fríggjadagur 26. november 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 227 - 26. november 2004
Nr. 227 - 26. november 2004
11
Eftir at hava ligið í dvala í eitt ár, hevur Fimmarin í ÚF í heyst
verið á skránni hvønn mikudag. Stílurin er strammaður eitt
sindur, og sendingin er vorðin uppaftur betri, enn hon var.
Fimmarin er týdningarmikil partur av samfelagskjakinum.
Útvarpið er sera góður miðil at taka mál upp til kjak í. Hvussu
tað eydnast er treytað av, hvussu hegnið hjá teimum, sum
standa fyri, er at velja og skera. Hetta hevur eydnast væl
higartil í heyst. Vónin má so vera, at tað, sum verður tikið upp
í ÚF, verður loftað og viðgjørt víðari í eitt nú skrivaðu
pressuni. Hvussu væl hetta so eydnast er aftur treytað av
evnunum at leggja til rættis og hjá samfelagnum at taka lut.
Her kunnu vit ikki siga annað, enn at tað hevur víst seg, at
okkara Tinghella hevur verið væl vitjað nú í heyst.
Evnið í ÚF mikudagin var fólkakirkjan og serliga um kvinnu-
ligar prestar, og um tað skal vera sundurlisnum loyvt at giftast
uppaftur í kirkjuni. Hetta eru mál og spurningar, sum mong
ivaleyst hildu vóru avgreidd fyri mongum árum síðani.
Kvinnuligir prestar hava verið í kirkjuni í nógv ár, og hjúna-
skilnaður og uppafturgifting í kirkjuni hava verið partur av
gerandisdegnum í fleiri ára tíggjur.
Sosialurin hevur fleiri ferðir roynt at lysa hesi málini og
harvið at fáa kjak í lag um júst hesar spurningarnar. Tað hevur
ikki eydnast. Tað tykjast vera fleiri ungir prestar, sum eru
ímóti tí, sum annars verður hildið at vera gerandisdagurin nú
á døgum, altso kvinnuligum prestur og uppafturgifting í
fólkakirkjuni. Men tað hevur ikki eydnast Sosialinum at fáa
teir í samrøðu at lýsa sína áskoðan. Nú eydnaðist tað Fimm-
aranum. Tillukku við tí! Kanska fer tað at bera til at halda
fram við áhugaverda kjakinum.
Í okkara samfelag er tað tíbetur soleiðis, at tað ber til at hava
ymiskar áskoðanir. Fyri fólkaræðið er tað avgerandi, at tað
ber til at hava ymiskar áskoðanir og at virða áskoðaninar hvør
hjá øðrum. Soleiðis er tað, og soleiðis eigur tað eisini at vera
í hesum førinum. Men tey eru ivaleyst mong, sum undrast á,
at konservativi hugburðurin um kvinnuligar prestar og nei til
uppafturgifting í kirkjuni framvegis skal vera millum prestar
í fólkakirkjuni.
Í okkara parti av heiminum hevur fólkakirkjan sum oftast
verið konserativ og afturhaldandi. Kongur var statshøvd av
Guds náði, og kirkjan var partur av valdinum hjá honum. Tey,
sum settu seg upp móti kongi og kirkju, settu seg upp móti
Gudi. Men tað er ikki alla staðni soleiðis í dag. Eitt nú í 3.
heiminum er tað manga staðni soleiðis, at kirkjan gongur
undan í stríðnum móti valdsharrunum og misjavnanum í
samfelagnum. Kirkjan átekur sær leiklutin sum verji hjá
teimum smáu og máttleysu í samfelagnum. Hon er progressiv.
