hósdagur 29. november 2018síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
2
november 2018
30
Árni Gregersen
-Eyðun Hansen, stjóri, og hansara fólk í El
talvuvirkinum í Gøtu hava ment seg á føroyska
marknaðinum síðani 1982.
Í dag arbeiða 20 fólk á virkinunum. Arbeiðið
er umlagt eitt sindur, so ein størri partur nú
fevnir um projektering heldur enn manuelt
arbeiði á ymisku virkjunum og umborð á skip
unum.
Felagið hevur veitt tær størstu eltalvurnar til
nýggju smoltstøðina hjá Bakkafrost á Strond.
Fyritøkan var við, tá ið Enniberg skifti
motor fyri nøkrum árum síiðani og aftur nú
eru stýringar og talvur til nýggju frystitunnilin
umborð.
Eltalvuvirkið gjørdi eisini talvurnar til nýggja
kølibygningin hjá Fiskavirkinum í Gøtu. Bygn
ingurin stendur á havnalagnum í Gøtu.
Í januar skal Artic Viking hava nýggja
maskinu og annað á Mest skipasmiðnjuni.
Eisini har er Eltalvuvirkið í ferð við at projektera
nýggjar eltalvur til skipið.
Byggja nýtt
Tá ið Eltalvuvirkið byrjaði upprunaliga, helt tað
til í gamla bygdahandlinum í Gøtu, Glæmuni.
Tann
gamli
handilin
var
sjálvandi
nútímansgjørdur og bygningurin var nýggjari,
men nú er ov lítið pláss.
Nú hevur fyritøkan bygt uppí, so deildin,
sum ger eltalvurnar fær tað rúmsáttari enn tað
hevur verið higartil. At gera stóru eltalvurnar
krevur pláss, siga tey á virkinum.
-Vit eru alla tíðina í menning og noyðast
sjálvandi at fylgja við. Vit arbeiða eisini við
automatikki og stýringum og tað krevur, at
vit alla tíðina eru á forkant við menningi, sigur
Eyðun Hansen, stjóri.
Fyritøkan í Gøtu arbeiðir í stóran mun sam
an við skipasmiðjuni Mest. Skipasmiðjan fekk
ordran at byggja nýggja føroyska havrann
sóknarskipið.
Skrokkurin verður bygdur aðrastaðn og
verður síðani sleipaður til Føroyar, har hann
skal gerast til skip á skipasmiðjuni hjá Mest
á Skála.
El-talvuvirkið í Gøtu er partur í verkætlanini,
tí fyritøkan skal gera eltalvurnar til nýggja skip
ið.
-Vit eru í gongd hvønn dag við krevjandi
porjekteringsverkæltanum, men vit hava eisini
eitt verkstað, sum umvælir elektromotorar.. So
her er bæði handaligt arbeið og arbeið, sum í
stóran mun verður gjørt í teldum, leggur stjórin
afturat.
Nýggju hølini har eltalvurnar verða gjørdar
verður klárt at flyta inn í í januar.
Stórir ordrar
til Eltalvuvirkið
ELTALVUVIRKIÐ Á
HAVNALAGNUM Í GØTU BYGGIR
STØRSTU ELTALVURNAR
OG STÓRAR STÝRINGAR