fríggjadagur 26. november 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 227 - 26. november 2004
Nr. 227 - 26. november 2004
9
Líkindini til uttan-
dura móttøku vóru av
teimum ringastu, tá
ið nýggju trolararnir
hjá leirvíkingum,
Stjørnan og Polarhav,
stevndu inn í havnina
í Leirvík um 20-tíðina
týskvøldið
NÝBYGNINGAR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað var myrkt, regnaði illa
og var fitt av vindi. Tey,
sum ikki høvdu latið seg í
eftir veðrinum, fingu karm
– ella noyddust at halda seg
í hølunum hjá Tavuni, sum
vóru opin til endamálið.
Men hóast vánaligu lík-
indini, var hýrurin góður,
og rættiliga fitt av fólki –
bæði vaksin og børn – vóru
á bryggjuni og tóku ímóti
nýggju og stásiligu skipun-
um, sum eru triðja parið í
røðini av sama navni,
Stjørnan og Polarhav.
Menninir aftanfyri hesi
bæði skipini, Tummas og
Osmund
Justinussen,
høvdu úr at gera við at taka
í hondina á fólki, meðan
skipini bæði – fyrst annað
og síðan hitt – stevnu inn í
havnina og løgdu trygt til
bryggju.
Úr Íslandi
Skrokkarnir eru bygdir í
Pólandi. Teir eru sleipaðir
til Íslands, har skipini eru
smíðaði liðug – Stjørnan á
Hafnarfjørðinum og Polar-
hav á Akranesi.
Nýggju skipini eru 36,5
metrar long og 8,5 metrar
breið. Høvuðsmotorarnir
eru slakar 1000 hk. hvør.
Byggikostnaðurin liggur
um 29 miljónir krónur fyri
hvørt skipið.
Sjey mans verða við
hvørjum skipi, harav tann
eini verður lærlingur, men
tríggjar manningar verða
knýttar at skipunum til-
samans.
Skipari á Stjørnuni verður
Janus Olsen úr Rytuvík og
systkinabarnið,
Jørmund
Olsen, sum er ættaður úr
Rytuvík, men býr í Fugla-
firði, verður skipari á Polar-
hav. Teir hava báðir siglt hjá
reiðarínum, Sjóborg í Leir-
vík, í nógv ár og vóru eisini
skiparar umborð á gomlu
Stjørnuni og Polarhavi. Triði
skiparin, sum fer at skifta
millum bæði skipini, verður
Jákup Egholm, sum eisini er
gamal í reiðarínum.
Seks mans vóru við teim-
um gomlu skipunum, men
tríggjar manningar vóru
eisini knýttar at teimum.
Tískil verða tríggir mans
fleiri knýttir at nýggju
skipunum, nevniliga 21 í
mun til teir 18, sum vóru
við teimum gomlu.
Loysa skjótt
Nýggju skipini verða nú
riggaði til fiskiskap, og
ætlanin er at loysa sum
skjótast, helst einaferð í
næstu viku.
Stjørnan og Polarhav fara
í fyrsta lagi at fiska upsa,
men eins og gomlu skipini,
fara tey eisini at fiska
gulllaks um summarið.
Komu í myrkri og oysandi regni
Tann fyrri trolarin leggur til bryggju – fyri fyrstu ferð í Leirvík
Mynd: Vilmund Jacobsen
Kjartan Joensen ynskir Osmundi og konuni, Jórun, tillukku við nýggju skipunum
Mynd: Vilmund Jacobsen
Tummas Justinussen hevði úr at gera, tá ið skipini løgdu til bryggju í myrkrinum og nógva
regninum, ið var
Mynd: Vilmund Jacobsen
Nú nærkast tíðin til
jólakonsertirnar, og
fyrireikingarnar til
konsertina í Christ-
ianskirkjuni eru nú
komnar upp á pláss.
Fleiri áhugaverdir
luttakarar verða við
og halda fyrireikar-
arnir seg kunna bjóða
fólki eina spennandi
og góða konsert
JÓLAKONSERT
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík: Mangan hevur
verið tikið til, at jólini í
Klaksvík av álvara byrja, tá
jólakonsertin hevur verið.
Jólakonsertin hevur altíð
havt ein hugnaligan dám
við horntónum, kórsangi og
felagssangi. Men í fjør
gjørdi Klaksvíkar Horn-
orkestur, sum skipar fyri
konsertini, av at broyta
konsertina nakað.
Konsertin varð lyft upp á
eitt rættiliga nógv hægri
støði við luttakarum sum
Eivør Pálsdóttir og Pæturi
við Keldu. Konsertin var
ein brakandi succés, og
kirkjan var fullsett langt
áðrenn konsertin byrjaði.
Áhoyrararnir fóru ei heldur
vónbrotnir avstað aftur, og í
vikuni aftaná varð nógv
tosað um væleydnaðu kon-
sertina.
