Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. november 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 227 - 26. november 2004 Nr. 227 - 26. november 2004 7 – Okkara egna stýris- skipan forðar okkum í at seta eina lóg í gildi, sum stríðir ímóti altjóða sáttmál- um og tí kann rækju- stuðulin gerast ein trupulleiki, sigur Jóannes Eidesgaard STUÐUL TIL RÆKJUFLOTAN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Ætlanin at veita rækjuflot- anum stuðul, kann gerast ein trupulleiki. Tað ásannar Jòannes Eidesgaard, løgmaður. Hann sigur, at tað er kanska ikki so nógv altjóða WTO-sáttmálin sum er ein trupulleiki. – Tað er líka nógv okkara egna stýrisskipan, sum kann gerast ein stórur trup- ulleiki í hesum sambandi, sigur hann. Løgmaður vísur á, at í okkara stýrisskipan stendur heilt greitt, at verður ein lóg sett í gildi í Føroyum, sum er í stríð við altjóða sáttmálar, sum Føroyar hava bundið seg til at halda, er hendan lóg ógildug. – Sostatt er tað heilt greitt, at tað ber ikki til hjá okkum at seta eina stuðuls- skipan í verk, sum stríðir ímóti altjóða sáttmálum. Løgmaður sigur, at her- fyri kom uttanlandsdeildin hjá løgmansskrivstovuni til ta niðurstøðu, at ætlaði rækjustuðulin er í stríð við altjóða sáttmálar. Nú er ein løgfrøðingur hjá felagnum Rækjuskipum komin til eina aðra niður- støðu og tað er, at talan neyvan er um brot á WTO– sáttmálan. Løgmaður sigur, at nú er uttanlandsdeildin í ferð við at kannað niðurstøðuna hjá løgfrøðinginum hjá felagn- um Rækjuskipum. Tað arbeiðið er ikki lið- ugt enn. Men løgmaður ásannar, at kemur uttanlandsdeildin framvegis til ta niðurstøðu, at talan er um brot á WTO- sáttmálan, verður tað ein trupulleiki, tí sum sagt forðar okkara stýrisskipan fyri, at vit seta eina lóg í gildi, sum er í stríð við altjóða sáttmálar, sum Før- oyar hava bundið seg til at halda. – Tað er lítið sum talar fyri, at ætlanin um stuðul til rækjuskipini er í stríð við altjóða lóg, sigur royndur sakførari STUÐUL TIL RÆKJUSKIP Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað er neyvan í stríð við altjóða rætt at lata rækju- skipunum almennan stuðul, soleiðis sum samgongan hevur ætlað. Tað sigur ein av okkara royndastu sakførarum, Halgir Winther Poulsen. Ætlanin at lata rækju- skipunum stuðul dovnaði at kalla burtur, eftir tað kom fram, at hetta helst var í stríð við altjóða sáttmálar. Hetta fekk felagið Rækjuskip at biðja løgfrøð- ingin gera eina meting av støðuni. Og hansara niðurstøða er, at altjóða rættur kann neyv- an brúkast sum ein forðing fyri at lata rækjuskipunum stuðul, soleiðis sum sam- gongan hevur ætlað. Halgir Winther Poulsen sigur, at endamálið við ætlanini at geva rækjuskip- unum stuðul, er at geva føroysku rækjuvinnuni andahjálp í eitt avmarkað tíðarskeið, meðan arbeitt verður við at bøta um veiðirættindi hjá vinnuni. Ætlanin er at lata rækju- skipunum stuðul í tvey ár. Mett verður stuðulin fer at kosta einar 11 milliónir krónur í 2005. Av teimum kemur landskassin at bera einar 6,5 milliónir krónur og kommunurnar einar 4,5 milliónir. – Tað er alment kent, at fiskivinnan sum heild verð- ur munandi stuðlað í flest øllum londum, sum hava eina fiskivinnu av nøkrum týdningi. Hesin stuðul verður veittur á ymiskan hátt, t.d. beinleiðis