Kvinnuligu prestarnir her hjá okkum eru ikki máttleysir, og
teir megna at svara fyri seg. Hjúnaskilnaður fer ongantíð fram
í gleði, men mong av teimum fráskyldu koma fyri seg aftur
og vilja royna eina ferð enn. Tað er at undrast á, at tað í
fólkakirkjuni eru fólk við ábyrgd, sum vilja nokta teimum
hetta. Kjakið reisir nyggjar spurningar. Ein tann mest áhuga-
verdi er, hvør skal seta dagsskránna og mynda politikkin í
fólkakirkjuni. Skulu tað vera kirkjuráðini, prestarnir og
biskupur ella skulu tað vera politikarnir. Í kjalarvørrinum á
Fimmara kjakinum mikudagin er ein ítøkiligur spurningur,
sum átti at verið meiri viðgjørdur, um vígslur framvegis skulu
vera í fólkakirkjuni, ella um talan bara skal vera um borgar-
ligar vígslur, soleiðis sum fleiri prestar róðu framundir í
Fimmaranum. Kirkjan skal halda seg til boðanina og
altarborðið. Alt annað, sum kirkjan hevur fingist við, hevur
komið henni í óføri, nevndi ein lurtari. Her er nógv at taka
upp í framhaldandi kjaki.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Fínur Fimmari
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Nita Næs
í Nesi í Hvalba
Løgtingsstríðið hevur lagt
seg, og politiskir menn og
nakrar politiskar kvinnur,
tey eru fyri langari tíð síð-
ani farin til verka og royna
sum best at tekna, skera til,
smíða, vaska og prýða
politisku klæði okkara, so
at vit borgarar ikki ganga
skitin, illa klædd ella nakin.
Valdu landstýrismenninir
arbeiða dag og nátt, fáa
nógv illa sovið og etið, bara
fyri teg og meg. Skatta-
lætta, heilsulætta, sjómans-
skatt,
trygdarlætta
og
himnalætta - alt hetta fáa
vit - við bara at vera tú og
eg.
Kommunuvalið er av,
somuleiðis hanakampar um
borgarasessir og nevndar-
sessir. Raskir menn og fitt-
ligar kvinnur hava funnið
sítt pláss og nú er bert eftir
at bíða. Torført og leingi er
at bíða. Fyrst skal 1.
desember koma, síðan 2. og
so skal jólamaðurin koma.
Adventin er long og lekkur
og Jesus er cool. Og hóast
tað er leingi at bíða til 1.
januar, so er tað feitt at
bíða.
Ja, Heðin má bíða, og
eftir 1. januar kemur Jan at
bíða heilt leingi. Somu-
leiðis má Tobbi bíða. Øll
tjóðveldisfólk mugu eisini
bíða nokso leingi. Og øll
super religiøs mugu bíða og
bíða. Tað er næstan bara
Johannes Møllehave, sum
sleppir undan. Er tað rætt-
víst? Eg spyrji bara, orsaka
meg!
Politiskir flokkar ekslu-
dera. Fyrst var tað javnað-
arflokkurin, so var tað
tjóðveldisflokkurin, og so
var tað sambandsflokkurin.
Hvat er hetta fyri svans,
nei, orsaka meg, eg spyrji
bara.
Politiskir flokkar lofta út-
blakaðum,
útskeldaðum
politikarum, so teir aftur
gerast glaðir og tryggir, og
himnakórið syngur hásong.
Herman Oskarsen sigur
nevndarsessin í búskapar-
ráðnum frá sær, og lands-
stýrismenn lova sama dag
heilt og heilagt, at nú fara
teir at lurta eftir Búskapar-
ráðnum.
Fjølmiðlar vísa og tosa,
venda á høvdið og lova at
fara í dýpdina næstu ferð
ráð vera.
Norrøna er skuffa av
okkum øllum og stevnir til
havs.
Religiøsar
samkomir
byggja út og blanda seg inn
í politikk og persónar.
Fólkavaldi
politikarin
harafturímóti,
vil
ikki
blanda seg í teg og meg,
ikki í einstøk mál, viðgera
einans mannagongdir og
ávísar skipanir. Stik den!
