur og
mált svøvn og venjing. “Tað var
ein opinbering at ásanna, at
summi sova alt ov lítið”, fortelur
Mikkel.
Næmingarnir hava harum
framt havt opnar lærugreinar,
spurnarkappingar og nógva sosi
ala samveru við hugna og stutt
leika.
Adventure stórsta
upplivingin
Adventure sum lærugrein hevur
verið sera nógv tengd at veðrin
um og næmingarnir vita ikki áðr
enn, hvat dagurin fer at innibera.
Fyrstu vikurnar lærdu allir
næmingarnir at klintra í multi
høllini í Vági. Teir lærdu alt um
klintring og trygd og fingu
klintriprógv, áðrenn teir sluppu
út í náttúruna at klintra.
Næmingarnir fingu eisini allir
eitt byrjunarskeið í kajakk, áðr
enn teir sluppu á sjógvin at rógva
kajakk.
Adventure lærugreinin er alt
tengd at, hvussu veðrið er. Hon
kann vera ein túrur í fjøllini við
klintring, rapelling, at rógva kaj
akk á sjónum, fara súkkutúr,
royna klettalop (cliffjumping) og
gongutúrar í fjøllunum.
“Tá vit leypa av klettum, eru
ymiskar hæddir alt eftir, hvat
man torir”, fortelur Mikkel. Tað
hægsta, man kann leypa, eru 14
metrar á sjógv.
Svimjingin sum
linjulærugrein
Mikkel Hevur lært sera nógv, hó
ast hann sjálvur hevur verið
venjari innan svimjing í 6 ár.
Hann svimur skjótari og klárar
at svimja nógv longri nú. Hann
svimur nú 3000 metrar hvønn
morgun og tað kláraði hann ikki,
tá hann byrjaði á skúlanum. “Jón
Næmingarnir royta dunnur
Mikkel Vogelious, næmingur úr Danmark
Næmingarnir á heystskeiðinum 2018
Mikkel rennur runutusk