hósdagur 29. november 2018síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
8
november 2018
30
Árni Gregersen
Føroyingar eiga botnfiskakvotur í Barents
havinum og á Flemish Cap, sum tilsamans eru
um 25.000 tons uttan høvd og innvøl.
Trolararnir fiska kvoturnar í Barenthavinum,
meðani línuskipini hesi seinnu árini hava átt
kvoturnar á Flemish Cap.
Føroysku fiskavirkini keypa ein part av
hesum kvotunum, men tey fáa ikki hendur á
øllum. Ymiskar orsøkir eru til tess. Ein teirra
er, at útlendskar fyritøkur megna at gjalda ein
eitt lítið sindur hægri prís – her er talan um
oyrur heldur enn krónur – og so fer fiskurin
av landinum.
-Mene skal hetta gagna føroyska sam
felagnum, so er tað umráðandi, at hesin fisk
urin verður virkaður í Føroyum. Tað hevði givið
eina veruliga virðisøking, sigur Jens Martin
Knudsen, annar av eigarunum av saltfiskavirki
num Vaðhorn á Hulki á Strondum.
Føroysk saltfiskavirkir arbeiða fisk frá før
oyskum skipum, men saltfiskavirkini arbeiða
eisini innfluttan frystan fisk – fyrst og fremst
úr Noregi.
Virkini hava ment skipanir, har fiskurin
verður tinaður, so støðugt arbeiði er á virkjnum
hvønn einasta dag.
-Men hyggja vit at føroyska búskapinum,
so hevði onki rigga so væl og so skjótt um vit
sluppu framat at virka fiskin av fjarleiðunum,
sigur Jens Martin Knudsen.
-Tað hevði givið føroyska samlaða bú
skapinum eitt álvarsligt fet rætta vegin, sigur
hann.
Til Føroyar
Nýggja fiskivinnuskipanin, sum er lógfest í lóg
ini um fyrisiting av sjófeingi, sigur, at allur fiskur
skal landast í Føroyum. Lógin ásetir eisini, at
alt skal til lands og at minst 25 prosent skal
seljast á uppboði, so føroysku virkini sleppa
framat fiskinum.
At fiskurin skal um føroyskan bryggjukant
tykist virka, men enn er ongin leistur funnin
fyri, hvussu ein uppboðssøla skal skipast.
-Men tað sigur seg sjálvt, at føroyska sam
felagið hevði fingið munandi meira burturúr
teimum kvotum, sum vit hava samráðst
okkum til, um arbeiðsfólk í Føroyum sluppu
at viirka fiskin. Harafturat hevði eisini givið
pening til allar tær vinnur, sum eru undirveitarar
í samband við fiskavirking, sigur Jens Martin
Knudsen.
Føroysku trolararnir í Barentshavinum
frysta allan fiskin. Summir avhøvda og kryvja,
meðan aðrir skera fiskin til flak umborð.
-Men tað er ivasamt, hvussu leingi teir
høvdu gjørt tað, landaðu teir fiskinuttan høvd
og garnar í Føroyum. Tað hevði helst tá staðið
greitt, at tað er munandi bíligari at arbeiða
fiskin á landi, leggur Jens Martin Knudsen
afturat.
Harðar treytir
Treytirnar fyri at arbeiða fisk í Føroyum eru
rættuliga harðar.
Kappingin er millum Føroyar og so øll lág
lønarlondini, sum annars virka fisk. Ísland
hevur eina væl lægri tímaløn enn vit hava í Før
oyum, men uppaftur verri er tað í londunum í
Eysturevropa.
Polland og Baltisku londini virka nógvan
fisk. Har eru tímalønirnar minni einn ein triðing
av tí, sum tær eru í Føroyum.
Hyggja vit so longur eystureftir til Kina og
Vietnam, so kappast vit við tímalønir, sum
liggja á 15 krónum.
-Í veruleikanum átti tað als ikki at bera til at
virka fiskin í Føroyum við hesum treytum, sigur
Jógvan Gregersen, sum er stjóri og hin eigarin
av Vaðhorn.
-Vit gera tað, tí vit hava ment og optimera
okkara arbeiðsgongdir so nógv sum til ber.
Harafturat standa vit inni fyri eini serligar góð
sku á salfiskamarknaðunum, leggur hann
afturat.
Føroysku saltfiskavirkini selja framleiðsluna
í mestan mun til Spania, Italia og Portugal.
Fígging
Umframt lønirnar, so er tað ógvuliga tungt
fíggjarliga at arbeiða frysta fiskin.
Frá tí fiskurin verður keyptur til pengarnir eru
fyritøkunum í hendi, so ganga ofta 10-12 mánaðir.
Men í øllum liðum í hesi tilgongd, skulu
pengar gjaldast beinan vegin. Tá ið frystur
fiskur verður keyptur úr Noreg, so skal hann
gjaldast beinan vegin.
Verður fiskurin keyptur frá føroyskum skip
um, so skal eisini hann gjaldast beinanvegin, tí
manningarnar og skipini skulu hava peningin,
so tey kunnu arbeiða víðari.
-Tað gerst ómetaliga tungt at arbeiða, tí vit
liggja við goymslum og fáa ikki pening fyri
vøruna fyrr en hon er avskipað, sigur Jógvan
Gregersen.
Virðisøkingin av fiski
skal skapa vælferðina
VERÐUR ALLUR FØROYSKUR FISKUR OG FØROYSKAR FISKAKVOYUT ARBEIDDAR
Í FØROYUM, SO VEKSUR TAÐ MUNANDI UM FØROYSKA BÚSKAPIN