Arafat er farin, demo-
kratar velja Bush, Fogh er
glaður, Kastro dettur, alt
meðan
túsundtals
fólk
hvørki fáa vátt ella turt, og
øll verðin drýpur høvur.
Børnini spæl í nýggjum
kava og oysandi regni og
tora enn at droyma, gloyma
og fyrigeva.
Eg og tú arbeiða hvønn
dag, eta, hyggja eftir Degi
og Viku, sova og orka ikki
at hugsa meira.
Jú, sunnudagin verður
betur, tá fara vit í kirkju at
hoyra, hvat prestur sigur.
Jógvan Ravnsfjall
Komandi sunnudagur er
fyrsti sunnudagur í atvent,
og við honum fara vit inn í
atventina og nýggja kirkju-
árið byrjar.
Eg skrivi hesar reglur, tí
tað er vorðið alt meira
vanligt, bæði í skrift og ikki
minst í talu, at nýta heiti
advent og frambera tað júst
sum tað verður stavað.
Orðið kemur av latínska
orðinum adventum.
Tað eg kenni til frá mín-
um uppvøkstri, og í talu við
eldri fólk, hevur orðið altíð
verðið framborðið við t-
ljóði, sum ætvent, hóast á
skrift báðir formarnir hava
verði brúktir, atvent og ad-
vent.
Orðið atvent, framborðið
æt-, liggur eisini betur á
tunguni, tí tað eru so nógv
gomul føroysk orð, ið hava
henda framburðin, meðan
øll orðini, ið byrja við ad-
eru komin seinni í málið.
Øll orðini, ið sipa til
orðið atvent, t.d. atvents-
ljós, atventskransur, hava í
dagligari talu altíð verðið
framborðin við t-ljóði. Tó
vil eg halda at orðini, ið
verða bundin til trúðar-
greinina adventistar, sum
oftast hava d-ljóð.
Hvørki
Svabo
ella
Hammersheimb hava orðið
í sínum upskriftum av før-
oyskum orðum, so orðið er
helst nýggjari, ikki verið
vanligt í føroyskum máli
fyrr enn í 19. ella 20. øld.
Í orðabókini hjá M. A.
Jacobsen og Chr. Matras
frá 1928 stendur orðið
skrivað advent, framborðið
ædvent.
Í útgávuni frá 1961 er
advent, framborið æad- ella
ad-, fyrstvaldi formurin,
meðan atvent, framborið
æat-, er ein síðuformur.
Sama er við Móðurs-
málaorðabókini, ið kom út í
1998, har fyrstvaldi form-
urin er advent, framborið
eat-, ad-, meðan atvent,
framborið eat-, ad:-. er ein
síðuformur.
Hetta má verða ein stórt
mistak, tí føroyingar lesa
ikki ad sum æad ella eat,
men bert sum ad, ad:.
Tað vísir seg eisini í dag,
at tað unga ættarliðið lærir
seg málið meira gjøgnum
lestur enn við málsligum
samskifti við eldri ættarlið.
Tað kemur tíðuliga til
sjóndar, tá ið lutrað verður í
loftmiðlunum. Eingi orð
verða samandrigin longur,
alt verður tambað út, bæði
sjálvljóð og hjáljóð.
Tí kemur formurin at-
vent, við framburðinum æt-
ella æd-, at hvørva eftir-
hondini, bæði í skrift og
talu, um vit ikki hava hann
sum fyrstvaldan. Best hevði
verið um bert tann eini
formurin var, men tað tekur
ivaleyst fleiri ár at rætta
upp aftur mistakið, ið er
gjørt.
Eru vit ófolkaliga religiøs ella bara seriøs?
Atvent - advent
Lars Jespersen
Tað var ikki sørt, eg var
forvitin, tá eg á tinghelluni
í Sosialinum tann 12. í hes-
um kom fram á grein, ið
góði vinur mín Rúni Ras-
mussen hevði skrivað undir
heitinum Bush, toleransa
og virði.
