Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-29, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. november 2018síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. NOVEMBER 2018 SOSIALURIN 139 25 Komandi partur Í komandi parti greiðir Valdemar Tómasson frá kornvelting á Skipanesi. brosj­una av hattinum. Eg var líka við at gráta. “Einki slíkt fjas til eina jarðarferð”, segði mamma. Friður langafríggjadag Langa fríggjadag máttu vit ikki gera nakað millum klokkan níggju um morgunin og trý seinna­partin. Vit sótu í dagligstovuni og lósu. Men tá ið klokkan var trý, fór mamma út í køkin og gjørdi kaffi til okkum øll. Omma drakk te úr hennara spølkummu. Hetta var so frásøgnin hjá Lilly. Maðurin er deyður, og hon eigur trý børn. Sjálv er hon likamliga skerd, men sum tað sæst er høvdið í lagi. Vit senda henni eina heilsan og takka fyri. Annars var Lilly við vinfólki aftur í Føroyum fyri nøkrum árum síðani við einum cruiseskipi. Steðgurin var lítil, men hon fekk so sæð Landa­veg­ in, hennara fyrsta stóra verð, aft­ur. Meira um Per, beiggja Lilly Tað er altíð hugaligt at fáa við­ merk­ingar til hesa skriving. Hesa ferð kom hon frá einum dana, Lars Seerup, sum hevur konu, Fridu, úr Nólsoy. Hann kendi væl Per og greiðir frá um hann: Han blev ansat på Østermarie skole (á Bornholm), hvor han for­trinsvis underviste i mate­ mat­ik og fysik i de ældste klass­ er. Han var dansk gift med Birg­ it. De havde to sønner, Hans Olav og Niels Lava Hansen. Først­nævnte blev lærer og bor nu i Brønshøj. Sidstnævnte var i bag­er­lærer, da han forlod skolen. Bor nu i Silkeborg. Jeg var lærer på Østermarie skole, da Peter blev ansat. Jeg var lærer på Sjælland fra 1970 - 72, hvor jeg vendte tilbage til Øst­er­marie skole som vice­in­ spekt­ør i 1972. Da var Peter stadig på skolen. Blaðið Folkeskolen skrivaði í 1998 m.a. í minningarorðum Peter gik på pension i sommeren 1994 lige før det skoleår, hvor han fyldte 70 år. I årene siden har han ofte besøgt skolen, og han omfattede os alle med stor int­eresse. Peter blev ansat her i 1973. Hans fag var fysik og matematik. Han var meget afholdt og re­ spekt­eret. Han var fagligt godt fund­eret, velforberedt og grundig, og han formåede at tage hensyn til den enkelte elev. Alle værdsatte hans væsen med det vindende færøske lune. Peter var altid parat til at yde en tjen­ este, hvad enten det drejede sig om faglig hjælp eller praktisk arbejde på skolen. For Peter var familien det vigt­igste i livet. I sit otium fik Pet­er sammen med sin hustru gode rejseoplevelser, blandt and­ et til barndommens by på Fær­ øerne. Lilly og Anfinn úr Leirvík Lilly hevði samband føroyingin Anfinn Mikkelsen, sum búði nærindis henni í Canada. Hann kom úr Leirvík, men foreldrini vóru úr Gøtu. Eg kendi eisini væl Anfinn og konu hansara Jytte, sum kom úr Kollafirði. Anfinn plagdi at lata Lilly tilfar úr Før­ oyum at lesa. Ein av teimum bókum, hon fekk frá honum, var tann um Dollan, sum skapti søgu í Congo og harvið setti Føroyar og Havnina inn í heims­ søguna. Vit komu at kennast á ein sjáld­saman hátt. Eg var í 1994 á einum millumtjóða fiski­vinnu­ fundi vestast í Canada. Eg kom áðr­enn fundin í prát við eitt um­ boð fyri Canada. Fortelji fyri hon­um, at eg kom frá einum lítl­ um oyggjabólki hinumegin knøtt­in í Atlantshavinum. “Kem­ ur tú úr Føroyum”, spyr hann – á føroyskum. Tá vísti tað seg, at vit bæði vóru skyldmenn og ættaðir úr sama túni í Norðra­ gøtu. Tá var hetta Jón, sonur Anfinn. So lítil kann verðin vera. Tað var við hetta høvið, at eg fekk samband við