hósdagur 29. november 2018síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
11
november 2018 30
Varligar fiskiroyndir
- HÓSKANDI HEVÐI VERIÐ AT GJØRT ROYNDIR VIÐ STØRRU ÚTRÓÐRARBÁTUNUM
Í FYRSTA UMFARI - VIÐ LÍNU OG SNELLU, HELDUR BJØRN KALSØ
Vilmund Jacobsen
- Eg haldi, at varligar royndir við húki javnan
eiga at verða gjørdar á Føroyabanka fyri at
staðfesta støðuna hjá toski og øðrum fiska
sløgum, umframt tær royndir, sum Havstovan
ger.
Tað heldur Bjørn Kalsø, framsøgumaður hjá
Sambandsflokkinum í fiskivinnumálum.
Hann vísir á, at nakrar royndir vórðu gjørdar
við gørnum á Føroyabanka í summar, har tað
mesta av veiðini var havtaska og skøta.
- Eg haldi, at hesar royndir eisini eiga at
halda fram. Fiskurin á Bankanum er viðkvamur,
og tí eigur royndin at vera varlig, sigur Bjørn
Kalsø.
Framsøgumaðurin
í
fiskivinnumálum
heldur, at tað hevði verið hóskandi at gjørt
royndirnar við størru útróðrarbátunum í fyrsta
umfari - við línu og snellu.
- Møguliga kundu royndir eisini verið
gjørdar við einum av línubátunum undir skip
aðum viðurskiftum, um grundarlag vísir seg at
vera fyri tí, heldur Bjørn Kalsø.
Tað sigur
Eilif Gaard
Aðrastaðni í blaðnum í dag ger stjórin á
Havstovuni, Eililf Gaard, sínar viðmerk
ingar um Føroyabanka.
Vilmund Jacobsen
Tað hevur undrað Kristian Martin Petersen,
línuskipareiðara, at einki politiskt hevur verið
at hoyrt um Føroyabanka.
Hann vísir á, at Bankin søguliga hevur givið
eini 2.500-3.000 tons av toski hvørt ár í langar
tíðir, men at Bankin nú hevur verið friðaður fyri
allari veiði í meira enn 10 ár.
- Í gomlum døgum var toskurin av Føroya
banka okkara høvuðsbrand á útflutningssíðuni.
Aftrat toskinum er hýsa, havtaska og annað at
fáa. Men, eingin sleppur at royna her, tí Bankin
er framvegis stongdur fyri allari vinnuligari
veiði – við undantaki av nøkrum fáum døgum
til smærri bátar.
Línuskipareiðarin metir ikki, at royndin hjá
teimum bátum, sum eru slopnir á Bankan,
hevur givið nakra rættvísa mynd av heildini.
- Fyrst í hesari øldini var toskaveiðan á
Bankanum umleið 6.000 tons um árið, men
bert fá ár seinni minkaði veiðan stórliga. Síðan
er eingin veiða farin fram her.
Kristian Martin Petersen heldur, at hetta
eiga vit beinanvegin at gera nakað við.
- Eg haldi tað vera ógvuliga sannlíkt, at
nógvur toskur og hýsa eru á Føroyabanka.
Hann vísir á, at Havstovan hevur staðfest
nógva hýsu á Bankanum seinastu árini, men
tað kemur tíverri ikki upp á tal at sleppa at
royna her, hóast vinnan metir, at toskur eisini
er at fáa á Føroyabanka.
- Tað gevur kanska eina betri heildarmynd
av týdninginum, sum Føroyabanki kann hava,
um vit samanbera toskanøgdirnar á Banka
num við tað, sum føroysk línuskip kunnu veiða
á Flemish Kap og undir Íslandi.
Kristian Martin Petersen vísir á, at føroyska
kvotan á Flemish Kap í 2018 var umleið 2.500
tons, og í 2019 verður hon ætlandi umleið 3.900
tons. Føroyska toskakvotan undir Íslandi hevur í
nógv ár ligið um 1.200 tons, men seinstu árini er
hon hækkað til umleið 1.800 tons.
- Tað er torført at skilja, at føroysk línuskip
skulu noyðast at sigla framvið Føroyabanka
og á havleiðirnar hjá øðrum, tá Bankin kann
geva upp í 6.000 tons av toski um árið. Í staðin
fyri at sleppa at fiska á Føroyabanka, noyðast
føroysk línuskip á fjarleiðirnar við Flemish Kap,
Grønland og Ísland at fiska.
Hann sigur, at fiskimenn duga illa at skila, at
Føroyabanki framvegis er stongdur, og at eingin
royndarveiða hevur verið loyvd øll hesi ár.
- Eg ivist ikki í, at nakrar línuroyndir á
Bankanum høvdu givið eina sannari mynd
av støðuni enn tær fáu yvirlitstrolingarnar hjá
Havstovuni geva. Hetta skal tó ikki skiljast so
leiðis, at eg ikki havi virðing fyri tí arbeiði, sum
Havstovan ger.
Kristian Martin Petersen sigur, at eingin av
teimum, hann hevur við at gera í vinnuni, skilir,
hví vit ikki gera paralellar royndir, ið antin stað
festa ella avsanna tað, sum Havstovan sigur.
- Um friðingarnar einki úrslit hava við sær,
er tíðin kanska komin til, at vit tora at gera
okkurt annað, sigur línuskipareiðarin.
Vinnan skilir ikki at
bankin er stongdur
- EG HALDI TAÐ VERA ÓGVULIGA SANNLÍKT, AT NÓGVUR TOSKUR OG HÝSA ERU Á FØROYABANKA, SIGUR LÍNUSKIPAREIÐARI
- Í gomlum døgum var toskurin av Føroyabanka okkara høvuðsbrand á útflutningssíðuni, sigur Kristian Martin Petersen