Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-29, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. november 2018síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. NOVEMBER 2018 SOSIALURIN 139 23 Samlaðar spælarametingar: Gunnar Nielsen 7 – 6 – 3 – 7 – 3 – 4 = 5 (Í miðal) Málverjin hevur verið fyri atfinningum í hesi kappingini. Hann hevur fyrr verið okkara besti spælari til undankappingar, men spælarametingarnar vísa eisini, at hann hevur góðar og minni góðar dystir á landsliðnum í løtuni. Gunnar hevur spælt allar dystirnar og nærkast nú klubb-50. Gunnar Vatnhamar 7 – 7 = 7 Fekk eina flúgvandi byrjan upp á kappingina, tá hann spældir tveir teir fyrstu dystirnar frá byrjan á høgra bakki, men síðani Gilli Rólantsson endaði afturi á høgrabakkinum, so hevur Gunnar sitið uttanfyri. Atli Gregersen 7 – 5 – 5 – 8 – 3 – 5 = 5,5 Liðskiparin hevur havt eina yvir miðal kapping, har toppurin var dysturin móti Kosovo á Tórsvølli, har hann spældi sum mittasti miðverjin av trimum. Ringast stóð til í Aserbadjan, men sum heild hevur verjan spælt á eini leið. Sonni Ragnar Nattestad 7 – 5 – 8 – 3 – 5 = 5,6 Eins og liðskiparin, so hevur Sonni Ragnar Nattestad havt eina beint yvir miðal kapping. Hann hevur sitið yvir ein dyst við leikbanni. Toppaði eins og fleiri móti Kosovo á heimavølli. Tað er meiri dugur í miðvinginum enn avrikin í Nations League vísa. Odmar Færø 7 – 8 – 3 – 7 = 6,25 Tók nakrar dystir at sleppa á liðið, men prógvaði skjótt at hann er til reiðar at taka av møguleikanum. Fellur eins og hinir upp á avrikið í Aserbadjan, men annars ein góð kapping fyri miðverjan, sum nú ætlar at royna seg uttanlands. Vijormur Davidsen 6 – 4 – 4 – 7 – 2 – 5 = 4,7 Hevur fyrr verið okkara besti maður í spælarametingunum, men hóast hann er fluttur upp í Superliguna, so eru avrikini misjøvn. Blívur ov oftani yvirspældur og sleppur ikki ordiliga upp í part í álopsstøðum, men kann heilt víst meiri enn spælarametingarnar vísa. Kanska manglar rætta samansetingin rundanum hann. Gilli Rólantsson 6 – 3 – 6 – 8 – 3 – 6 = 5,3 Spældi allar seks dystirnar. Tveir á vonginum og fýra á bakkinum. Metingin móti Malta á heimavølli er góð, men tað er á bakkinum at Gilli skal spæla á føroyska landsliðnum. Eftir tapið í Kosovo reisti hann seg aftur. Á høgra bakki kann hann verða okkum góður – og so kann hann avloysa á vonginum, tí vit hava menn sum vilja sleppa framat á bakkinum. Rógvi Baldvinsson 6 – 4 – 7 – 3 = 5 Spældi fimm dystir, harav tveir frá byrjan. Skuldi eisini spæla frá byrjan móti Malta, men bleiv skaddur. Fær eitt 5-tal í miðal fyri tvey góð, og tvey minni góð avrik. Eina innhoppið er ov stutt til meting. Er ein spælari, sum hevur okkurt yvir sær og kann spæla ein stóran lut á landsliðnum, tí hann kann spæla á fleiri plássum og er lámur. Heini Vatnsdal 4 – 7 – 7 = 6 Fekk ein dyst frá byrjan og gjørdi tað væl á Ta’Qali leikvøllinum á Malta. Hann er sterkur og skjótur og tað vísti hann í dystinum. Tvær av metingunum eru fyri innskiftingar. Hallur Hansson 8 – 5 – 6 – 8 – 3 – 6 = 6 Motorurin á miðjuni, sum byrjaði allar seks dystirnar og fekk eitt mál. Spældi fimm av dystinum mitt á miðjuni, men fekk eisini ein dyst á framrættaða miðvøllinum. Tvey 8-tøl fyri heimadystirnar móti Malta og Kosovo. Eitt 6-tal vitnar um hansara týdning fyri liðið. René