hósdagur 29. november 2018síða 45
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
17
november 2018 30
vit meira enn fullan bát við sild, og hin dagin
fullan bát við brislingi.
Onnur, sum minnast júst hesar dagarnar,
sóu Katrin liggja fullfermda inni í bátahylinum
á Toftum – við nógvum fiski aftrat í nótini, sum
teir sleipaðu eftir sær.
Katrin tekur umleið 18 tons av fiski, og tá er
báturin at kalla fullfermdur.
Ikki fulltíðarvinna
Hilmar Johannesen sigur, at royndin eftir
brislingi og sild við Katrin ikki gevur nøkrum
fulltíðarvinnu.
- Flestu av okkum, sum plaga at vera við
bátinum, hava annað arbeiði, men við tað, at
vit eru einir sjey í tali, sum kunnu verða við,
ber sum oftast til at manna bátin, tá farast skal
avstað.
Hann vísir á, at árini hava roynst misjøvn.
- Tey árini rundan um 2010, tá nógvur
makrelur var her um oyggjarnar, fekst ógvuliga
lítið av brislingi, og eg eri onga løtu í iva um, at
makrelurin gekk eftir brislinginum.
Hilmar Johannesen sigur, at tað hevur
gingið væl at sloppið av við brislingin, sum í
flestu førum er seldur til Havsbrún.
- Men, seinnu árini, nú Tavan í Leirvík hevur
gjørt royndir við brislingi, hava vit selt brislingin,
tá støddin hevur verið hampiliga góð, til
Tavuna, har vit eisini hava fingið eitt sindur
betri prís, sigur hann.
Nýggja Katrin er frá 2009.
Teir keyptu ein AWI-
skrokk við húsi, sum Jóan
Jakku og synir hansara
riggaðu til nótaveiði