Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-26, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. november 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 227 - 26. november 2004 Nr. 227 - 26. november 2004 5 UTTAN ÚR HEIMI Góð partabrøv Tey, sum eiga partabrøv í norsku alivinnuni, hava gjørt kvetti teir seinastu dagarnar, tí virðið á partabrøvunum hevur verið støðugt hækkandi. Orsøkin er, at laksaprís- urin hevur verið hækkandi, samstundis vandin fyri ein- ari nýggjari kvotuskipan og minstaprísi á ES-markn- aðinum er lítil. Aftenposten skrivar, at partabrøvini í Fjord Seafood Group eru hækkað úr 2,00 krónum í 2,50 krónur, í Lerøy Seafood Group eru tey hækkað úr 29,00 í 32,50 krónur, og í Domstein er partabrævavirðið hækkað úr 5,00 í 5,50 krónur. Eisini tey, sum eiga partabrøv í stór- fyritøkuni Pan Fish, hava fingið ágóða av teimum batn- aðu útlitunum. Har eru partabrøvini fallin úr 4,00 krón- um í 1,30 krónu teir báðar seinastu mánaðarnar, men nú er fallið steðgað. Aftenposten skrivar, at viðurskiftini á ES-marknaðin- um eru við at koma í rættlag, eftir at ES setti verjutiltøk í verk í august. Tey fara úr gildi 6. februar næsta ár. Lúgva illa Í USA vísir ein kanning, at fólk aftra seg ikki við at gera ov nógv av ella at lúgva, tá tey søkja starv. Felagið Challenger, Gray & Christmas hevur kannað 249.000 umsóknir, og úrslitið var, at í 52 prosentum av umsóknunum veik innihaldið frá veruleikanum. Eitt nú løgdu fólk eitt sindur afturat, tá tey skuldu upplýsa, hvørjar karakterir tey høvdu fingið í skúlanum. Onnur søgdu seg hava havt hægri størv, enn tey í veruleikan- um høvdu havt, og fleiri søgdu seg forvinna meiri í løn, enn tey í veruleikanum gjørdu. Ja, tað eru eisini tey, sum siga seg hava arbeitt hjá fyritøkum, sum als ikki eru til, og summi siga seg hava útint brøgd, sum heldur ikki eru í samsvari við veruleikan. Sambært Challenger, Gray & Christmas eru tað bara teir fægstu arbeiðsgevararnir, sum varnast skeivleikarnar í umsóknunum, tí kanningin kemur til ta niðurstøðu, at bara 15 prosent av umsóknunum verða kannaðar. Skuldin veksur Týska stjórnin hevur lagt fram sítt fíggjarlógaruppskot fyri 2005, og tað vísir, at týski ríkiskasin noyðist at læna 22 milliardir evrur næsta ár, soleiðis at almenna skuldin kemur upp á 1,4 billión evrur. Andstøðan er í øðini og leggur stjórnina undir at skuldarbinda týska fólkið fleiri ættarlið fram í tíðina. Men Gerhard Schrøder, kanslari, vísir atfinningunum aftur. Í einari røðu mikudagin segði hann, at týski út- flutningurin er veksandi, og at ávís framstig eru at síggja aðrastaðni eisini. At Opel og aðrar fyritøkur eru illa fyri, kann stjórnin ikki lastast fyri, tí í flestu førum eru tað leiðslurnar, sum hava skyldina. Politikararnir skulu ikki stýra fyritøkunum, men útvega teimum teir neyðugu karmarnar, og tað er tað, vit gera, segði Gerhard Schrøder. Men andstøðan heldur ta almennu skuldina vera alt ov stóra. Talsmaðurin hjá CSU, Michael Glos, segði mikudagin, at nú er skuldin so stór, at hvør einasti nýføðingur fær eina skuld upp á 82.000 evrur í vøggugávu frá tí almenna. Djór til heiður og æru Í Bretlandi hava myndugleikarnir nú heiðrað djór, sum hava gjørt tænastu hjá bretska herinum. Tað hendi, tá Anna prinsessa fyrr í vikuni avdúkaði eina standmynd, sum vísir tvey klyvjadjór við herútgerð. Aftan fyri tey ganga eitt ross, ein hundur og fleiri onnur djór. Rithøvundurin Jilly Cooper, sum í fleiri ár hevur roynt at fáa myndugleikarnar at heiðra djórini, sum gjørdu tænastu í bretska herinum, segði undir hátíðarhaldinum, at í seinastu øld brúktu bretar fleiri milliónir djór til her- tænastu, og