Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-29, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. november 2018síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 4 november 2018 30 Hallur av Rana Tá Hagstova Føroya fyrr í vikuni almannakunngjørdi hagtølini fyri arbeiðsloysi, ið vísti at arbeiðsloysið í Suðuroynni er minkað niður í helvt eftir einum ári, var tað hóskandi, at ein mynd av Varðanum Pelagic á Tvøroyri fylgdi við greinini á heimasíðuni. Virksemið á Tvøroyri er so smátt byrjað aftur, nú bygningurin er endurreistur eftir syrgiliga eldsbrunan, ið legði størsta arbeiðsplássið á oynni í oyði í juni í fjør. Nýggja virkið er tó ikki einans ein endurskapan av gamal virkinum, men hevur man valt at gera ymiskar íløgur, ið hava til endamáls at virðisøkja tann fiskin meiri enn áður, ið virkið keypir frá skipunum. Í fyrstu atløgu er talan um ein nýggjan IQF frystara, men aðrir íløgur bíða í framtíðini. - Við nýggja frystaranum fara vit frá einans at kunna frysta blokkar á 10-15 kilo til at kunna frysta einstakar fiskar ella einstøk fløk. Tað merkir, at vit í størri mun kunnu nøkta tørvin hjá keyparum, ið hava ávís ynskir. Fyri okkum merkir tað, at vit fáa atgongd til nýggjar keyparar, og kunnu velja hvussu vit frysta fiskin alt eftir hvør prísurin er, sigur Bogi Jacobsen, stjóri í Varðanum Pelagic. Surimi bíðar Umframt íløguna í nýggju frystimaskinuna, so er eisini gongd í øðrum verkætlanum, ið skulu virðisøkja keypta fiskin, men fyrst má dagliga virksemið í virkinum fáast í rættlag aftur. Ein av teimum íløgunum, ið liggur og bíðar, er nógv umtalaða surimiframleiðslan. Ætlanin var at fara undir hesa framleiðslu á gamla virkinum og vóru maskinurnar settar upp, men eldsbrunin steðgaði upprunaligu verkætlanini. Maskinurnar fingu tó ikki skaða í eldinum og kunnu sostatt brúkast í nýggja virkinum. - Vit hava tískil maskinurnar, men arbeiðsorkan manglar. Vit vónaðu at fáa menningarkvotur til hesa verkætlanina, men tað bleiv av ongum. Tá man ikki fekk kvoturnar, raðfestu í staðin at fáa alt annað upp at koyra. So tað er ikki slept, men vit hava valt at brúkt orkuna at fáa dagliga virksemið upp at koyra, greiðir Bogi Jacobsen frá. Sterk í trúnni Hóast metingarnevndin hjá Fiskimálaráðnum ikki trúði uppá surimiframleiðsluna á Tvøroyri, og vísti til at líknandi royndir áður vóru miseydnaðar, so eru Bogi Jacobsen og restin av toyminum á Varðanum Pelagic sterk í trúnni. - Vit trúgva upp á, at tað letur seg gera, hóast metingarnevndin ikki trúði upp á tað. Teir vildu vera við, at tað er roynt fyrr og tað eydnaðist ikki. Men økið og tøknin er ment nógv síðan síðstu royndirnar. Tað er tó ikki bara at trýsta á start og byrja. Tað krevur arbeiðsorku, tíð og fíggjarliga styrki at fáa í gongd, sigur stjórin, ið vónar, at man kann byrja surimiframleiðslu næsta ár. Surimiframleiðsla setir eisini heilt nýggj krøv til skipini, ið fiska svartkjaftin og selja hann til virkið. Um svartkjaftur skal virkast til surimi, skal fiskiskapurin ganga skjótari enn áður, so at góðskan er so høg sum møgulig, tá lastin verður landað. - Vit hava hesi skipini. Og um vit hava kvoturnar, skipini, manningina og fíggjarligu orkuna, so kann surimiframleiðsla broyta svartkjaftafiskiskapin í Føroyum. Um tað eydnast at virðisøkja hann, verður tað ein vinningur fyri alt tað føroyska samfelagið, sigur Bogi Jacobsen. Lodnan er fyridømi At tað ber til at virkisøkja ymisk fiskasløg í Føroyum um fortreytirnar eru tær røttu er stjórin í Varðanum Pelagic sannførdur um, og vísir á lodnu sum fyridømi. - Fyri nøkrum árum síðani, endaði stórur partur av lodnuni, ið føroysk skip fiskaðu, Góðskan er alfa og omega - LODNAN ER BESTA DØMI UM, AT TAÐ BER TIL AT VIRÐISØKJA RÁVØRUNA, UM MAN SETIR FOKUS Á GÓÐSKU. TAÐ ER ALFA OG OMEGA Í ØLLUM, TÁ MAN SNAKKAR UM AT FÁA MEIRA VIRÐI ÚR FISKINUM. GÓÐSKAN MÁ VERA SO GÓÐ, AT KEYPARIN VELUR OKKUM FRAMUM ONNUR. TAÐ SIGUR BOGI JACOBSEN, STJÓRI Í VARÐANUM PELAGIC - Vit miðja altíð eftir at virðisøkja okkara vørur, men tað er ikki al­tíð, at nøkur virðis­øking er í at virka fiskin. Í ávís­um førum er talan um eina virðis­minkan. Tí man rennir seg inn í toll­múrar og aðr­ar politiska mót­støðu í heilum