studn- ingur til reiðarí ella fiski- ídnaðin sum heild, treytað- ur av útflutningstølum, flutning- og farmastuðul til útflutnings, undantøka ella afturbering av skatti og øðrum gjøldum, ávísir frá- dráttir av útreiðslum, ið beinleiðis hava samband við útflutning, ymiskar kreditskipanir, osfr, sigur sakførarin. Fleiri grundgevingar Orsøkirnar til, at Halgir Winther Poulsen metir, at ætlaði rækjustuðulin neyv- an er í stríð við altjóða sátt- málar, kunnu stutt saman- fatast soleiðis: – Stuðulin er ikki bein- leiðis knýttur at útflutn- ingsúrslitinum hjá rækju- flotanum. Harafturat kem- ur, at stuðulin í peningi og tíð er sera avmarkaður og at tey fimm skipini, ið eru eftir í føroyska rækjuflotan- um, ikki fiska meiri enn fyri einar 30 milliónir krón- ur í part um árið, ella til- samans fyri einar 150 milli- zónir. – Príslegan á rækjum á altjóða marknaðinum er eitt úrslit av útboði og eftir- spurningi. Ætlaði stuðulin til føroysku rækjuskipini er so lítil og so avmarkaður, at tað er ógvuliga lítið hugs- andi, at hann hevur nakra ávirkan yvirhøvur á altjóða prísleguna av rækjum. Afturat hesum kemur at strandalondini og fiski- vinnufelagsskapir seta TAC, ella hámark fyri, hvussu nógvar rækjur eiga at verða fiskaðar og eru føroysku rækjuskipini ikki í vinnuni, hevði veiðinøgd teirra bara verðið fiskað av øðrum, soleiðis at samlaða útboðið hevði verið tað sama. Tað er sostatt torført at fáa eyga á, hvørja kapp- ingaravlagandi ávirkan hes- in studningur yvirhøvur kann fáa á altjóða rækju- marknaðin. Og tað er eyðsæð, at tað, sum WTO fyrst og fremst setir seg ímóti, er útflutn- ingsstuðul, ið hevur avlag- andi ávirkan á kappingina millum tey londini. – Støddin av afturbering- ini og treytirnar fyri út- gjalding av studninginum eru greidliga orðað í lógini, ið sostatt er sera gjøgnum- skygd. Hetta er eisini við- urskiftið, ið dentur verður lagdur á í sambandi við meting av, hvørt ein stuðul er »lógligur« ella ikki. – Endamálið við ætlaðu lógini er ikki at veita út- flutningsstuðul, og stuðulin er eiheldur treytaður av, at rækjurnar verða útfluttar. – WTO sáttmálin letur tað upp í hendurnar á lima- londunum at fylgja við, átala og prógva, um tey meta at nakað av londunum fremur kappingaravlagandi stuðul til vinnulív sítt. – Tað er lítið hugsandi, at nakað annað land í WTO hevði kent seg gingnan so nær av einum so avmarkað- um stuðuli til ein part av føroyska fiskiflotanum, at viðkomandi sáttmálaland hevði ómakað sær at tala at, sigur Halgir Winther Poulsen. Sambært frágreiðing frá nevndini sum hevur viðgjørt støðuna hjá rækjuskipunum, er samlaða altjóða veiðan av kaltvatnsrækjum vaksin nógv tey seinastu árini. Veiðan var í 1985 uml. 248.000 tons og í 2004 verður veiðan mett at fara at verða tilsamans uml. 420.000 tons. Av hesi veiðu er føroyski parturin minkaður frá uml. 12.000 tonsum í 1985 til uml. 9.000 tons í 2004. Hinvegin er veiðan hjá grannatjóðunum, Grønlandi og Kanada, vaksin munandi hetta tíðarskeið, hjá Grønlandi úr 54.000 tonsum í 1985 upp í 130.000 tons í 2004 og hjá Kanada úr 13.000 í 1985 upp í 140.000 tons í 2004. Føroyski parturin av samlaðu alheims saltvatns- rækjuveiðuni í 2004 er sostatt uml. 2 %. Mett verður, at samlaða árliga virðið av allari heimsins