at flestu teirra lótu lív. Hildið verður, at átta milliónir ross doyðu í tænastu hjá bretska herinum undir fyrra heimsbardaga, tey flestu av møði, sjúku ella svongd, og bretar brúktu eisini fleiri hundraðtúsund brævdúgvur í teimum báðum heimsbardøgunum. Bretar hava eisini eina skipan, har djór og fuglar kunnu fáa heiðurstekin fyri serligan dugnaskap í kríggi. Higartil hava 60 djór og fuglar fingið hetta heiðurstekinið. Aker Kværner, sum Kjell Inge Røkke eigur meirilutan í, hevur fingið tilboð um at yvirtaka fleiri olju- og gassleiðir í bretskum og donskum øki. OLJUVINNA Árni Joensen fartekst@mail.dk Aker Kværner stovnaði á sinni felagið Aker Energy, sum var uppi í oljuleiting í norskum øki, men tá Aker Kværner bleiv umskipað, bleiv oljufelagið selt burt- urúr. Men Kjell Inge Røkke hevur kortini ikki slept oljuni. Aker Kværner rekur eitt oljuøki í bretskum øki saman við Amerada Hess, og nú hevur felagið fingið tilboð um at yvirtaka fleiri øki í donskum og bretskum sjógvi, skrivar Aftenposten. Talan er um øki, har fram- leiðslan er farin at minka. Bæði í bretskum, donskum og norskum øki eru fleiri brunnar, sum eru um at tømast, og tað eru slíkar brunnar, Aker Kværner hevur fingið tilboð um at tøma. Inge K. Hansen, stjóri í Aker Kværner, sigur við Aftenposten, at arbeiðið í bretskum og donskum øki skal stýrast úr Aberdeen. Hann leggur dent á, at felagið skal ikki sammetast við tey vanligu oljufeløg- ini, men heldur sum ein liður í oljuvinnuni. – Okkara lutur kann roknast sum eitt íkast fyri at fáa fatur á teimum seinastu dropunum, sigur Inge K. Hansen, sum fyrr hevur verið stjóri í Statoil. Røkke aftur í oljuna Andstøðan í Ukraina ætlar sær nú at seta harðari tiltøk í verk fyri at noyða stjórn- ina at ógilda úrslitið av forsetavalinum. Samstundis ávarar stjórnin Vesturheim- in ímóti at leggja uppí UKRAINA Árni Joensen fartekst@mail.dk Frælsisgøtan í Kiev hevur teir seinastu dagarnar verið karmur um tiltøkini hjá andstøðuni, sum heldur uppá, at hennara forsetaval- evni, Viktor Jusjtjenko, vann valið seinasta sunnu- dag, men nú ætlar and- støðan at herða tiltøkini. Formaðurin í sosialista- flokkinum, Oleksander Moroz, sum er ein av stuðl- unum hjá Jusjtjenko, segði í gjár, at ætlanin er at skipa fyri aðalverkfalli um alt landið. Harafturat verða allar verksmiðjur stongdar, skúlarnir verða eisini stongdir, og øll tokferðsla verður løgd lamin. Viktor Jusjtjenko hyevur mælt Vesturheiminum til at gera sína ávirkan galdandi, men Leonid Kutsjma, for- seti, ávarar Vesturheimin ímóti at leggja seg út í innanhýsis ukrainsk viður- skifti. Amerikanski stjórnin hevur mælt ukrainsku myndugleikunum til at loysa kreppuna í sátt og semju, og Colin Powell, utt- anríkisráðharri, segði mikukvøldið, at USA fylgir gjølla við gongdini. – Ber ukrainska stjórnin seg ikki rætt at, fær tað av- leiðingar fyri viðurskiftini okkara millum, segði Pow- ell. Um somu tíð kunn- gjørdi kanadiska stjórnin, at ukrainska stjórnin hevur fulla ábyrgd av tí, sum hendir í landinum. ES og NATO hava mælt ukrainsku myndugleikun- um til at ógilda valúrslitið. Russland sigur haraftur- ímóti, at úrslitið var í lagi. Mæla til aðalverkfall og avbyrgingar Viktor Jusjtjenko framman fyri teirri stóru mannfjøldini í miðbýnum í Kiev Ósømi- ligt at viðgera persónar – Tað er ikki góður siður, at persónar verða viðgjørdir í løgtinginum, sigur Edmund Joensen, løgtingsformaður. Hann mælir til sjálvjustits KJAK Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tá ið Høgni Hoydal mikudagin setti løgmanni ein munnligan fyrispurn- ing um, at formaðurin í Búskaparráðnum hevði sagt seg frá orsaka av persónligum álopum