fríggjadagur 26. november 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 227 - 26. november 2004
Nr. 227 - 26. november 2004
3
Komandi vikuskifti
verður jólasølan hjá
Føroya Heimavirkis-
felag. 52 básar við
handgjørdum lutum
verða til sølu bæði
leygardagin og
sunnudagin í høllini
á Hálsi
JÓLASØLA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Bundin pløgg, smákøkur
og alskyns handgjørdir lutir
verða til sølu leygar- og
sunnudagin til árligu jóla-
søluna hjá Føroya Heima-
virkisfelag. Sølan verður í
ítróttarhøllini á Hálsi kom-
andi vikuskifti, og ikki
færri enn 52 básar verða.
Tað eru limir hjá felag-
num, sum selja teirra lutir,
og nógv plaga at vitja.
Ójavnt er hvussu hvør plag-
ar at selja, men samanum-
tikið hevur sølan verið á
einari leið, sigur Mikala
Gulklett, ein av limunum í
felagnum.
Føroya Heimavirkisfelag
hevur skipað fyri jólasølu
seinastu 12 árini. Jólasølan
er eins og Gluggaglæman
ein roynd at leggja dent á
tey, ið sita heima og virka.
— Vit royna at gera ein
platform fyri tey anonymo
kreativu, sum virka nógv
heima, men ikki eru so
nógv úti um seg, greiðir
Mikala frá.
Nógv voksin
Jólasølan
hjá
Føroya
Heimavirkisfelag er nógv
voksin seinastu árini. Byrj-
að varð fyri 12 árum síðani
í gamla vaskarínum, men
seinni varð tiltakið flutt í
Gundadalshøllina. Og í ár
eru so mikið nógvir luttak-
arar, at tey gjørdu av at
leiga høllina á Hálsi til
endamálið.
Í fjør vóru um 30 básar til
jólasøluna, meðan teir í ár
eru heili 52 í tali. So ikki
kann sigast annað, enn at
kreativiteturin livir væl í
Føroyum.
Tað eru bara limir í Før-
oya Heimavirkisfelag, sum
hava básar, og tey standa
sjálvi í størsta mun og selja
teirra lutir.
Mikala sigur, at sølan
altíð hevur verið vælvitjað.
Hon veit tó ikki, hvussu
sølan hevur verið, men
heldur, at tey sum heild
hava selt rímuliga væl.
Básarnir verða settir upp
fyri limirnar, men so prýða
tey og stilla upp sjálvi. Og
skulu sum sagt sjálvi passa
básarnar, meðan sølan er
opin.
Jólasølan verður opin
leygardagin frá klokkan 10
— 19 og sunnudagin frá
klokkan 14 — 19.
Handgjørdar jólagávur
Jólasølan hjá
Føroya
Heimavirkis
felag hevur í
mong ár
hildið til í
Gundadals-
høllini, men
í ár verður
hon í høllini
á Hálsi, tí so
nógir básar
verða
C
M
Y
K
3
2