Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-29, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. november 2018síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 12 november 2018 30 Vilmund Jacobsen Sosialurin hevur sett stjóranum á Havstovuni, Eilifi Gaard, nakrar spurningar um royndir og annað á Føroyabanka, nú líkt er til, at fleiri í politisku skipanini høvdu ynskt, at avmarkaðar vinnu­ligar royndir aftur verða gjørdar á Banka­ num eftir friðing í fleiri ár. 1) Hvørjir bátar hava gjørt royndir á Banka­num í ár, og hvussu umfatandi vóru hesar royndir? - Slætnatindur gjørdi royndirnar. Teir royndu á øllum dýpum á Bankanum, mest við húka­ stødd 14. Nakrir fáir hond-egndir stampar við smærri húkum (stødd 12) vórðu eisini settir. Eilif Gaard vísir á, at samlaðu úrslitini fyri allar túrarnar hjá Slætnatindi eru víst á talvu sam­an við hesi greinini. 2) Er tað ikki løgið, at báturin ikki fekk meira av hýsu, nú sagt verður - eisini av Havstovuni - at hýsa er víða um havið? - Sum sæst á heimasíðuni hjá okkum – hav. fo – hava fleiri tær seinastu yvirlitstrolingarnar á Føroyabanka víst nógva hýsu. Eilif Gaard heldur, at tað helst er rættiliga stóri húkurin – stødd 14 – sum er orsøkin til, at Slætnatindur ikki fekk nakrar serligar nøgdir av hýsu. 3) Vit hava hildið, at Havstovan er heitari fyri kvotum enn fiskidøgum. Hvussu hugsar Havstovan sær, at eitt nú hýsa og hvítingur kunnu veiðast á Føroyabanka, nú líkt er til, at hesir stovnar eru væl fyri? - Tað er torført at siga her og nú, og tað er ein avbjóðing, eftir sum toskurin má verjast, sigur stjórin á Havstovuni. 4) Heldur Havstovan tað vera best, at Føroyabanki er stongdur fyri eitt nú línuveiði, til toskurin einaferð kemur fyri seg aftur? - Føroyabanki er stongdur fyri at verja toskin. Ikki hýsu, longu ella onnur sløg. Ein fyritreyt fyri, at Havstovan kann viðmæla veiði er, at toskur framvegis kann verða vardur. Svarið veldst, um tað ber til ella ikki. 5) Tað frættist, at rættiliga nógv havtaska er á Føroyabanka. Er best, at eisini hon verður verandi har, til toskurin er komin fyri seg aftur? - Her má eg vísa til sama svar, sum eg gav til spurning 4, sigur Eilif Gaard. Hann vísir á, at Havstovan eisini samstarvaði við ein garnabát seinasta summar um royndir eftir havtasku, og teir fingu havtasku uttan stórvegis hjáveiði av toski. 6) Hevur fiskifrøðin nakra hómin av, hvussu tað kann bera til, at toskastovnurin á Føroyabanka framvegis er so illa fyri eftir friðingar í 10 ár, nú líkt er til, at tað gongur væl betur við hýsu og toski á landgrunninum annars? - Nei, tíverri kenna hvørki vit ella nakar annar tað endaliga svarið. Tað kunnu vera nógvar orsøkir, sigur Eilif Gaard. Vilmund Jacobsen - Um eingin toskur er á Føroyabanka, hevur friðingin har verið ein ólukka fyri toskastovnin. Tá er mest sannlíkt, at millum annað nógv skøta og havtaska eru á Bankanum, og har er tað serliga havtaskan, sum kann vera ein hóttan móti øðrum stovnum. Tað sigur Eyðun Hansen í Vestmanna, sum var ísfiskaskipari í fleiri ár, og sum fylgir rættiliga væl við gongdini á havinum. Hann vísir á, at tað ofta verður sagt, at einasti "predator", sum er nøkur verulig hóttan móti toski og hýsu, eftir at fiskurin er vorðin eldri enn t.d. tvey ár, er havtaskan. - Fyrst má gerast ein verulig roynd at kanna, um tølini hjá Magnusi Heinasyni eru røtt. Eru tey tað, má ein ætlan gerast sum skjótast, so skøta og havtaska verða niðurfiskað á Føroyabanka, so toskastovnurin kann koma fyri seg aftur. Eyðun Hansen vísir á, at ávísar tíðir fæst toskur ikki við línu - og aðrar tíðir ikki við troli. Hann heldur tí, at rættast hevði verið, um eitt línuskip/bátur, eitt snelluskip/bátur, ein trolari/bátur og møguliga ein garnabátur eisini, fóru á Bankan í nakrar dagar at royndarfiska og fyri at staðfesta, hvat er hent á Føroyabanka. - Hetta mugu eisini vera skip, sum man veit eru von at fáa fisk, tá fiskur er til, og tað kann ikki bara setast eitt dato á, men neyðugt er at passa royndirnar bæði eftir veðri og árstíð. Fyrrverandi trolaraskiparin vísir á, at Havstovan ger nógv góð arbeiði, men sum øll onnur gera tey eisini feilir, um tey ikki vilja, at onnur skip skulu fáa royndarloyvi á Føroyabanka.  - Eg haldi, at um tað gerst neyðugt mugu Fiskimálaráðið og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum geva royndarloyvi til nøkur skip, so greiða kann fáast á, hvat er hent við toskinum á Bankanum seinastu 10 árini. Eyðun Hansen heldur, at um Fiskimálaráðið og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ikki vilja gera hetta, noyðast vinnunevnd løgtingsins og Føroya løgting, sum er okkara hægsti myndugleiki, at geva royndarloyvi til at fiska á Føroyabanka. Toskur á Føroya­ banka má fram­ vegis verjast - NÓGVAR ORSØKIR KUNNU VERA TIL, AT TOSKURIN IKKI ER KOMIN FYRI SEG, SIGUR STJÓRIN Á HAVSTOVUNI, EILIF GAARD, SUM SOSIALURIN HEVUR SETT NAKRAR SPURNINGAR Føroyabanki má roynast - UM FISKIMÁLARÁÐIÐ OG LANDSSTÝRISMAÐURIN Í FISKIVINNUMÁLUM IKKI VILJA LOYVA NEYÐUGUM FISKIROYNDUM Á FØROYABANKA, NOYÐAST VINNUNEVND LØGTINGSINS OG FØROYA LØGTING, SUM ER OKKARA HÆGSTI MYNDUGLEIKI, AT GEVA ROYNDARLOYVI, SIGUR EYÐUN HANSEN - Um eingin toskur er á Føroyabanka, hevur friðingin har verið ein ólukka fyri toskastovnin, sigur Eyðun Hansen, fyrrverandi trolaraskipari