fríggjadagur 26. november 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 227 - 26. november 2004
Nr. 227 - 26. november 2004
13
Týsdagin 16. novemb-
er fylti Sigurd Simon-
sen í Hoyvík 85 ár, og
leygarkvøldið 20.
november skipaðu
bussførarar og ferða-
leiðarar, sum arbeiða
fyri Sigurd, fyri eini
hugnaløtu á Hotel
Hafnia
FØÐINGARDAGUR
Myndir: Magnus
Gunnarsson
Hóast 85 ára gamal er
Sigurd Simonsen framvegis
virkin
innan
føroysku
ferðavinnuna,
t.d.
tók
ferðamannastovan Hoyvik-
ing Tours ímóti 35 av teim-
um 40 ferðamannaskipun-
um, ið vitjaðu Havnina í
summar.
Tilsamans 36 fólk vóru
savnaði til hugnaløtu á
Hotel Hafnia leygarkvøld-
ið. Umframt busseigarar og
ferðaleiðarar vóru tríggir
skipaumboðsmenn:
Tor-
leivur Mikkelsen frá Tor
Shipping, Johan Mortensen
frá Baldur og Árni Dam frá
Faroe Agency.
Tey ið hildu talu vóru:
Mogens Wraae, busseigari,
Ingigerð á Trøðni, Jóhan
Hendrik Winther Poulsen
og Sveinur Tummasson
ferðaleiðarar umframt Árni
Dam umboðsmaður.
Tey vóru øll samd um, at
tað var ein stuttleiki at
arbeiða fyri Sigurd - alt so
væl fyriskipað. Áðrenn
summarsesongin byrjar, fáa
bussførarar og ferðaleiðarar
yvirlit yvir hvørji skip
koma og nær. Har kunnu
tey so tekna seg til teir
ymisku túrarnar. Í góðari
tíð fáa tey koyriætlan, har
hædd er tikin fyri øllum,
heilt niður í smálutir og
ikki at forgloyma kaffi og
køkur í viðførisrúminum á
Saab’inum.
Sigurd segði í talu síni, at
hann hevði stórtrívist í
ferðavinnuni. Ferðafólkini
eru altíð so glað og positiv,
og sama er galdandi fyri
bussførarar og ferðaleið-
arar. Hóast árini nú eru
blivin rættuliga høg, hevur
hann ikki ætlanir um at
leggja frá sær enn, men
royna eitt ár aftrat.
Hann byrjaði at arbeiða
við turistum í 1956 á Ferða-
mannastovuni, sum tá helt
til á Hotel Hafnia, men
flutti í 1958 oman á Konga-
brúnna. Í 1985 byrjaðu
hann og konan, Renata,
teirra egnu ferðaskrivstovu,
sum í 1988 bleiv til Faroe
Travel, og sama ár byrjaði
Sigurd fyri seg sjálvan
undir navninum Hoyviking
Tours.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Sigurd Simonsen, Hoyviking Tours, 85 ár:
Bussførarar og ferðaleiðarar skipaðu fyri hugnaløtu
Arnold Eyvindsson,
ferðaleiðari, (h.m.) handar
Sigurdi gávur í samband við
85 ára føðingardagin
Ein av fyrireikarunum, Mogens Wraae bussførari, og Ingigerð á Trøðni, ferðaleiðari, hildu talu
Hilda Thomsen, ferðaleiðari,
var ein av fyrireikarunum
Árni Dam, skipaumboðsmaður, frá Faroe Agency
Skipaumboðsmenn, Torleivur Mikkelsen frá Tor Shipping og Johan Mortensen
frá Baldur
Mynd: Sigurd Simonsen
Renata og
Sigurd
Simonsen
frá
Hoyviking
Tours.