Rættiliga skjótt í greinini
kendi eg Rúna aftur frá
tíðini, vit arbeiddu saman,
men hevði væntað, hesin
høgravendi sjálvstýrismað-
ur, sum hann plagdi at kalla
seg, var broyttur, aftan á
søgulesna í nøkur ár, men
gá.
Fyrsta brotið í greinini
kallar hann USA snaraði til
høgru, og fegnast hann um
stórsigurin
hjá
George
Walker Bush á forsetavalin-
um 2. november, og endar
brotið- við at staðfesta, at
tann 2. november snaraði
USA til høgru.
Sjálvandi
kann
Rúni
frøast um, at hansara maður
í USA vann valið hesu ferð,
men tað var avgjørt eingin
stórsigur, tí sjáldan hevur
sigurin verið so tepur, sum
júst á hesum valinum. Vit
mugu leita fjøruti ár aftur í
tíðina, fyri at finna líka
tepran sigur, og tað sigur
ikki so lítið. Rúni leggur
sjálvur tølini fram, at Bush
fekk 51%, Kerry 48% og
Nader lá ímillum og órógv-
aði valstríðið hjá teimum
báðum.
Hesi
prosenttøl
siga
greitt, hvussu tætt var mill-
um partarnar, og at ameri-
kansku
veljararnir
eru
ósamdir, ja, at USA er farið
í tvíningar, tí sum Rúni
skrivar Amerikanski velj-
arin hevur talað. Hann
skrivar síðani, at Fólkið
valdi ein sterkan,
av-
gjørdan,
fólksligan og
dugnaligan mann at leiða
tjóðina tey komandi fýra
árini. Rúni er væl vitandi
um, at bara helvtin av fólk-
inum valdi George Walker
Bush, hin helvtin valdi jú
Kerry.
Rúni
nevnir
eisini,
hvussu nógvar valmenn
Bush fekk í mun til Kerry,
men útgreinar ikki, hvussu
hesir
verða
valdir
og
hvussu órøttvís hendan
skipan í verunleikanum er.
Órættvísið gav seg at býta á
valinum í 2000, tá meiri-
lutin av amerikansku velj-
arunum valdi Al Gore, men
George W. Bush eydnaðist
at fáa fleiri valmenn og
gjørdist
forseti,
hóast
meirilutin
av
fólkinum
hevði valt Al Gore.
Tá Bush í ár 2000 gjørd-
ist forseti við minnilutan-
um av fólkinum aftan fyri
seg, var frammi, at broyta
valskipanina, soleiðis at tað
ikki skuldu vera teir fimm
sokallaðu svingstatirnir, ið
avgjørdu, hvør bleiv forseti
í USA. Á valinum 2000 var
tað svingstaturin Florida, ið
avgjørdi valið, og í ár var
tað svingstaturin Ohio.
Men valskipanin, ið tryggj-
aði forsetasessin, verður
sjálvandi ikki broytt meðan
hendan stjórnin hevur vald-
ið, tað vildi verið býtt, í hon
kann koma henni tilgóðar
aftur næstu ferð.
At Rúni ger púra greitt, at
USA snaraði til høgru 2.
november, er at snara yvir
gevind, tí republikanararnir
hava altíð verið høgra-
vendir, fyri summar av teim
tó ov lítið til høgru, tí er
stovnaður ein felagsskapur,
kallaður neo-konservativur.
Hetta er felagsskapur, ið
sjálvt stjórnin hjá Bush er á
varðhaldi yvirfyri, tí vandi
er fyri, at felagsskapurin
kann fyriskipa ráðagerðum,
konspiratiónum, ið eftir
amerikanskari
lóg
eru
ólógligar, tí tær kunnu hótta
landsins trygd. Nei, Rúni,
republikanararnir
hava
snarað til høgru í fleiri ár,
sleppa ikki at snara longur,
tí tá mugu teir snara til
vinstru.
