hósdagur 29. november 2018síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
16
november 2018
30
Vilmund Jacobsen
Hilmar Johannesen, sum man vera ein av
okkara royndastu, tá ræður um veiði eftir
brislingi, vaks upp saman við systkjum sínum
í hesum umhvørvi í Søldarfiðri.
Longu í 1966 byrjaði pápi hansara, Jóan
Jakku Johannesen, sáli, at veiða sild við nót, og
tá var hetta við einum seksæringi, sum beiggi
hansara og ein vinmaður áttu.
Nøkur fá ár í 1970-unum snerpaðu teir
ikki, men tá hevði Jóan Jakku Johannesen eitt
10-mannafar, sum hann kundi fara á flot við.
Í 1978 keypti hann Nordafarbát, sum eisini
bar navnið Katrin, og henda bátin høvdu teir í
Søldarfirði heilt fram til 2009, tá teir keyptu ein
AWI-skrokk við húsi, sum Jóan Jakku og synir
hansara riggaðu til nótaveiði.
Var virkin til tað seinasta
- Pápi doyði í 2015, men hann var virkin heilt
til tað seinasta – ja, hann var enntá í bátinum
tvær vikur, áðrenn hann doyði, sigur sonurin,
Hilmar Johannesen, sum saman við brøðrum
sínum og øðrum í familjuni hevur ført lívsverkið
hjá pápanum víðari.
Nýggja Katrin er ein sera snøggur bátur,
sum burtur av er riggaður til nótaveiði eftir
brislingi og sild.
- Vit, sum hava rikið hetta virksemi víðari,
síðan pápi doyði, eru í fyrsta lagi tríggir brøður,
svágur, systirsonur og versynir.
Hilmar Johannesen sigur, at Katrin hevur
tey loyvi, sum bátar í hesi støddini í bólki 5B
hava, men seinnu árini hevur báturin at kalla
bara verið brúktur til veiði við nót.
- Vit hava eisini hummaraloyvi, sum varð
brúkt í sínari tíð, men hetta loyvi hevur ikki
verið brúkt seinnu árini.
Hann sigur, at onkur túrur er gjørdur við
snellu, síðan nýggi báturin kom, men lína
hevur ikki verið brúkt í bátinum.
Vetur og vertíð
Tað er veturin, sum er vertíðin til brisling. Van
liga byrjar veiðan nakað út í november, og
síðan verður brislingur veiddur til út í februar.
- Vit gjørdu nakrar góðar dagar herfyri, men
í seinastuni hevur einki verið at fingið. Síðan vit
fingu henda bátin, hava vit roynt meira víða, enn
vit gjørdu við Nordafar-bátinum, og herfyri fingu
vit væl av brislingi í Haraldsundi og Hvannasundi
og eitt lítið sindur inni á Funningsfirði.
Hilmar Johannesen sigur, at minni hevur
verið at fingið á Skálafjørðinum seinnu árini,
men ytri á Skálafjørðinum, á Tangafirði og í
Sundalagnum hevur stundum borið til.
- Fara vit langt aftur í tíðina, var tað serliga
Skálafjørðurin, sum var álitið, men soleiðis er
tað ikki longur, leggur hann aftrat.
Brislingur og sild
Hann sigur, at um veturin, tá brislingur plagar at
vera at fáa, hendir seg eisini, at teir kunnu gera
okkurt gott sildakast.
- Eg minnist tveir dagar – við fáum døgum
ímillum – út fyri Toftabygd. Annan dagin fingu
Teir veiða
brisling og
sild um
vetrarnar
- VIT GJØRDU NAKRAR GÓÐAR DAGAR HERFYRI, MEN Í SEINASTUNI HEVUR EINKI VERIÐ AT FINGIÐ. SÍÐAN VIT FINGU HENDA
BÁTIN, HAVA VIT ROYNT MEIRA VÍÐA, ENN VIT GJØRDU VIÐ NORDAFAR-BÁTINUM, OG HERFYRI FINGU VIT VÆL AV BRISLINGI
Í HARALDSUNDI OG HVANNASUNDI OG EITT LÍTIÐ SINDUR INNI Á FUNNINGSFIRÐI, SIGUR HILMAR JOHANNESEN
Her liggur Katrin
inni í bátahylinum
á Toftum við
nógvum fiski