Shaki Joensen 8 – 7 – 5 – 9 – 8 = 7,4 Besti spælarin í Nations League kappingini fyri okkara viðkomandi. Hann hevur ein fysikk, sum vit hava nógv brúk fyri, har hann bæði er sterkur og skjótur. Hartil prógvaði hann við trimum málum, at hann hevur eginleikar at koma rennandi inn í brotsteigin. Bæði á miðvøllinum og á vonginum hevur hann víst, at hann er tann spælarin, sum er mest í form á landsliðnum. Brandur Hendriksson 7 – 4 – 4 – 7 – 3 – 6 = 5,12 Ein misjøvn kapping fyri miðvallaran, sum er komin fyri seg eftir álvarsligan skaða. Í løtum er hann spælarin, sum kann loysa upp fyri føroyska álopsspælinum, meðan dystirnir á vonginum hava verið teir mest avbjóðandi. Sølvi Vatnhamar 7 – 7 – 3 – 4 = 5,25 Byrjaði væl í tveimum teimum fyrstu dystunum, har hann í seinna dystinum kom inn móti Kosovo og gjørdi mun. Síðani bleiv hann skaddur og var við aftur til seinastu tveir dystirnar, har tað sást at hann ikki hevur kunnað vant regluliga. Brian Jakobsen: Kaj Leo í Bartalsstovu 5 – 4 – 3 – 7 – 5 = 4,8 Tað er sum altíð upp og niður við bóltsnillinginum úr Gøtu. Hann hevur sína bestu løtu sum innskiftari í seinna hálvleiki móti Aserbadjan, men hevur mangan torført við at gera mun frá byrjan. Árni Frederiksberg 4 = 4 Kom inn í Aserbadjan, men fann ikki ordiliga sítt pláss og slapp ikki til at gera mun. Er aftur tøkur til landsliðið, har hann kann fáa ein leiklut, nú Lars Olsen leitar eftir einari nýggjari samanseting í álopspartinum. Jóan Símun Edmundsson 9 – 7 – 5 – 8 = 7,25 Hevur verið okkara næstbesti spælari í hesari kappingini, men mátti tíverri sita yvir tveir teir seinastu dystirnar vegna skaða. Serliga í fyrsta dystinum móti Malta stóð hann sterkur í myndini. Føroyska landsliðið er ikki tað sama uttan toftamannin í Bielefeld. Klæmint A. Olsen 6 – 4 – 8 – 3 – 5 = 5,2 Hevur fingið fimm landsdystir, men tað eru fýra frá bonkinum og ein frá byrjan, har vit ongan málmøguleika høvdu. Tað er eitt sindur søgan um rituvíkingin, sum altíð er til reiðar at stríðast fyri liðið, men á landsliðnum eru málmøguleikarnir fáir. Ov fáir til at kunna vænta, at hann skal skora. Onkur vildi sagt, at hann byrjaði skeiva dystin av Aserbadjan og Malta. Jákup L. Thomsen 7 – 5 = 6 Fekk sítt debut í Aserbadjan og byrjaði inni móti Malta. Hevur heilt víst spennandi eginleikar á vøllinum, men er enn ein spælari í menning. Er ein spælari til framtíðina, sum eisini kann krydda álopsplássini longu komandi ár. Finnur Justinussen 4 = 4 Eitt innhopp í evstu løtu og ein dyst frá byrjan móti Aserbadjan á heimavølli. Skorar nógv mál í næstbestu deildini í Danmark, men manglar enn at sláa seg fastan á landsliðið, har tað eru fleiri um boðið. Gav avboð til seinastu tveir dystirnar, har hann kundi fingið fleiri minuttir. Lars Olsen 7 – 5 – 4 – 8 – 3 – 5 = 5,3 Lars Olsen hevur havt sínar góðu løtur, men eisini sínar avbjóðingar í hesi kappingini. Hann satsaði alt í fyrsta dystinum móti Malta, men stóð eftir við ongum í Kosovo. Tá vit so spældu væl á heimavølli móti Aserbadjan, verður liðið revsað upp á øll mistøkini. Lars Olsen stendur frammanfyri síni størstu avbjóðing, tá EM- undankappingin byrjar. Hann hevur havt viðgang síðani sigurin á Grikkalandi, men nú byrja áskoðararnir at ótolnast. Tað hevur ikki eydnast at avloysa Fróða Benjaminsen og Christian L. Holst.