Eitt áhugavert petti í
fyrsta brotið er aftrat, og
tað er, at Rúni skrivar
Stórur partur av heimin-
um, og kanska serliga
stórur partur av evrope-
arum,
ynskti sær ein
annan forseta. Men tað
eru jú ikki evropeiskir
ella aðrir veljarar, sum
skulu velja amerikanskan
forseta. Fyri tað fyrsta, er
tað einki forgjørt, at fólk
uttan fyri USA kundu ynskt
sær ein annan forseta, tí
politikkurin hjá eini og
hvørji stjórn í USA hevur
avleiðingar út um allan
heim, Føroyar íroknað.
Sjálvandi skulu vit ikki
velja amerikanskan forseta,
Gud náði okkum, men
staðfest er, at helmingurin
av amerikanska fólkinum
eisini ynskti sær annan
forseta, so er tað sagt.
Næsta brotið í greinini
kallar Rúni Anti-bush-
isma. Tað er rættiliga harð-
rent, og kenni eg ikki
hampamannin Rúna aftur
her. Hann metir, at fólk, ið
ikki eru samd við Bush-
stjórnina og tann politikk,
hon førir, bera hatur móti
Bush persónliga. At hesi
fólk eru anti-amerikansk, at
tey eru høpisleys, láturlig,
barnslig,
snævurskygd,
óvitandi, drukna í sínum
egnu fordómum og sjálv-
rættvísi.
Tað er ikki eiti á lorta-
spann, vit fáa oman yvir
okkum!
At vera ósamdur við
politikkin hjá Bush-stjórn-
ini er ikki tað sama, sum at
hata Bush persónliga, tí tað
tænir ongum endamáli. Tað
ber ikki til at hata eitt
menniskja, ið vit bert kenna
frá fjølmiðlunum, situr
hinumegin Atlantshavið og
er umgirdur av trygdar-
fólki, ið verjir hann móti
ágangi frá m.ø. sínum egna
fólki. Tað vildi verið spill
av tíð og orku.
At vera anti-amerikansk,
grundað á ósemju við
politikkin hjá amerikansku
stjórnini, hevur einki hald í
verunleikanum. Amerika
hevur givið okkum nógv
gjøgnum tíðina, bæði av
góðum og minni góðum.
Serliga seinastu fimti árini
eru vit, føroyingar og
evropear annars, vornir
meira
amerikaniseraðir,
enn vit kanska hava gjørt
okkum far um. Tað er
ógvuliga trupult, at vera
anti-amerikanskur, tá hugs-
að verður um, at ein stórur
partur
av
amerikansku
fjøldini er okkara egna
fólk, eftirkomarar av fyrstu
niðursetumonnunum, kom-
in úr Evropu, ein heilt stór-
ur partur úr Norðurlondum.
At vit, ið ikki taka undir
við øllum, sum Bush-
stjórnin stendur fyri og
fremur, eru láturlig og óvit-
andi, má takast við størsta
fyrivarni. Sjálvur havi eg
rættiliga góðan kunnleika
til Amerika, amerikansk og
altjóða viðurskifti, havi
stóran áhuga og fylgi væl
við. Tí er tað rættiliga hug-
stoytt, at tú Rúni sker øll
yvir ein kamb. Sjálvandi
vantar kunnleiki hjá summ-
um, men teirra kunnleiki
stavar kanska bert frá
amerikonskum fjølmiðlum,
serstakliga sjónvarpsrásum,
ið hava gjørt Bush sjálvan
til láturs.
Meginparturin
av
ó-
humskuni í hesum val-
stríðnum stavar beinleiðis
frá USA, har báðir partar
hava tikið grugg av botni,
til tess at dálka hvønn
annan, hóast tað í byrjanini
av valstríðnum var heitt á
partarnar, at bera seg sømi-
liga at. Tað miseydnaðist,
men alt tað skitna, ið
partarnir hvør sær funnu
fram, bleiv sent út um allan
heim, og síðani var tað upp
til okkara at sálda frá, og
tað var ikki altíð so lætt,
heldur ikki fyri teg, sum eg
skilji.