frá leiðandi politikarum, stóðst eitt drúgvt og hart kjak av hesum. Tingmenn løgdu ikki fingrarnar ímillum, og í umleið ein hálvan tíma var formaðurin í Búskap- arráðnum í miðdeplinum í harða kjakinum. – Um tingið vil hava ein fyrispurning svaraðan, so verður hann svaraður, men tað er ikki góður sið- ur at viðgera persónar í tinginum, sigur Edmund Joensen, løgtingsfor- maður. – Tingsins røðarapallur er tann fríasti røðarapall- urin í landinum, men hann krevur eisini, at tingmenn kenna ábyrgd fyri tí, sum teir siga. For- mansskapurin kann ikki verja seg fyri tí, sum ting- menn ætla sær at siga, men vit kunnu átala tað aftaná, sigur Edmund Joensen. Hann mælir til sjálvjust- its millum løgtingsmenn- inar, so at privatpersónar ikki verða viðgjørdir á røðarapallinum. Eisini 2. næstformaðurin í løgtinginum, Vilhelm Johannesen, mælir frá slíkum kjaki, sum var í tinginum mikudagin. – Vóru tað tingmenn ella landsstýrismenn, sum vórðu viðgjørdir á handan hátt, so var kjakið í lagi, men tað var alt ov persón- ligt ímóti einum manni, sum ikki kundi taka orðið ella svara aftur, sigur Vil- helm Johannesen. – Og eg haldi, at Høgni Hoydal hevur høvuðs- ábyrgdina fyri, at vit fingu hetta kjakið. Hann setti formannin í Búskap- arráðnum á dagsskrá í tinginum, og tað skuldi hann ikki havt gjørt av fyrstan tið, heldur Vil- helm Johannesen. Tingmenn høgdu til høgru og vinstru Tingmenn vóru ikki mjúkir í viðgerðini av hvørjum øðrum og formanninum í Bú- skaparráðnum, tá ið ein munnligur fyri- spurningur frá for- manninum í Tjóð- veldisflokkinum var viðgjørdur. Høgni Hoydal vildi hava per- sónliga álopini á Her- mann Oskarsson at steðga, men tingmað- ur helt, at ein fyrrver- andi »vulger-marxist- ur« og »Pol Pot- kommunistur« mátti tola eitt sindur av HETZ Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Hetz. Persónlig álop. Hótt- anir. Fasist. Kommunist og marxist. Tað vóru nøkur av orðun- um, sum vóru uppi og vendu, tá ið løgtingið mikudagin viðgjørdi ein munnligan fyrispurning frá Høgna Hoydal til løgmann, Jóannes Eidesgaard. Orsøkin til fyrispurning- in var, at formaðurin í Búskaparráðnum, Her- mann Oskarson, hevur lagt frá sær. Formaðurin í Tjóð- veldisflokkinum segði í sínum fyrispurningi, at ein orsøk til hetta var persónlig hetz frá leiðandi politikar- um, og tað helt hann verða sera álvarsamt. – Við løgmanni, varaløg- manni og landsstýrismann- inum í Fíggjarmálum á odda - væl stuðlað av fak- felagsformanni og sam- gongulimum - er ein ósak- lig og persónlig hetz førd móti formanninum í Bú- skaparráðnum, segði Høgni Hoydal í viðmerkingunum til sín fyrispurning. Hann vildi hava at vita, hvat løgmaður helt um við- ferðina av Hermanni Osk- arsson, og hví hann einki hevði gjørt fyri at steðga hetzini. Ósannir pástandir Hósdagin svaraði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, fyri- spurninginum í løgtingin- um, og viðgerðin gjørdist bæði harðlig og persónlig. Løgtingsmenn høgdu eftir hvørjum øðrum, og Her- man Oskarson var eisini í miðdeplinum. Fleiri tingmenn tóku orð- ið, og flestu teirra hildu, at formaðurin í Búskapar- ráðnum má tola eitt sindur av kritikki, tá ið hann sjálvur kemur við hørðum kritikki. Jóannes Eidesgaard nýtti nógva av sínari tíð til at finnast at spyrjaranum, sum hann helt manipuler- aði, royndi at skapa øsing og kom við ósonnum pá- standum í sínum fyrispurn- ingi. – Hetta er ein løgin spurningur at fáa, og tað er trupult at viðgera persóns- mál. Men spyrjarin skal fáa svar, segði løgmaður. Hann helt, at einki í tí, sum Høgni Hoydal førdi fram, vísti eina hetz av for- manninum í Búskaparráðn- um. Greinarnar, sum for- maður Tjóðveldisfloksins