Tá lovaðu fyrireikararnir
at tey skuldu royna at finna
onnur spennandi og hug-
takandi nøvn til jólakon-
sertina í ár. Og tað hevur
eftir øllum at døma eydnast
teimum.
Heri
Ellingsgaard
úr
Klaksvíkar hornorkestri,
sigur, at tey hava arbeitt við
at finna luttakarar í eina tíð.
Klaksvíkar hornorkestur
plagar at byrja og enda
konsertina. Eitt nýtt ung-
dómsorkestur verður somu-
leiðis við og bæði gospel og
streingjakórið úr KFUM og
K. Umframt hesi verða
Salt, Magni Christiansen
og 13 ára gamla Ingibjørg
Hansen úr Mikladali, sum
vann Nósabarnaprixið 04 at
hoyra til konsertina, sum
verður sunnukvøldið 19.
desember klokkan 20.
Fjølbroytt jólakonsert í Klaksvík
Broytingar við jólakonsertini
í Klaksvík. Á øðrum sinni
setur kendur einstaklingur
og/ella bólkur sín dám á
jólakonsertina í
Christianskirkjuni -
umframt horntónarnar og
kórsangin
Birgir Waag Høgne-
sen, sum fylgir væl
við á fjarskiftisøki-
num, mælir lands-
stýrismanninum,
Bjarna Djurholm, til
at taka eina skjóta
avgerð í spurningin-
um um Føroya Tele. -
Hetta má ikki verða
sum við alivinnuni
sum doyði, meðan vit
bíðaðu, sigur hann
FJARSKIFTI
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Nú frágreiðingin um fjar-
skiftismarknaðin og ein-
skiljing av Føroya Tele er
latin Bjarna Djurholm,
hava vit biðið Birgir Waag
Høgnesen á internetfyri-
tøkuni, TeleTech í Havn,
um eina viðmerking. Birgir,
sum hevur fylgt gjølla við
gongdini á fjarskiftismark-
naðinum, heldur, at frá-
greiðingin - ella rættari frá-
greiðingarnar - sum lands-
stýrismaðurin í fjarskiftis-
málum, Bjarni Djurholm,
hevur fingið frá nevndini,
hann setti fyri langari tíð
síðani, eru ein gáva til
politikararnar.
- Herfyri hoyrdu vit í ÚF,
Jóannes Eidesgaard og Kaj
Leo Johannesen, úttala seg
í hvør sín rætning um,
hvussu almenna telefelagið
eigur at verða einskilt. Eg
ivist tó í, um hesir báðir
hava sett so væl inní, hvat
málið snýr seg um, tí frá-
greiðingin er ikki komin út
alment fyrrenn eftir, at teir
úttalaðu seg. Tó kunnu teir
hava fingið frágreiðingina
fyri ta tíð.
Birgir sigur, at hann
hevur hevur nærlisið frá-
greiðingina og er framvegis
av teirri fatan, at linjur, og
mastrar og annað, sum
verður brúkt til telesam-
skiftið í Føroyum, eigur at
verða lagt í eitt nýtt felag.
Hann vísir á, at í løtuni er
tað soleiðis, at tey "smáu"
telefeløgini, sum fáa eitt
viðskiftafólk eitt nú í Suð-
uroy ella í Vágum, noyðast
at biðja Føroya Tele um
loyvi at leiga eina linju út
til nýggja kundan.
- Men tað, sum hvørki
suðuroyingar ella vágafólk
vita, er, at tað almenna tele-
felagið setir leigukostnaðin
á linjuni til smáu tele-fe-
løgini so høgt, at tey ikki
kunnu geva eitt nøktandi
tilboð til viðskiftafólk, og tí
eru útjaðaraøkini fyri van-
býti í dag.
Og úrslitið er hareftir,
heldur Birgir.
- Føroya Tele kann tískil -
sum einasta felag á markn-
aðinum - geva hesum sama
kundanum, sum vit frá-
søgdu okkum, tilboð uppá
ókeypis stovning, tí teir
skulu jú ikki rinda fyri
leigu av linju, sum teir ann-
ars settu sera høgt til lítla
telefelagið, sigur Birgir.
Hann leggur aftrat, at
hetta haft, sum smáu tele-
feløgini eru í, kann saman-
berast við, at P/F Kósin í
Klaksvík, sum eins og P/F
Føroya Fiskavirking eisini
er almenn ogn, áttu rættindi
til allan fiskin á føroysku
grunnunum!
- Hvat hevði stjórin á
flakavirkinum í Skopun
sagt, um hann skuldi leigað
rættindini á grunninum frá
Kósini ella Fiskavirking,
spyr Birgir.
Hann vísir á, at um Kósin
ella Fiskavirking gjørdu
sum almenna telefelagið -
ja, so settu teir leigukostn-
aðin á fiskigrunninum so
høgt, at tað ikki var gjørligt
hjá stjóranum í Skopun at
fáa nøkur rættindi, og tí
kundu Kósin og Fiskavirk-
ing framhaldandi bara sent
skip á grunnarnar eftir fiski
til sín sjálvs. Teir høvdu jú
ikki havt fyri neyðini at
spyrja nakran eftir.