Triðja brotið kallar tú
Evropeisk toleransa, og
har kemur tú inn á, hvussu
týdningarmikið tað er, at
skilja tey, sum hava aðra
fatan enn ein sjálvur. Gott í
teg, men hvat vil tú so við
hesi
grein
um
Bush,
toleransu og virði, tá tú ikki
skilir ella virðir, at onnur
hava aðra fatan og tú og
høgravendu
amerikanar-
arnir. Líka fyri líka!
At Bush er kristin, hava
vit ongan trupulleika við, tí
vit høvdu roknað við, at
allir forsetar í USA frá
Washington til Bush hava
verið kristnir, eins og vit.
Hvat tað nýggja er, ið
kallast at vera persónliga
kristin, veit eg ikki. Sjálvur
eri eg kristin persónliga,
kona mín er kristin, børn
okkara verða uppald sum
kristin, og vit búgva í
einum kristnum heimi og
kristnum landi, so hvat tú
vilt við hasum, veit eg ikki.
At vera ein endurføddur
kristin, skilji eg heldur ikki,
men eitt veit eg, at George
Walker Bush er bert føddur
einaferð, nevniliga fyri gott
seksti árum síðani. At hann
ikki skammast við sína
trúgv og gudslív, er ein
góður eginleiki – men eg
havi
heldur
ongantíð
skammast við mína trúgv
og gudslív. Fyri tað eri eg
ikki kandidatur til forseta-
sessin í USA.
Tað er bara eftir mínum
tykki ein óskikkur at draga
Gudstrúnna hjá einstak-
lingum upp í eitt valstríð og
serliga eitt, sum gjørdist so
skitið og tað amerikanska
hesu ferð, men alt kann
nýtast fyri at fáa maktina,
og allar atkvøður telja við.
Sjálvur kenni eg ein
høgravendan
føroyskan
politikkara, ið, tá nærkaðist
vali, fylgdi hvørjum líki, ið
fór frá Ebenezer í Havn,
hóast hann ikki hoyrdi til
meinigheitina. Líkið kundi
sjálvandi ikki atkvøða, men
politikkarans hjávera skaff-
aði honum atkvøðurnar,
honum tørvaði. Ódámligt!
Í triðja broti skrivar Rúni,
at Bush er íðin talsmaður
móti fosturtøku og íðin
talsmaður fyri hjúnabandi
millum mann og kvinnu.
Tað er støða Bush, og tann
rættin hevur hann, eins og
øll onnur hava rætt til egnu
støðu til hesar spurningar-
nar, – men í øðrum broti
skrivar Rúni, at Bush í
1994 bleiv valdur til guver-
nør í statinum Tesas og
afturvaldur í 1998. Hetta
vóru júst árini, tá staturin
Texas stóð ovast á listanum
yvir statir, ið avrættaðu
fangar, ið vóru dømdir til
deyða. Ikki eiti á roysni, tá
eisini er komið fram, at
fleiri teirra, ið vórðu av-
rættaðir, vóru ósekir, og
guvernørurin hevði møgu-
leika at geva teimum grið.
Í hesum árinum hava
ymsu statirnir í USA eisini
tikið støðu til spurningin
um skrásett parlag, ella
vígslu av samkyndum. Ein
statur, ið ikki hevur sett
forboð móti hesum, er
heimstaturin hjá George
Walker Bush, Texas, og
spurningurin er, hvussu
nógv Bush kann gera við
tann spurningin, tá hann
um fýra ár vendir heim
aftur úr Hvítu húsunum.
Fjórða brotið kallar Rúni
Kristnu virðini, og leggur
fyri við at gera vart við, at
tað ikki vóru búskaparmál,
sosialmál ella heilsumál, ið
avgjørdu amerikanska for-
setavalið, men moralsku
virðini.
