Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-29, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. november 2018síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 10 november 2018 30 Áttu at gjørt nógv fleiri royndir á Bankanum Skipaðar royndir eru upplagdar - FØROYABANKI KUNDI VERIÐ BÝTTUR UPP Í ØKIR, SO ROYNDIRNAR IKKI VÓRU UM ALLAN BANKAN SAMSTUNDIS, SIGUR JACOB VESTERGAARD, FYRRVERANDI LANDSSTÝRISMAÐUR Í FISKIVINNUMÁLUM - ÁÐRAR OG ØÐRVÍSIÐ ROYNDIR KUNDU STAÐFEST, UM NAKAÐ ER Í GITINGUNUM, SERLIGA FRÁ FISKIMONNUM, UM TOSKIN Á FØROYABANKA, SIGUR BJARNI HAMMER Vilmund Jacobsen Løgtingslimurin og framsøgumaðurin í fiski­ vinnu­málum hjá Tjóðveldi, Ingolf S. Olsen, heldur okkurt benda á, at broytingar tann rætta vegin eru við at henda á Føroya Banka. - Eitt nú vísti yvirlitstrolingin hjá Magnusi Heina­syni í september í ár, at nógv er til av hýsu og skip, sum sigla tvørtur um Bankan og hava ekkoloddið frá, siga frá heilt góðari skrift av hýsu. Eisini hevur verið nógv til av havtasku á Føroyabanka seinastu árini. Hann heldur, at eitt nú hesi viðurskifti kundu talað fyri, at vinnuligar fiskiroyndir eisini eiga at verða gjørdar á Føroyabanka. - Men, sambært kanningunum hjá Hav­ stovuni er toskurin á Bankanum tó als ikki komin fyri seg aftur enn, minni er nú aftur at fáa av longu, og lítið er til av upsa, og hesi viður­skifti tala ímóti vinnuligum royndum. Ingolf S. Olsen heldur, at tað í øllum førum má farast ógvuliga varisliga fram, og vinnuligar royndir eiga bert at gerast, um Havstovan heldur tað vera ráðiligt. Viðkvom vistskipan Løgtingslimurin vísir á, at vistskipanin á Føroya­banka er so viðkvom – tað haldi eg, at allar royndir hava víst – at vit als ikki hava ráð at ”gambla” og gera ímóti fakligu tilráðingunum við­víkjandi fiskiskapi har. - Serliga nú gevur tað absolutt onga meining at trýsta vinnuligan royndarfiskiskap ígjøgnum á Føroyabanka, um tey á Havstovuni halda nak­að annað. Hetta tí, at botnfiskiskapurin, upsa­fiskiskapurin undantikin, av álvara sær út til at hava tikið seg upp aftur á øllum øðrum leið­um í heimasjógvi. Ingolf S. Olsen heldur, at tá viðurskiftini á havi­num nú annars vísa seg at vera við okkum, hava vit eina so mikið betri orsøk til at geva Før­oya­banka frið so leingi, sum heildarstøðan á Banka­num er so ivasom. Vilmund Jacobsen Bjarni Hammer, løgtingsmaður og fram­søgu­ maður í fiskivinnumálum, vísir á, at Føroya­ banki hevur verið stongdur í tíggju ár, uttan at yvirl­its­t­rolingar hava víst nakra uppgongd við toska­stovninum yvirhøvur. - Eg haldi, at tíðin er komin at gera aðrar roynd­ir, áðrenn vinnuligur fiskiskapur verður tik­in uppaftur á Bankanum. Skipaðar royndir við línu eru upplagdar, men eg haldi eisini, at nakrar royndir við gørnum eiga at vera gjørdar, ser­liga eftir havtasku. Bjarni Hammer vísir á, at toskur etur tosk, men havtaska etur eisini tosk. Tí hevði tað verið áhugavert at sæð býtislykilin teirra mill­um. - Tað eru nógv ár síðan, at so nógvur toskur hevur verið veiddur á grunnunum, serliga inn­ an fyri seks fjórðingar, sum hesa seinastu tíðina. Løgtingsmaðurin heldur, at royndir við línu og gørnum uttan iva fara at hjálpa Havstovuni við hagtølum og rættari og kanska veruligum met­ingum.  - Allar ábendingar vísa á eina sera góða til­ gongd av toski á grunnunum, og tølini tala. Tí vil tað vera undrunarvert, um ikki væl meiri av toski er á Føroyabanka enn verandi royndir frá yvir­lits­trolinginum higartil hava víst.  Bjarni Hammer heldur, at aðrar og øðrvísið royndir kundu fingið staðfest, um nakað er í git­ing­unum, serliga frá fiskimonnum, um tosk­ in á Føroyabanka.   - Er toskurin komin aftur - ella er hann ikki? Eg vóni og hopi, at hann er! sigur løg­tings­mað­ urin og framsøgumaðurin í fiski­vinnu­málum. Faklig tilmæli skulu fylgjast - VISTSKIPANIN Á FØROYABANKA ER SO VIÐKVOM, AT VIT ALS IKKI HAVA RÁÐ AT ”GAMBLA” OG GERA ÍMÓTI FAKLIGU TILRÁÐINGUNUM, SIGUR INGOLF S. OLSEN Vilmund Jacobsen - Eg eri samdur við Kristian Martin Peter­sen, línuskipareiðara, um, at vit eiga at gera nógv fleiri royndir á Føroyabanka, enn vit higartil hava gjørt, bæði við línu og troli. Tað sigur Jacob Vestergaard, fyrr­ver­andi landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Hann vísir á, at tað eisini er annar fiskur á Føroyabanka enn toskur og hýsa, sum vit sjálvtsagt eiga at gagnnýta. - Tað er onkur sum heldur, at hesin fisk­ ur, eitt nú havtaska, skøta og annað, kann vera ein av orsøkunum til, at so lítið av toski kemur undan, sigur fyrrverandi lands­ stýrismaðurin. Býttur í økir Jacob Vestergaard heldur ikki, at tað hevði gjørt nakað, um trolarar eisini sluppu inn á ein part av Føroyabanka, so botnurin har varð reinsaður fyri krossfisk og annað. - So, kundu vit eftirfylgjandi eygleitt, hvørja ávirkan tað hevði havt á tilgongdina av toski. Hann heldur, at skipað royndarveiða við línu eisini hevði givið eina góða mynd av støðuni á Bankanum. - Føroyabanki kundi verið býttur upp í økir, so royndirnar ikki vóru um allan bankan samstundis, heldur Jacob Vester­ gaard. Stongdar leiðir Fyrrverandi landsstýrismaðurin vísir á, at sama er galdandi fyri allar tær stongdu leið­ ir­nar á Føroyagrunninum, sum er galdandi fyri Føroyabanka í løtuni. Fleiri eftirmetingar eru gjørdar av stongdu leiðunum, men higartil hevur tað ikki víst seg at vera politisk undirtøka fyri at gera nakað. - Men, tað hevur víst seg, at har bann fyrst er sett fyri fiskiskapi, er sjáldan blivin nakar veruligur fiskiskapur aftur, sigur Jacob Vestergaard. - Sambært kanningunum hjá Havstovuni er toskurin á Føroyabanka als ikki komin fyri seg aftur enn, sigur Ingolf S. Olsen