hósdagur 29. november 2018síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. NOVEMBER 2018
SOSIALURIN 139
21
Bjarnason er genialur og man
merkir, at hann hevur nógvar
royndir og so er hann sera fittur”,
sigur Mikkel.
Villasta upplivingin
Villasta upplivingin á Ítróttarhá
skúlanum, var tá næmingarnir
vóru býttir í bólkar og skuldu
kappast
um,
hvussu
nógvar
fjallatoppar teir kundu ganga á
Suðuroynni uppá 13 tímar. Teir
blivu máldir eftir, hvussu høg
fjøllini, sum teir gingu, vóru.
“Tað var ein vill uppliving, vit
gingu í sól, regni og heglingi og tá
seinasti toppurin var rokkin, var
vakur stjørnuhimmal, ein fanta
stiskt uppliving”, fortelur Mikkel.
Vit læra at vera
sjálvbjargin
Á skúlanum hava allir næmingar
fastar dagligar vanar og uppgáv
ur. Vit búgva tætt í smáu smátt
unum og hava tí t.d. gjørt reglur
fyri reingerð, rudding og nær
friður skal vera.
Eisini sleppa øll at royna seg
at gera mat. Hvør smátta eigur
uppgávuna at gera mat eina viku
hvør.
Vit byrjaðu við at ein kostveg
leiðari, gav okkum frálæru um
mat í ein dag. Vit lærdu um
føðsluevni, hvat er sunt og ósunt
og skuldu so spegla læringina í tí
matinum, sum vit gjørdu vikuna
eftir.
Vit skuldu keypa inn og gera
mat til 45 fólk hvønn dag og tað
er ikki lætt, men vit komu eftir tí
og hava lært nógv av hesum.
Veðrið var ein partur av
upplivingini
Mikkel kom við hugburðinum, at
hann vildi uppliva villa veðrið í
Føroyum. Tá hann kom til Føroy
ar í august mánaði 2018, var hita
bylgja í Danmark, so hann helt
tað vera deiligt at koma til sval
liga føroyska summarið. Í heyst
var hann tó bilsin av nógva vind
inum og regninum. “Eg plagi bara
at taka tað við einum smíli”, sigur
Mikkel, “vit súkkla allastaðni í
øllum veðri, so man venur seg
við tað”. Hann hevði regnjakka
við og brúkar hann hvønn dag.
Skipaðu fyri ítróttardegi
fyri fólkaskúlarnar í
Suðuroynni
Mikkel og hinir næmingarnir á
Ítróttarháskúlanum vóru við til
at fyriskipa ítróttardagin 2018
fyri fólkaskúlarnar í Suðuroynni.
Teir gjørdu skrá og skipaðu fyri
20 ymiskum ítrivum, sum hvørt
var 10 minuttir. Teir stóðu vaktir,
máldu og tóku tíð.
“Tað var stuttligt og man kom
í samband við fólkið her og nú
heilsa tey okkum á gøtuni”, for
telur Mikkel.
Næmingarnir á Ítróttarháskúl
anum hava eisini tikið lut í skúla
fótbóltskappingini í Vági, har
dreingjaliðið gjørdist nummar
tvey í bólkinum.
Næmingarnir og
lokalsamfelagið
Spurdur um, hvussu nógv sam
band
næmingarnir
hava
við
íbúgvarnar í Vági, fortelur Mikk
el, at teir føroysku næmingarnir
hava havt lættari við tað. Hann
hevur tó tosað við fólk, tá hann
keypir inn og hann heilsar eisini
uppá fólk, hann hevur hitt fyrr.
Næmingarnir hava í heyst
hjálpt bøndrunum at reka seyð
og í hesum sambandi royndu teir
føroyskan mat og lærdu nógv
um siðirnir, í samband við seyða
hald og seyðarakstur. Mikkel er
glaður um, at næmingarnir á
henda hátt kunnu geva nakað
aftur til jarðareigarnar, afturfyri
at teir kunnu brúka fjøllini í sam
band við skúlan.
Hvønn mikudag hava næm
ingarnir havt ymiskar liðkapp
ingar. Hesar hava verið likamlig
ar, t.d. at svimja á sjónum, at
rógva og bera grót í fjøllunum.
