Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-29, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. november 2018síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. NOVEMBER 2018 SOSIALURIN 139 24 Óli Jacobsen Siðsøga Óli Jacobsen 2. partur L illy á Lava, ættað av Landa­vegnum, og sum nú býr í Canada, heldur fram við síni frásøgn. Barnagarður hjá nonnunum – ikki væl dámt av øllum Fyrst eg minnist byrjaðu nakrar nunnur ein barnagarð í hús­in­ um hjá Klett í Bringsnagøtu. Har fór eg at ganga. Ein systir, Theo­ dulfa, var so fitt. Ein dag, Klett, sum var slaktari, hevði ein hvít­ an oksa í garðinum, lyfti hon meg upp í vindeyga at síggja hann. Omma fekk ongantíð at vita, at eg gekk í katólskum barna­ garði. Hon hevði verið í øðini. Vit børn gingu við sunnu­ dags­bløðum (Hetta hevur helst verið Naade og Sandhed frá Ebene­zer). Ein vinmaður mín og eg gingu niðan eftir Grøn­lands­ vegn­um og komu til eini hús, har konan i húsinum ikki vildi hava baptistablaðið, so vit blak­ aðu tað inn til hennara. So runnu vit avstað, áðrenn hon kundi rópa eftir okkum. Vit skuldu yvir um Mattalág. Eg var í rótuskóm og galosjum, men vin­maður mín var í gummi­stivl­ um. So bar hann meg yvir um ánna. Vit fingu viðhvørt grunn­ings­ høvd, sum vóru ræsaði, og tey smakkaðu frálíka væl, serliga lippan. Mamma legði altíð hvítt toy á blik uppi í geilini. Tá vit fóru í feriu norður eftir við mjólk­ar­ bátunum, sóu vit fleiri staðni hvít klæði, sum lógu á bliki. Nýggjársbál við tjørutunnu Tá ið eg var barn, var vanligt nýggjársaftan at brenna bál. Babba hevði altíð eitt bál á einum kletti høgt uppi á trøðni. Babba hevði ein vin, sum hevði handil. Hann goymdi hvørt ár eina tóma tjørutunnu til hans­ ara. Sum eg helt tað vera hugna­ ligt har uppi frá at síggja lampu­ ljós í øllum húsunum niðan eftir Landavegnum. Øll køksvindeygu vendu út móti vegnum. Húsini vóru hjá Albin, Sámal, Giggu, frú Restorff, teimum í Hvannasundi, Dala­ stovu og Dávastovu. Vit kundu eis­ini síggja onnur bál yviri við Strond. Mamma bakaði altíð sand­ kaku til nýggjársaftan. Tá bálið var brent niður, fóru vit inn og fingu sandkøku og kakao. Summar tíðir, tá lestur var lisin í kirkjuni, tí prestur var á bygd, las babba lesturin heima sunnudag seinnapart. Vinir og nábúgvar komu inn at hoyra. Sálmar vóru sungnir, og mamma hevði kaffiborð til reiðar, tá vit vóru liðug. Tað var so hugnaligt. Kríggið broytti nógv Tá ið kríggið kom var nógv broytt. Vit skótar høvdu verið á legu í Kirkjubø. Tá vit gingu heim eftir Landavegnum og komu til Mattalág, sótu soldátar á bonkinum har. Teir vóru eisini at síggja í næstan øllum gøt­un­ um í Havn. Finska skipið, Caroline Thord­en, lá úti á redini. Eitt týskt flogfar bumbaði skipið. Eld­ur kom í skipið, og tað lá og gløddi í fleiri dagar og var ov heitt at flyta. Vit fóru um kvøldið upp á kvistin og hugdu at brennandi skipinum. Tá ið Caroline Thorden var kølnað, varð hon sleipað inn í Sundalagið. Við so nógvu soldátum í Havn heitti Ellen, kona bretska kons­ ul­in Valdemar Lützen, á heim, har tey tosaðu enskt, um at bjóða soldátum heim leygar­ kvøld. Okkara heim var eitt av teim­um. Babba tosaði enskt og eitt sindur av týskum. Hann hevði havt ein týskan penna­ vinn, tá ið hann var ungur. Vit onn­ur lærdu at tosa gott enskt. Tá eg kom til Canada í 1959 og fór at arbeiða sum sjúkrasystir á tí størsta hospitalinum í British Col­umbia, The Vancouver Gen­ er­al Hospital, spurdi eingilskir lækn­ar meg, hvar í Englandi eg kom frá! Eini hús úti í Mattalág kall­að­ ust Bines Kilde. Tey høvdu garð all­an vegin uttan um og eina stóra trøð. Ein kelda rann mitt ígjøgnum trønna. Ein lítil brúgv var yvir um. Vit børn sníktu okkum inn í garðin, tí har var so hugnaligt. Við síðuna av Bines Kilde vóru eini hús, ið vóru kallað í Kina. Ein maður í húsinum hevði fullskegg, ein annar roykti pípu. Mær dámdi altíð so væl mus­ ikk. Ein dagin, eg var um fimm ára gomul, hoyrdi eg musikk og trummur inni í býnum. Eg skundaði mær heim í býin og fylgdi teimum út á skansan. Tað var fakforeiningin, sum skip­aði fyri. Hetta man hava verið 1. mai. Tá babba fann meg, spurdi hann meg, hví eg var har. “Tú kennir ongan”. “Jú”, segði eg, “eg kenni Kina við skegginum og Kina við pípuni”. Tá eg var ung var so kvirt um náttina, at ljóðið bar langt. Eg lá vakin eina summarnátt kl. 2. Ov­ ara vindeygað var opið. Ein genta, sum tænti í Mattalág, hevði verið heima í Havn og dansað. Hon var í skóm við høg­ um hælum. Eg kundi hoyra henn­ara klik-klak, líka til hon kom út til bonkin í Mattalág. Vættrarnir skuldu ikki skalast Tá eg vitjaði ommu mína í Pork­ eri, minnist eg, at tá ið hon stoytti kókandi vatn út í túni, segði hon altíð: “Flytið tykkum stakl­arnir”. Eg spurdi hana hvørjir staklarnir vóru. Jú, tað vóru vættrarnir. Vit síggja teir ikki, men teir eru har. Omma var einkja við sjey børn­um. Mamma segði, at tá kirkja skuldi byggjast, var skipað fyri innsavnan. Omma átti tá bara eina krónu. Hon gav hana til kirkjuna. Omma í Havn doyði í 1942. Skikkur var tá, at lokið ikki var lagt á kistuna, fyrr enn øll høvdu gjørt kross og lagt hond á til farvæl. Eg var tann síðsta, tí eg var á bygd í feriu. Tá eg kom inn í stovuna, kendi eg beinanvegin nøsina á ommu undir lakinum. Jarðarferðin var úr heiminum. Mínar tvillingasystrar høvdu fingið frakkar og hattar við so vøkrum brosjum. Eg fekk loyvi til at vera í hatti. Sum vit skuldu út av húsinum, tók mamma Lilly minnist, hvussu tað var undir krígnum, eisini tá ið Caroline Thorden var bumbað VÆTTRARNIR SKULDU IKKI SKALAST Lilly á Lava: Bines Kilde, har Lilly dámdi væl at koma. Húsini er tey hjá Daniel J. Danielsen, Dollan, sum nú er Landavegur 54. Grannalagið hjá Lilly í 1906. Hetta er har Gríms Kambansgøta, Sigmundargøta og Landavegur koma saman.