Anfinn. Anfinn doyði 22. september, 85 ára gamal og tað kann tí vera hóskandi at minnast hann. Í 1965 fekk Anfinn í boði at fáa arbeiði í Canada fyri alum­ ini­umsfyritøkuna Alcan í Kitti­ mat, ein lítil býur við umleið 12.000 íbúgvum, sum liggur ein­ ar 700 km. norðanfyri Van­couv­ er, ikki langt frá markinum til Alaska. Lívsstarvið hjá Anfinni var sum leiðandi verkfrøðingur á hesi stóru aluminiums­verk­smiðju, har tað arbeiddu eini 2.000 fólk. Í sínum starvi fekk Anfinn stóra viðurkenning. Hetta er eitt øki, har tað krevjast drúgvar og gjølligar kanningar, og eitt av sínum avrikum hevur Anfinn fingið patent uppá. Hetta var ein uppfinning, sum merkti minni dálking í framleiðsluni, og sum eisini merkti, at brúk var fyri minni orku. Patentið kom hann tó ikki at spinna gull uppá. Tað varð selt til fyritøkuna fyri ein dollara. Tó hevur hann seinni fingið meira ítøkiliga viður­kenn­ ing. Anfinn legði alment frá sær í 1994, men hann arbeiddi kortini fleiri ár afturat sum ráðgevi. Tá ið hann legði alment frá sær, fekk hann eisini frá leiðsluni á verksmiðjuni tað allarbesta við­ mæli, har sagt varð, at hann hevði verið við at menna fram­ leiðslu­gongdina hjá fyritøkuni. Anfinn fekk eisini tað um­ mæli, at hann virdi sítt arbeiðs­ fólk á sama sum hátt hann virdi síni skyldfólk og vinir. Hetta er ein framúr eginleiki, sum kanska serstakliga liggur til føroyingar, har vit kanska meira meta øll sum líkamenn í størri mun enn í londum, har fá kenna hvønn annan. Jón, sonurin, hevur eisini gjørt seg galdandi við nýhugsan á fiskivinnuøkinum við at menna burðardyggan fiskiskap eftir laksi í áunum. Hetta er eitt serligt fiskahjól, sum sleppur tí smærra laksinum avstað aftur. Góð umboð fyri Føroyar Vit hittust í Canada í 2002, og í 2003 fekk eg høvi at vitja tey í Kittimat. Hetta gjørdist ein ógloymandi ferð, ikki minst takkað veri blíðskapinum hjá teimum báðum. Vit vitjaðu fiski­ vinnusamfeløg og indianarabýir, og úrslitið gjørdist nakrar fram­ úr frásagnir í FF-blaðnum. Mill­ um annað um indianara­høv­d­ ing­in James Robertson, vin­- mann­in hjá Annfinn, sum segði seg kunna samskifta við djór í skóginum. Hetta hevði Ann­finn sjálvur upplivað. Annfinn var eisini óførur at dugna FF-blaðn­ um við áhugaverdum tilfari úr Canada. Hann hevur javnan verið aftur í Føroyum. Seinast var tað í 2017 saman við Jón, har teir fingu vitjað sínar nógvu vinir og stóru ætt. Sigast kann sum heild, at hetta húski hevur verið virðilig umboð fyri Føroyar í útlondum. Heima varð tosað føroyskt, og børnini kláraðu seg væl í før­ oyskum, hóast tey ikki høvdu búð í Føroyum. Tey fylgdu eisini væl við, hvat ið hendir heima í Føroyum, takkað verið systkjunum, sum vóru dúglig at senda bløðini. Og systkini og onnur hava eisini verið dúglig at vitja tey hóast fjarstøðuna. Jytte og Anfinn fingu trý børn. Petur er verkfrøðingur og er giftur við Lindu. Tey eiga trý børn. Jón er giftur við Andreu, har mamman er norsk. Hann ar­ beiðir sum professari við lærda háskúlan í Vancouver. Tey eiga tvey børn. Katherine er einsa­ møll. Hon arbeiðir í Ikea í Vancouver. Jytte og Anfinn fluttu úr Kitti­mat fyri nøkrum árum síð­ ani, og tá bleiv høgligari at vitja børnini. Jytte doyði fyri nøkrum árum síðani og nú er Anfinn eis­ ini farin. Vit sum kendu Jytte og Anfinn minn­ast tey við størstu virðing. Mamma Lilly var ættað úr Nýagarði (í Nøgrum) í Porkeri. Hetta eru húsini til høgru á myndini. Lilly býr nú í Richmond, ikki so langt frá Vancouver Standandi Jytte og Anfinn. Sitandi v.f. Katrina, dóttirin og sonurin Jón saman við sínum.