vísti til í sínum fyrispurn- ingi, snúðu seg als ikki um Hermann Oskarsson, men heldur um Tjóðveldisflokk- in. – Tað er ein demokrat- iskur rættur hjá Hermanni Oskarsson at leggja frá sær, men tað er ósakligt at leggja tað saman við per- sónlig álop frá politikarum, segði Jóannes Eidesgaard. Løgtingsformaðurin talaði at Fleiri tingmenn blandaðu seg upp í kjakið, og serliga umboðini fyri Fólkaflokkin vóru atfinningarsom ímóti formanninum í Búskapar- ráðnum. Jørgen Niclasen helt, at Hermann Oskarsson læt seg brúka av Tjóðveldis- flokkinum til at flyta før- oysk mál til Danmarkar at øsa fólk við. – Ein kritiskur persónur í samfelagnum má eisini sjálvur tola kritikk, segði Jørgen Niclasen, og hendan hugsan var fleiri ferðir end- urtikin av røðarapallinum í tinginum. Eisini Óli Breckmann førdi hetta sjónarmið fram, hóast hann nýtti munandi harðligari orðalag enn hinir. – Skal ein fyrrverandi vulger-marxist og Pol Pot- kommunist ikki tola eitt høgg her og har, tað er tvætl, segði Óli Breckmann. Løgtingsformaðurin tal- aði at útsøgnini hjá Óla Breckmann og segði, at tað var skeivt, at samanlíkna føroyingar við hópdráps- menn í útheiminum, og Torbjørn Jacobsen helt, at tað var nakað tað sama at vera ein vulger-fasist. Høgni Hoydal vildi ikki kjakast við Óla Breckmann, og hann noktaði enntá at nevna navnið á honum. – Tit hoyra hann, mann kann ikki gera viðmerking- ar til slíkt, segði Høgni Hoydal. Persónurin viðgjørdur Var endamálið við fyri- spurninginum hjá Høgna Hoydal tað, at tann persón- liga viðgerðin av formann- inum í Búskaparráðnum skuldi steðga, so miseydn- aðist hetta. Nógva av tíðini var brúkt til at viðgera per- sónin Hermann Oskarsson. – Óansæð innihald, so hava frágreiðingirnar hjá Búskaparráðnum skapt viðkomandi kjak og hava sett kikaran á viðbrekin viðurskifti í samfelagnum. Tað undrar meg, at eingin politikari hevur harmast, at Hermann Oskarson leggur frá sær, segði Bill Justinus- sen úr Miðflokkinum. Finnur Helmsdal úr Tjóð- veldisflokkinum helt, at tað var gott við eini kritiskari, føroyskari rødd. – Og tá fakligheitin ikki røkkur, so verður farið eftir manninum heldur enn eftir bóltinum, segði hann. Langt úti Høgni Hoydal helt móti endanum av kjakinum, at tað var ófatiligt, at ting- menn komu upp á tingsins røðarapall at endurtaka all- ar persónligu atfinningar- nar ímóti Hermanni Osk- arsson, og løgmaður fram- vegis einki gjørdi fyri at steðga hesum. Jóannes Eidesgaard helt hinvegin, at Høgni Hoydal brúkti hetta málið í einum politiskum spæli, og tað var langt úti, at tað ikki bar til at viðgera tað við størri tign. – Formaðurin í Búskap- arráðnum skal tola eitt mót- pæl, men tað skal vera á sakligum støði, ikki á per- ónligum støði, segði løgmaður. Tá hevði tingið brúkt drúgva tíð til at umrøða ein embætismann fyri opnari mikrofon og skíggja. Hermann letur sum luft Hermann Oskarsson, formaður í Búskapar- ráðnum, hevur ongar viðmerkingar til við- gerðina av sær í løg- tinginum mikudagin. – Eg hoyrdi ikki kjak- ið, so eg leggi ikki í at gera viðmerkingar til tað, sigur hann. Men heldur tú, at tað er í lagi, at tingið viðger ein fyrispurning, sum snýr seg um teg? – Teir hava loyvi at spyrja um tað, teir vilja. Men leggur tú frá tær av teimum persónligu álopunum. – Tað er ein orsøk, men tað var nógv annað, sum spældi inn. Tað er sum at arbeiða í einum maskinrúmi, og so knappliga seta tær spurningin, um tú tímir at halda fram. Tíðin var komin at gevast, sigur Hermann Oskarsson. Formaðurin í Búskaparráðnum var í miðdeplinum, tá ið løgtingsmenn mikudagin kjakaðust um ein munnligan fyrispurning frá formanninum í Tjóðveldisflokkinum C M Y K 5 4