hósdagur 29. november 2018síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
7
november 2018 30
Árni Gregersen
Fleiri føroysk virkir arbeiða við at góðska fisk.
Flestu teirra keypa frystan fisk, sum tey
síðani skera og arbeiða víðari til saltfisk, sum
síðani í størstan mun verður seldur til Spania,
Italia og Portugal.
Her er talan um eina rættuliga langa tilgongd.
Fyrst skal fiskurin keypast – annaðhvørt frá
føroyskum skipum, sym frysta umborð ella úr
útlondum, fyrst og fremst Noregi – síðani skal
hann virkast á føroysku virkjunum.
Øll tilgongdin tekur fleiri mánaðir og verður
fiskurin so ikki seldur beinanvegin, so má hann
liggja á goymslu, til fólk í Suðurevropa aftur
fara at eta saltfisk.
Tástani koma pengarnir inn fyri vøruna, sum
virkini hava goldið langt frammanundan.
-Vit vita væl, at hetta er ein stór avbjóðing
hjá føroysku virkjunum, sigur Høgni Hoydal,
landsstýrismaður við fiskivinnumálum.
-Vit hava eisini havt spurningin uppi at
venda fleiri ferðir í politisku skipanini, nmen
enn hava vit ikki funnið eina loysn, men vit
arbeiða víðari við málinum. Talan er um at
fáa gjørt eina skipan, so virkini kunnu fáa
innflutnings- og útflutningskreditt, sigur lands
stýrismaðurin.
Fleiri uppskot hava verið á borðinum millum
vinnuna og fiskimálaráðið, men enn er onki av
tí komið á mál.
Í veruleikanum snýr tað seg um, at pen
ingurin verður læntur virkjunum og so hevur
lánveitarin pant í fiskinum, sum so verður inn
loyst, tá ið fiskurin er seldur.
Hetta virkar gjøgnum alla skipanina, tí tá ið
fiskurin verður keyptur frá føroyskum skipum,
so má hann eisini keypast gjaldast beinan
vegin, tí reiðarin skal gjalda hýrur og aðrar
útreiðslur so skjótt fiskurin er latin einum
keypara.
Í onkrum av uppskotunum hevur verið
nevnt, at Realurin kundi veitt hesar kredittir og
pengatangin hjá ALS er eisini nevndur, men
longur er málið ikki komið.
-Vit vita, at hetta er átrðkandi og kundi gjørt
virðisøkingina í Føroyum munandi størri, men
vit hava ikki funnið leistin enn, sigur Høgni
Hoydal, landsstýrismaður.
Fígging er ein stór avbjóðing
fyri vinnuna og fyri landið
AT ARBEIÐA FRYSTAN FISK Í FØROYUM KREVUR NÓGVA FÍGGING, TÍ LONG TÍÐ GONGUR
FRÁ TÍ FISKURIN VERÐUR KEYPTUR, TIL VIRKINI FÁA SØLUPENINGIN