Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-29, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. november 2018síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. NOVEMBER 2018 SOSIALURIN 139 22 TRÓNDUR ARGE N ations League kapp­ ingi­n er av á hesum sinni. Tað bleiv til eitt triðja pláss og fimm stig í bólkinum, sum taldi Malta, Aserbadjan og Kosovo, sum bleiv nummar eitt. Til allar landsdystirnar hevur ÍtróttarSosialurin gjørt spælarametingar. Her hava vit hugt eftir, hvat hvør spælari hevur fingið í miðal. Treytirnar fyri metingunum Metingarnar eru frá 1 til 10, har eitt 1-tal er tað lægsta ein spælari kann fáa, meðan 10 er tað hægsta ein spælari kann fáa. Í mun til undanfarnu árini, so endurspegla metingarnar í størri mun hvussu ein spælari hevur ávirkað dystin. Tí eru treyt­irnar fyri metingini meiri flót­andi enn undanfarin ár, har ein spælari skal uppfylla nakrar treytir, fyri at fáa ein ávísa meting. Her var millum annað avbera torført at fáa tær høgu metingarnar, meðan ein spælari nú kann fáa høga meting, um hann hevur ávirkað dystin nógv. Millum annað fingu bæði René Shaki Joensen og Jóan Símun Edmundsson 9-tøl í spælarametingunum í hesi kapp­ingini. Tað er eisini vert at hava í huga, at summir spælarar ikki eru við í onkrum av teimum torføru dystunum. Tað sæst aftur á miðaltalinnum. Hartil eru treytirnar fyri meting øðrvísi, tá ein spælari verður skiftur inn. Størsti kontrasturin her er dysturin í Baku í Aserbadjan, har Kaj Leo í Bartalsstovu kemur inn og fær eitt 7-tal, meðan Viljormur Davidsen verður revsaður fyri kollektiva avrikið í fyrra hálvleiki, men verður útskiftur og sleppur ikki at reisa seg. Hann fekk eitt 2-tal tann dystin. Hartil eru onkrar inn­skift­ ingar, sum ikki geva nakran meting. Hetta er vanliga, tá ein spælari kemur inn í seinastu minuttunum og ikki kemur í nakra støðu, sum gevur møguleika fyri at gera eina meting. Eisini eru spælarar, sum hava spælt niður í ein og tveir dystir. Tað er eisini vert at hava í huga. Spælarametingar: ÍTRÓTTUR: Nations League René Shaki Joensen er tann landsliðsspælarin, sum hevur fingið hægst í miðal í spælarametingunum hjá ÍtróttarSosialinum í Nations League. Næstur honum kemur Jóan Símun Edmundsson RENÉ VAR BESTUR