Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-29, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. november 2018síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 5 november 2018 30 sum mjøl. Føroyar megnaðu tó at byggja ein góðan marknað fyri lodnu til matna í Japan og Russlandi. Fyrsta árið vit royndu, rindaðu vit umleið tríggjar krónur fyri kiloið, tá vit keyptu lodnu frá skipunum, men var kiloprísurin 6,5 krónur at enda, sigur Bogi Jacobsen og leggur afturat. - Tað var møguligt, tí vit fingu eitt samstarv um góðsku millum skip, virki og keyparar. Tað gjørdi, at vit fingu lyft góðskuna og prísin. Tá man tosar um virðisøking, so er lodnan nokk tað fiskaslagið, ið hevur flutt seg lutfalsliga longst í prísi. Alfa og omega Sólskinssøgan við lodnuni fekk tó ein bráðan enda, tá íslendingar avgjørdu at seta forðingar fyri føroyingum, tí kappingin á altjóða marknaðinum gjørdist ov hørð. Tað merkir, at føroysk skip sleppa í minni mun at landa í Føroyum, men mugu landa lodnuna í Íslandi. Meðan politikarar og embætisfólk royna at loysa tann knútin, so er lodnan kortini tann søgan, ið sambært Boga Jacobsen vísir hvat er neyðugt fyri at virðisøkja fisk. - Lodnan er besta dømi um, at tað ber til at virðisøkja rávøruna, um man setir fokus á góðsku. Tað er alfa og omega í øllum, tá man snakkar um at fáa meira virði úr fiskinum. Góðskan má vera so góð, at keyparin velur okkum framum onnur, vísir hann á. Tað er tó lættari sagt enn gjørt og stúrir Bogi Jacobsen fyri eini gongd, har góðskan verður alsamt verri, tí kapitalurin verður tikin úr vinnuni, ið aftur førir til, at flotin ikki verður endurnýggjaður. - Línuflotin er hundagamal, botnfiskaflotin er somuleiðis øgiliga gamal og pelagiski flotin, ið er tann nýggjasti, er eisini um at vera afturúrsigldur. Vit keypa skipini, ið øll onnur hava vrakað. Man skal bara vera klárur yvir, at eldri flotin er, verri góðsku fær man. Um man ynskir at vera fremst og fáa besta prís, so skal man hava nýggjastu skipini og bestu útgerð á landi, sigur Bogi Jacobsen og heldur á. - Trupulleikin hjá okkum er, at um góðskan á fiskinum er vánalig, so fáa virkini ikki gjørt hana betri. Óansæð hvat man ger, so fær man ikki gjørt tað betri, enn rávøran man fær at arbeiða við. Tí er umráðandi at hava ein fiskiflota, ið er nýggjur og í góðum standi. Tað fær man ikki við hesi fiskivinnunýskipanini, tí man hálar so nógvan pening úr vinnuni, at man bara kann keypa tey skip, ið onnur hava vrakað. Tollmúrar í vegin Tað eru heldur ikki nógv ár síðan, at man í Varðanum arbeiddi við tankum at gera eitt makrelvirki í Føroyum, ið millum annað skuldi framleiða makrel í dós. Men eftir at man hevði arbeitt við tí í eina tíð, tekningarnar vóru gjørdar og alt var kannað, bleiv verkætlanin løgd á ís, tí mett varð, at tollmúrarnir í ES vóru ov høgir. Sostatt spurdist einki burturúr ætlanunum tá. - Man metti seg ikki vera kappingarføran í Føroyum vegna tollmúrarnar í ES. Tí bleiv tað parkerað, men man kom so mikið langt, at man kann taka tað fram aftur, sigur Bogi Jacobsen. Í staðin verður tað mesta av makrelinum og sildini, ið verða landað í Føroyum, útflutt uttan at tað er stórvegis virkað, meðan svartkjafturin antin verður til mjøl ella frystur og seldur til Asia, Russland og Afrika. Orsøkin er ikki, at føroysk virkir ikki ynskja at virka fiskin meira, men tí at tollmúrar gera tað ov dýrt. - Vit miðja altíð eftir at virðisøkja okkara vørur, men tað er ikki altíð, at nøkur virðisøking er í at virka fiskin. Í ávísum førum er talan um eina virðisminkan. Tí man rennir seg inn í tollmúrar og aðrar politiska mótstøðu í heilum. Í teimum londum, ið innflyta fisk frá okkum, hava tey sjálvi eisini ein áhuga í at virðisøkja fiskin og skapa arbeiðspláss til egnar borgarar. Tí innflyta tey gjarna óvirkaðan fisk, meðan høgur tollur verður lagdur á virkaðan fisk, sigur Bogi Jacobsen. - Trupulleikin hjá okkum er, at um góðskan á fiskinum er vánalig, so fáa virkini ikki gjørt hana betri. Óansæð hvat man ger, so fær man ikki gjørt tað betri, enn rávøran man fær at arbeiða við