Teir koma á eitt nýtt lið hvørja
viku og læra soleiðis allar næm
ingarnar á skúlanum at kenna.
Ein kapping var eisini at samla
burturkast og hvør kundi samla
mest burturkast í Vágs bygd
uppá 2 tímar. Hetta var ein fín
kapping, tí so ruddar man sam
stundis og tað er gott, sigur
Mikkel.
Av og á gera tey okkurt ser
stakt, t.d. var bjarginarroyndin
við tyrluni ein stór uppliving.
Ráð til onnur, sum ætla á
Ítróttarháskúlan
“Man skal hava eitt opið sinn og
vera klárur til eina avbjóðing.
Man kann siga nei, um man ikki
hevur hug ella ikki torir, men
man skal gera tað hóast alt, eru
míni ráð. Eg helt t.d. tað var vilt
at rapella 40 metrar, men tá eg
hevði gjørt tað, var tað fantast
iskt. Man skal tora at bjóða sær
sjálvum av og bara leypa út í tað.
Man fær sera nógv burturúr sosi
alt”, sigur Mikkel.
Vinarbond fyri lívið
Mikkel hevur búð í smáttu sam
an við Victor, sum er frá Svøríki
og teir gjørdust bestu vinir frá
fyrsta degi. Eisini hevur hann
fingið
fleiri
føroyskar
vinir.
Hann hevur hug til og ætlanir
um at koma aftur til Føroya á G
festivalin og vitja vinirnar úr
Gøtu, um hann fær frí frá Konga
ligu Lívverjuni.
Ætlar aftur til Føroyar
saman við mammuni
Mamma Mikkel vil fegin til Før
oyar, tí henni dámar so væl at
taka náttúrumyndir. Tað er sera
lætt at flúgva til Føroyar úr Keyp
mannahavn, so vit fara heilt víst
ein túr til Føroyar saman, fortel
ur Mikkel.
Ítróttarháskúlin í Suðuroy
væleydnaður
Longu nú, er várskeiðið 2019
fullteknað við 35 næmingum.
Flestir næmingar eru úr Føroy
um, men nakrir teirra eru úr Ís
landi og Danmark og so kemur
eisini ein hálvur føroyingur úr
Týsklandi, fortelur Guðmundur
Joensen, leiðari á Ìtróttarháskúl
anum.
Vit síggja, at á tilmeldingunum
til heystskeiðið, eru flest yngri
næmingar, meðan við hava nakað
eldri næmingar á várskeiðinum.
Spurdur um framtíðarætlan
irnar fyri Ítróttarháskúlan svar
ar Guðmundur, at um eg hevði
spurt fyri 2 árum síðani, so hevði
hann sagt, at fáa javnvág og at
rótfesta skúlan, men tað eru mál,
sum longu nú eru nádd. Dreym
urin er, at Ítróttarháskúlin í Suð
uroy skal vera fyrsta valið, tá
man vil uppliva adventure tætt
at náttúruni.
Hetta fáa næmingarnir
burturúr
Næmingarnir fáa eitt amboð,
sum teir fáa gleði av restina av
lívinum. Teir læra sjálvbjargni og
at taka ábyrgd og ikki at vera
erkvisnir viðvíkjandi veðrinum.
Eisini royna teir mørk og økja
um teirra sjálvsvirðing, umframt
at menna sosialu dygdirnar, við
at virka í bólki og felagsskapi.
Summarskeið fyri tilkomin
fólk summarið 2019
Í tíðarskeiðinum 1 til 6 juli 2019,
kunnu tilkomin fólk melda seg
til eitt summarskeið á Ítrótt
arháskúlanum í Suðuroy.
Skeiðið inniber, at man er har
5 dagar, har man venur, fær
spennandi fyrilestrar, góðan mat
og sleppur at royna mørk. Man
býr fýra fólk í hvørjari smáttu og
etur í Stóra Pakkhúsi.
Á skránni er millum annað
rapelling, kajakk, klintring og
fjallagongutúrar. Skeiðið endar
við einari veitslu.
Mikkel rapellar
Victor úr Svøríki, Mikkel úr Danmark og Jens Bartal Undir Skarði, lærari.
Næmingarnir á Brúnni við Rituskorðar
Næmingarnir rógva kajakk á Vágsfirði