- Er hetta ikki ójøvn
kapping, spyr Birgir.
Hann heldur, at um po-
litikararnir meina nakað
við, at vinnan skal byggja á
vanligar kappingartreytir í
Føroyum, so er fjarskiftis-
vinnan ikki bygd á hesar, tí
linjur og mastrar eru hentir
snávingarsteinar hjá Føroya
Tele at leggja í vegin hjá
smærri telefeløgum.
- Tað hevur verið ein
tungur burður hjá smærri
telefeløgunum at koma á
fjarskiftismarknaðin, men
bjarkskygni var at hóma, tá
ið
undanmaðurin
hjá
Bjarna Djurholm í fjar-
skiftismálum,
Finnbogi
Arge, tann 26 mai 1999 gav
fyrsta loyvi til felagið, Spf.
MET. Í samband við, at
loyvið varð givið til Spf.
MET,
segði
táverandi
landsstýrismaðurin, at hetta
var fyrsta stigið á leiðini at
liberalisera alt fjarskiftis-
økið. Men hvat bleiv av
hesi liberalisering, spyr
Birgir.
Hann undrast eisini á, at
Bjarni Djurholm hevur
lurtað eftir undanførslun-
um, sum Føroya Tele er
komið við, nevniliga at
felagið er eitt sera sterkt
felag og fyri alt í verðini
ikki má einskiljast í tvey
feløg – eitt, sum skal um-
sita linjur, mastrar og FarIs
kaðalin og eitt vanligt tele-
felag, sum skal veita enda-
brúkarum fastnettelefon,
fartelefon og Internet.
- Sær landsstýrismaðurin
ikki, at júst hetta argu-
mentið er nakað ítøkiligt,
so veit eg einki. Um Føroya
Tele við sínum núverandi
tali av viðskiftafólki fór í
eitt nýtt telefelag, høvdu
teir hóast hetta staðið seg
ógvuliga væl í kappingini,
heldur Birgir.
Hann heldur, at tað er
hetta, sum Føroya Tele hev-
ur roknað við í seinastuni,
tí teir hava – sum hann
tekur til – dustsogið markn-
aðin við ókeypis stovning
kring landi og hava økt sín
part við nógvum við-skifta-
fólkum, samstundis sum
tey smærru feløgini hava
mist marknaðarpart og
bíða eftir, hvat landstýris-
maðurin ætlar at gera.
-
Smærru
veitararnir
ynskja, at linjur og mastrar
og FarIs kaðalin verða løgd
í eitt nýtt sjálvstøðugt
partafelag, sum skal eiga
og reka hesar tænastur. Tá-
stani er fyrsta treytin fyri
javnbjóðis
kapping
til
staðar - til frama fyri brúk-
ararnar, sigur Birgir.
Hann leggur aftrat, at um
hetta verður gjørt, kunnu
øll telefeløgini banka á
dyrnar hjá nýggja felagnum
við javnbjóðis rættindum
og skyldum og fáa og sama
prís uppá sama net.
- Men soleiðis er ikki í
dag, tí Føroya Tele hevur
høgan prís til smærri tele-
feløgini, og haraftrat er
avgreiðslutíðin alt frá 3 til 8
mánaðir, og hvør kann tá
kappast, spyr hann.
Eitt av argumentunum
hjá Føroya Tele, sigur Birg-
ir vera, at starvsfólkini hjá
teimum eru serfrøðingar, tá
ið ræður um linjur, mastrar
og FarIs.
Hann heldur, at Føroya
Tele kundi latið hesi starvs-
fólk, sum hava við hesi við-
urskifti at gera, flutt við í
nýggja felagið, sum skal
umsita kervið.
- Eitt slíkt felag, sum her
er talan um, skal virka á
vinnuligum grundarlagi, og
tí kemur tað at hava áhuga í
at bjóða tænastur út til so
nógv sum gjørligt.
Hann mælir tí landsstýr-
ismanninum til at taka eina
skjóta avgerð í hesum máli
– og áðrenn tíðin rennur
undan marknaðinum, sum
hann tekur til.
- Hetta má ikki verða
sum við alivinnuni sum
doyði, meðan vit bíðaðu,
sigur Birgir Waag Høgne-
sen at enda í samrøðuni.
Latið ikki fjarskiftis-
vinnuna doyggja
- Smærru veitararnir ynskja, at linjur, mastrar og FarIs kaðalin verða løgd í eitt nýtt sjálvstøðugt partafelag, sum skal eiga og
reka hesar tænastur, heldur Birgir Waag Høgnesen
- Føroya Tele hevur høgan prís til smærri telefeløgini, og
haraftrat er avgreiðslutíðin alt frá 3 til 8 mánaðir. Hvør kann
kappast á hesum grundarlagi, spyr Birgir Waag Høgnesen
C
M
Y
K
9
8