Fyri ein stóran part av
amerikanska fólkinum er
tað spell, at so lítið rúm var
fyri búskapar-, sosial- og
heilsumálum, tí hetta eru
júst mál, ið nattúrliga hoyra
heima í einum valstríði,
serliga eftir fýra ára repu-
blikanskari leiðslu. Bú-
skapurin gongur skeiva
vegin, hallið á handils-
javnanum
er
metstórt,
somuleiðis arbeiðsloysið,
og skattalætti er veittur
teimum ríku, teim, ið hava
meira enn ivaleyst framm-
anundan, ógvuliga kristi-
liga handfarið, ella hvussu?
Samstundis og tey fáu ríku
fáa betri sømdir og gerast
ríkari, veksur talið av fá-
tøkum amerikanarum.
Sosialu
avleiðingarnar
vísa sína svørtu síðu dag
um dag, tí myndugleikarnir
ikki virðismeta sosialmál
nóg ovarliga. Størri og
størri partur av fólkinum
fellur í fátt, tekur til óráð av
ymsum slag, so vit frætta
um syrgiligar vanlukkur í
heilum. So illa er manga
staðni statt, at skotvápn eru
partur av búnýtinum í
heimunum.
Eitt av málunum í val-
stríðnum hjá demokratun-
um var, at øll skuldu sleppa
framat
heilsuverkinum,
men tað vann ikki frama.
Støðan er tískil, at tey væl-
bjargaðu tryggja seg, með-
an restin í mongum førum
ikki hevur ráð, at keypa sær
ella gjalda eina trygging.
Harmiligt, at hesi mál ikki
vunnu størri frama, men
máttu lúta fyri eini høgra-
snaring og religiøsari her-
ferð. Tað vildi verið mest
natúrligt og mansligt, at øll
hesi mál vóru saman-
tvinnað, høgrasnaringin tó
undantikin.
At Rúni í sama brotið
skrivar, at demokratarnir
høvdu undirmett týdningin
av morasku virðunum og
teimum
evangelisku
kristnu, og at tað tí gjørdist
ein vanlukka fyri demo-
kratarnar. Jú, demokratar-
nir taptu tepurt valið, men
moralsku virðini kunnu
ongantíð gerast nøkrum ein
vanlukka, uttan so, at
religiónin fær eitt slíkt vald,
at tað kemur at líkjast
Talibanstýrinum í Afganist-
an ella prestastýrið í Iran.
Tá er tað ein vanlukka fyri
okkum øll, og sjálvt stýrið
hjá Bush hevur stríðst móti
slíkum.
At enda í greinini stað-
festir Rúni, at tað eru
kreftir í Føroyum í dag,
sum føra eitt stríð móti
okkara grundarlagi sum
fólk. Her haldi eg, at Rúni
sær trøll á alljósum degi.
Rúni er tó so mikið at sær
komin, at hann nevnir
keldurnar,
hann
hevur
stuðlað seg til, tá hann
hevur skrivað greinina, og
keldurnar siga ikki so lítið
um, hví eg ikki kenni Rúna
aftur.
Eg taki tó í aftur brotið,
Rúni skrivar um toleransu,
at toleransa er ein vilji at
góðtaka og virða meining-
ar, fatanir og atferð, sum
ein sjálvur ikki stuðlar ella
tekur undir við.
Við hesum geri eg vart
við, at eg góðtaka og virði,
at m.o. Rúni hevur aðra
meining, fatan og atferð
enn eg, og havi tí loyvt
mær, at skriva hesa grein,
sum partvís eisini er eitt
aftursvar til greinina Til-
lykke den kristne verden!
hjá Mogens Tilsted Christ-
ensen, Hvalvíksprest, tann
6. november.
VIÐMERKINGAR
At snara yvir gevind
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
C
M
Y
K
11
10