fiskiveiðu er uml. uml. 320 mia. kr. og at árligu stuðulsskipanirnar tilsamans útgera uml. 80- 114 mia. kr, tvs. svarandi til uml. 25-30 % av samlaða veiðuvirðinum. Tey lond, ið lata størsta stuðulin, eru Japan við uml. 11-17 mia kr. árliga, ES við uml. 10 mia kr. árliga, USA við uml. uml. 6 mia. kr. árliga og Rusland við uml 3,4 mia kr. Halgir Winther Poulsen í uppritinum um stuðul til rækjuskipini Kunnu við góðari samvitsku lata rækjuskipunum stuðul Løgmaður: Tað kann gerast ein trupulleiki – Tað er líka nógv okkara egna stýrisskipan sum er ein trupulleik, sigur løgmaður Fiskivinnan fær 80 -114 milliardir í stuðuli Edvard Munch til Føroya Á fundi í Norðurlanda- ráðnum herfyri var gjørt av, at ein framsýning av málningum hjá kenda norska málaranum, Ed- vard Munch, verður í Før- oyum komandi ár. Tað er ikki greitt enn, nær í komandi ári, at fram- sýningin verður. Norðurlandaráðið játtaði á fundinum 7 mió. krónur til ymiskar norður- lendskar mentanarverk- ætlanir, og nakað av hes- um peningi er falli føroy- ingum í lut. Trúboðari vitjar Eyst- uroynna Í døgunum 27. november til 5. desember vitjar frí- tíðartrúboðarin Asger Jensen frá Hasle á Born- holm Eysturoynna, har hann heldur møtir, bíbliu- tímar og ungdómsmøti. Asger er førddur og upp- vaksin á Bornholm, og hevur tað mesta av sínum lívi arbeitt sum frítíðar- trúboðari fyri Luther Missiónsforening á Born- holm. Fyri nøkrum árum síðan varð hann pension- eraður, og hann hevur nýtt mesta partin av tíðini at ferðast í Danmark og Norra, har hann hevur hildið møtir og onnur tiltøk. Bygdirnar, sum Asger kemur at vitja verða: Skála, Gøta, Oyndar- fjørður og Hellurnar. Skótahjálp- in letur 100.000 krónur Tað er ikki hissini úrslit, sum Skótahjálpin í ár hevur fingið. Í døgunum 19. til 26. september megnaðu skótarnir at savna í alt 133.468 krón- ur. 100.000 krónur av hesari upphædd fara óskerdir til tvær verkætl- anir. Skótahjálpin hevur gjørt av, at "Sjálvhjálparbólkar fyri børn og ung, ið hava mist foreldur við deyða" skal fáa 50.000 krónur, meðan 50.000 krónur fara til hjálpararbeiðið hjá Tito Esquerra biskuppi, ið hann ger millum børn í Kolumbia. Betri umstøður til ítrótt, fleiri ellis- og røktarheimspláss, skúlaútbyggingar og ein styrkt fyrisiting eru millum málini, sum komandi sam- gongan í Tórshavnar býráð hevur sett sær fyri NÝGGJ BÝRÁÐSSAMGONGA Páll Holm Johannesen pall@sosialurin Tey gleða seg sum børn at sleppa í gongd. Heðin, Jógvan, Leivur, Elin, Marin Katrina, Hildur og Katrin. Tað trýtur heldur ikki við ætlanum, sum komandi samgongan í Tórshavnar býráð millum Javnaðar- flokkin og Tjóðveldisflokk- urin hevur skotið út í kortið fyri tey komandi fýra árini. Við undirheitinum "Nýggj kós-nýggur hug- burður" hevði komandi samgonga í Tórshavnar býráð bjóðað til tíðinda- fund hósdagin, har hon legði framm, hvørji mál fara at seta dagsskránna í Tórshavnar kommunu komandi fýra árini. Dýrar ætlanir Betri umstøður til ítrótt, fleiri ellis- og røktarheims- pláss, parkeringskjallarar, betri umhvørvi, nýggir skúlar, ein meira framkom- in brennistøð. Ja listin er langur av málum, sum nýggi býráðsmeirilutin hevur sett sær fyri, men ætlanirnar eru ikki heilt kostnaðarleysar. Millum tungu íløgurnar kunnu nevnast nýggi skúlin í