hósdagur 29. november 2018síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
6
november 2018
30
Árni Gregersen
Fiskurin hevur í mannaminnir verið størsta
føroyska útflutningsvøran.
Í dag er tað laksurin.
Kortini fyllir fiskaútflutningurin rættuliga
nógv, tí fiskivinna á sjógvi og landi skapar nógv
arbeiði á landi – bæði til fólk, sum beinleiðis
starvast í vinnuni, men eisini hjá undirveitarum.
Fiskavirkini á landi arbeiða fisk av føroyska
landgrunninum, fisk av fjarleiðunum, men tey
innflyta eisini frystan fisk til virkingar í Før
oyum.
-Vit í politisku skipanini vita væl, hvussu av
gerandi føroyska fiskivinnan er fyri føroyska
búskapin, sigur Høgni Hoydal, landsstýris
maður við fiskivinnumálum.
Hann vísir á, at endamálið við lógini um
sjófeingi eisini er, at meira skal fáast burturúr
tí tilfeingi, sum føroyingar hava rætt at fiska.
-Men vit vita eisini, at stórar avbjóðingar
enn eru, sum ikki eru loystar. Lógin sigur, at
allur fiskur skal landast í Føroyum, men faktisk
eru vit ikki komin so nógv longri enn tað enn,
sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.
-Ætlanin er eisini, at minst 25 prosent
skulu seljast yvir eina føroyska uppboðssølu,
men har hava vit rent okkum í fleiri
trupuleikar, sum vit enn ikki hava loyst, sigur
landsstýrismaðurin.
Sølukrav
Sum tað sæst aðrastaðni á hesum síðum,
so vilja fleiri av føroysku virkjunum, at allur
føroyskur fiskur – tað vil siga, fiskur sum er
veiddur undir Føroyum og kvotur vit hava
aðrastaðni – virkast í Føroyum.
-Tað hevði sjálvandi givið størstu virðis
økingina í Føroyum, men enn hava vit heldur
ikki funnið ein leist fyri hvussu hetta kann
gerast, sigur landsst+yrismaðurin.
Hann vísir á, at tað kann fáa keðiligar
fylgjur, krevja føroysku myndugleikarnir at allur
fiskurin skal virkast í Føroya sambært lóg.
-Grannalondini hava ikki slíkar lógir, men
hinvegin so duga tey at skipa so fyri, at fiskurin
endar í teirrra londum, sjálvt um hægri prísur
fæst í Føroyum til dømis.
Í løtuni er tað soleiðis, at í Íslandi er prísurin
á toski munandi lægri enn hann er í Føroyum.
Kortini koma ongi íslendsk skip til Føroya at
avreiða.
-Tað eru sjálvandi fleiri frágreiðingar, men
ein partur av forkláringini er vertikala integra
tiónin – at skip og virkir hava sama eigarar. Tað
ger, at skipini kortini landa til virkini, sum hoyra
til somu fyritøkuna, sum eisini eiga skipini,
sigur Høgni Hoydal.
Men íslendingar hava eisini lagt forðingar
fyri, at føroyingar sleppa at landa har teimum
lystir, tá ið talan um, at føroysk uppsjóvarskip
fiska lodnu av íslendsku lodnukvotuni, sum
føroyingar hava samráðst seg til ein part av.
Her er heilt greitt talan um,at íslendska
vinnan virðisøkir lodnu og lodnurogn til ser
ligar marknaðir – serliga Japan – og tí forða
teir fyri, at aðrir aktørar kunna troðka seg inn á
somu marknaðirnar.
So hóast lógirnar í grannalondunum
ikki forða fyri, at teirra skip landa í Føroyum
til dømis, so er øll skipanin skrúða soleiðis
saman, at tað sjáldan loysir seg at fara uttan
lands at selka.
Dømini um tekniskar forðingar eru nógv. Til
dømis missa íslendsk skip pafrtar av kvotum,
fara tey uttankands at selja íslendskan fisk.
Batar kortini
Landsstýrismaðurin
við
fiskivinnumálum
ásannar, at enn eru stórar avbjóðingar e3ftir at
loysa, men vísir samstundis á, at lógin um fyri
siting av sjófeingi bøtir um viðurskiftini.
Í grein 49 í lógini stendur, at allur fiskur
veiddur undir Føroyum ella av føroyskum
kvotum í fremmndum skógvi skal landast í
Føroyum.
-Tað er kortini eitt sig á vegnum,a t fiskurin
skal landast her. Hetta er gjørt fyri at tryggja
okkum at nakað av arbeiði stendst av hesum
í Føroyum. Eitt annað, sum eisini stendur í
lógini, er, at alt av fiskinum skal takast við til
lands, sigur landsstýrismaðurin.
Lógin ásetir, at høvd og garnar skulu takast
við til lands og ikki blakast út aftur.
-Hetta er sett í lógina, tí tað er ikki rætt,
at vit blaka partar av kvotum, sum vit hava
samráðst okkum til útaftur. Tað er ein orsøk,
men tað snýr seg eisini um, at vit eggja til at vit
menna fyritøkur á landi, sum ggagnnýta hetta
tilfeingið, sigur Høgni Hoydal.
Føroysku myndugleikarnir hava í mongum
førum brúkt Ísland, sum fyrimynd. Har hevur
Matis-stovnurin seinnu árini ment ymisk,
sum kann gangsnýta partar av fiskinum, sum
annars bert var tveitt útaftur ella fór til mjøl
verksmiðjurnar sum slógv.
-Vit hava havt fundir við matis, men tíverri er
hetta ikki komið so langt enn, men lógin sigur
altso, at alt nú skal førast til lands, sigur lands
stýrismaðurin.
Hann leggur eisini stóran dent á eina
umsitingarætlan fyri fiskastovnarnar undir
Føroyum. Í stóran mun verður hetta eitt krav,
skal veiðan undir Føroyum góðkennast sum
burðardygg.
-Eg veit væl, at onkur heldur fast við, at tað
er ikki neyðugt við einari umsitingarætlan, men
skal veiðan góðkennast sum burðardygg, so
krevst at vit hava eina ætlan fyri, hvussu hetta
skal gerast í longdini. Tí er nógv orka brúkt
uppá at fáa ein slíka skipan í lag, sigor Høgni
Hoydal.
-Men nær vit koma so langt, at alt skal
virkast í Føroyum tori eg ikki at siga nakað um
í dag og eit heldur hvussu vit loysa spurningin
viðvíkjandi innflutnings og útflutnings kreditti
til føroysku virkini, leggur hann afturat.
-Men vit kenna til trupulleikarnar og hava
fundir við vinuna, um hvussu vit loysa hendan
trupulleikan, sigur Høgni Hoydal, landsstýris
maður við fiskivinnumálum.
Endamálið var størri
virðisøking í Føroyum
EITT AV ENDAMÁLUNUM VIÐ NÝGGU LÓGINI UM FYRISITING AV SJÓFEINGI ER AT SKAPA EINA STØRRI VIRÐISØKING Í FØROYUM