Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-29, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. november 2018síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 14 november 2018 30 Árni Gregersen Seinastu árini hevur JT electric ment eina fóður­skipan til føroysku alivinnuna, sum hevur fingið rættuliga gott orð á sær. Allar alifyritøkur í Føroyum brúka skipanina og nú er hon eisini seld uttanlands. Størstu fyrimunirnir við fóðurskipanini er, at hon er neyv, løtt at brúka og er opin fyri triðjapart forritum. -Hetta er spennandi fyri okkum, tí vit fáa góðar afturmeldignar við hesi skipanini, sigur Súni Justinussen, stjóri í fyritøkuni í Kambsdali. -Hendan skipanin er ment av álvara seinastu fýra árini. Vit hava arbeitt tætt saman við føroysku alifeløgnum. Tey hava sett krøvini og so hava vit funnið loysnirnar, sigur stjórin. Skipanir eru seldar í Noreg til norsku ali­ vinnuna, har tað annars er torført at sleppa inn á marknaðin. Norska alivinnan er ómetaliga stór, men tað ger so sjálvandi eisini, at undir­ veit­ararnir í Noreg eru stórir og dugnaligir. Kortini er tað eydnast at sleppa inn á norska mark­naðin við fóðurskipanini, sum altso er ment í Kambsdali. -Vit hava í nógv ár arbeitt við útgerð til ali­vinnuna, so hetta er ikki nýtt fyri okkum. Hendan skipan ger, at vit kunnu bjóða okkum fram á altjóða marknaðinum, sigur Súni Justinus­sen. Hann vísir eisini á, at fyritøkan hevur sett ferð á altjóða sølu. Fólk frá fyritøkuni ferðast runt og selja útgerð til alivinnuna og nú eisini vælvirkandi fóðurskipanina. Rættan hugburð Súni Justinussen hevur sitið sum stjóri í fyri­ tøkuni síðani oktober í fjør. Hann leggur ómetaliga stóran dent á, at tað sum fyritøkan framleiðir skal gerast til fulnar og ikki bara hálvt. -Eg haldi tað er avgerandi, at tá ið vit fara inn í eina verkætlan, so gera vit tað 100 pro­ sent. Í nógvum vinnum – og kanska serliga í ali­vinnuni – eru so stór virðir uppá spæl, at tað sum vit levera skal virka tá ið vit lata tað úr hondum. Tað er eitt krav, sigur hann. Hann vísir eisini á, hvussu avgerandi tað er at røkja heimamarknaðin, sjálvt um ein eisini arbeiðir á altjóða marknaðinum. -Tí tað ber sjálvandi ikki til at fara út í heim at bjóða seg fram, um ein ikki megnar at røkja heima­marknaðin til lítar. Tí mugu vit ongantíð gloyma, hvaðani vit koma og hvar vit hava ment okkum til tað vit eru í dag, sigur Súni Justinussen. Fyritøkan arbeiðir sum nevnt nógv á norska mark­naðinum og hevur júst keypt eitt konsept til ein fóðurflaka, sum ein norsk fyritøka annars hevur ment. Fyrimunirnir eru, at konseptið liggur klárt og er roynt í norsku alivinnuni, so JT vinnur nógva tíð. -Tekningarnar eru har, so vit sleppa undan at byrja frá grundini. Tað arbeiði er gjørt, sigur stjórin Góð 30 fólk JT electric var sett á stovn, sum ein vanlig el-fyritøka. Jóannes Thomsen stovnaði fyri­ tøkuna. Tá ið alivinnan av álvara tók seg upp, var lagt á annan bógv og virkið fór undir at fram­leiða til hendan nýggja ídnaðin. Farið var undir at menna ljós til aliringar, undirsjóvar kamera og automatikkir til alingina. Her var fyritøkan rættuliga skjótt frammarlaga og seldi útgerð í Føroyum umframt til eini 20 onn­ur lond. -Vit selja framvegis til nógv lond, men fyrst og fremst til føroyska marknaðin og til tey londini, sum liggja nærmast okkum – altso Ísland, Noreg og Skotland, sigur Súni Justinussen. Í dag eru 32 fólk í fyritøkuni. Menning­ ar­deildin stendur fyri at skapa nýtt, men alt byggir á tætt samstarv millum starvsfólkini og tær fyritøkur, JT er undirveitari til. -Men okkum hevur eisini eydnast skapa eitt sera gott samstarv við Vónina og KJ hydraulik, so vit saman kunnu veita alt, sum skal til á eitt alibrúk á sjónum, sigur Súni Justinussen. Hann leggur afturat, at JT eisini er veitari til stóru smoltstøðirnar á landi. Tað vísir seg, at eisini har er brúk fyri fóðurskipan, ljósum og øðr­um, sum eisini verður brúkt til alingina á sjógvi. -Hetta er ein ómetaliga avbjóðandi tíð fyri okk­um, men eisini spennandi, tí møguleikarnir eru so nógvir, sigur stjóri á virkium. Føroysk fyritøka vinnur fram í altjóða alivinnuni JT ELECTRIC ER AT ÁLVARA FARIÐ AT GERA UM SEG UTTANLANDS – EISINI Í NORSKU ALIVINNUNI