Hoyvík og ein brennistøð, sum skal lúka framkomin umhvørviskrøv. Hesar báðar íløgurnar liggja um 100 mió. krónurnar hvør. Hóast íløgukarmurin hjá Tórshavnar kommunu ligg- ur um 90-100 mió. krónur árliga, so hevur samgongan kortini góðar vónir um at røkka hesum málum. – Tú mást minnast, at politikkur snýr seg sanni- liga um at seta sær langtíð- armál. Nøkur mál fara vit at klára í hesum valskeiðnum, meðan onnur verða vit við til at seta hol á, og sum fara at ganga inn í næsta valskeið. Eitt nú byggingin av nýggja skúlanum í Hoy- vík fer at taka 6-7 ár, so vit megna ikki alt í hesum valskeiðnum, varð sagt á tíðindafundinum. Spurd um tað kemur upp á tal at taka lán fyri at seta hesar ætlanir í verk, svaraði varaborgarstjórin, Jógvan Arge, at tað kom ikki upp á tal. Fyrisiting styrkast Nýggja samgongan sigur seg leggja stóran dent á, at tað verður størri opinleiki í kommunalu fyrisitingini. Ætlanin er, at borgarstjórin skal halda eyga við, at kær- ur og umsóknir um alment innlit verða viðgjørdar og svaraðar rættstundis. Samstundis ætlar sam- gongan at styrkja fyrisit- ingarliga førleikan, og hetta skal gerast við at seta ein løgfrøðing at menna løg- frøðiliga førleikan sum heild og í málsviðgerð. Í løtuni starvast eingin løgfrøðingur í Tórshavnar býráð. Systkinaavsláttur Í valstríðnum til kommunu- valið gjørdu fleiri valevnir vart við, at tørvur er á einum systkinaavslátturi í høvuð- staðarkommununi, tí kostn- aðurin fyri eitt ans- ingarpláss er so høgur. Júst syskinaavlátturin er eitt øki, sum komandi samgonga raðfestir høgt. Ætlanin er, at foreldur at fleiri børnum, sum eru á ansingarstovni, skulu fáa 25% avsláttur frá nummar tvey barni. Prísurin fyri at fáa eitt barn ansað í høvuðsstaðar- kommununi í dag liggur um 1500 krónur. Oyggjaleikir aftur til Føroya Hildur Eyðunsdóttir verður nýggi formaðurin í mentan- arnevndini, og á tíðinda- fundinum kom framm, at Tórshavnar kommuna ætlar at leggja nógv fyri at fáa Oyggjarleikirnar aftur til Føroya. Tað eru sløk 15 ár síðan, at Oyggjaleikirnir vórðu hildnir í Føroyum, og síðan hava røddir javnan verið frammi um, at tað kundi verið áhugavert at hýst leikunum aftur. Ein høv- uðstrupuleiki hevur verið, at karmarnir til serliga frælsan ítrótt og fimleik ikki hava verið nøktandi fyri at skipa fyri leikunum, men hesum trupulleika ætlar komandi samgonga at koma til lívs. Komandi formaðurin í mentanarnevndini, Hildur Eyðunsdóttir, segði at hon væntaði, at karmarnir til hýsa oyggjaleikunum aftur í Føroyum koma upp á pláss komandi valskeiðið, og skuldi verið lag á manni søkt um fáa Oyggjaleikir- nar aftur til Føroya. Tað trýtur ikki við ætlanum Samgongan í Tórshavnar Býráð 2004-2008 Borgarstjóri: Heðin Mortensen Varaborgarstjóri: Jógvan Arge Formansessir: Fíggjarnevndin: Heðin Mortensen Sosialanevnd: Katrin Dahl Jakobsen Umhvørvi og heilsunevndin: Elin Lindenskov Byggi- og býarsamskipannevndin:Jógvan Arge Tekniskanevnd: Marin Katrina Frýdal Mentanarnevnd: Hildur Eyðunsdóttir Havnarnevnd: Leivur Hansen FAKTA Nýggja samgongan gleður seg at sleppa í gongd: Elin Lindenskov, Katrin Dahl Jacobsen, Heðin Mortensen, Jógvan Arge, Leivur Hansen, Hildur Eyðunsdóttir og Marin Katrina Frýdal. Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 7 6