Sigurd segði
í talu síni, at
hann hevði
stórtrívist í
ferðavinnuni
TÍÐINDASKRIV
frá forlagnum Tjarnardeild
Forlagið Tjarnardeild, sum
undanfarin ár hevur givið
út bøkurnar "Teir tóku
land" hjá Jógvani Arge,
hevur í ár givið út bókina
"Komin er nú onnur øld -
ein lýsing av okkara sam-
tíð," sum Uni Arge, jour-
nalistur, hevur skrivað.
"Komin er nú onnur øld"
lýsir og viðger tey mest
umrøddu málini í almenna
orðaskiftinum seinnu árini.
Bókin savnar saman týð-
andi hendingar og sjónar-
mið í eina greiða heild í
átta lættlesiligum kapitlum.
Í bókini verður millum
annað spurt, um rasisma
kann taka seg upp í Før-
oyum. Hesin parturin er um
avbjóðingarnar í útlend-
ingamálinum. Spurt verður
eisini, um áttatiárini hanga
sum ein moralsk marra yvir
samfelagnum og forða fyri,
at politiska skipanin og
vinnulívið kunnu koma
víðari.
Livihátturin á okkara
døgum verður nógv um-
røddur. Ein spurningur er,
um prísurin fyri høgt livi-
støði er ov høgt blóðtrýst
og álvarslig strongd á
ungum árum. Í kapitlinum
um mentanina verður spurt,
um
føroyingar
andliga
hanga fastir í fortíðini, og
um málpolitikkurin hevur
verið kúgandi.
Tey yvirskipaðu politisku
málini verða gjølla við-
gjørd. Spurt verður, um
Føroyar skulu lima seg inn
í ES, og hvussu hetta kann
gerast.
Eisini
umrøður
bókin ta 100 ára gomlu
terrorbalansuna
millum
sjálvstýri og samband og
tað ofta ógvusliga almenna
orðaskiftið í Føroyum.
Fjølmiðlarnir verða lagd-
ir undir luppin í bókini.
Spurt verður, um teir kapp-
ast meira um lætt undirhald
enn journalistiskt innihald,
og hví teir báðir almennu
loftmiðlarnir, ÚF og SvF,
brádliga vórðu lagdir sam-
an. Síðsti partur í bókini
viðger møguleikan fyri eini
søguligari tjóðskaparligari
semju millum føroyingar.
"Komin er nú onnur øld"
er 175 síður til støddar.
Hon er sett upp, prentað og
innbundin hjá Føroyaprent.
Permuna hevur Føroya-
prent gjørt við íblástri frá
listamanninum Andy War-
hol. Myndirnar í bókini
hava Álvur Haraldsen, Jens
Kristian Vang og Kalmar
Lindenskov tikið.
Bókin kostar 218 krónur
og fæst í bókabúðunum.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Gullbrúdleyp
í Hvalba
Mánadagin 29. november hava
hjúnini Ingrid og Levi Gerðisheim í
Hvalba gullbrúdleyp.
Levi er klaksvíksingur við stórum
"K". Tó er hann heilur suðringur.
Pápin, Alfred Petersen, var úr
Puntabyrgi á Tvøroyri og mamman,
Maria Nattestad, úr Stórustovu í
Hvalba. Hesi bæði giftust til Klaks-
víkar, har Levi er uppvaksin og
hevur virkað megin partin av lívi
sínum.
Ingrid er dóttir Sigrid Højsted úr
Lopra og Reynhold Andersen úr
Keypmannahavn.
Seinri
giftist
Sigrid við Niels Paula Vest úr
Hvalba, og soleiðis er Ingrid upp-
vaksin í Hvalba.
Ingrid og Levi funnu saman og
bygdu eitt væla heim í Gerðum.
Eftir at Levi hevði verið til skips,
bæði við trolara og línubáti og
Ingrid hevði verið gongsgenta á
sjúkrahúsinum, fóru bæði at arbeiða
á "Norðborg", har bæði vóru til upp
móti pensiónsaldri. Og eg haldi, at í
huganum eru bæði har enn, so
inniliga tey tosa, bæði um leiðsluna
og arbeiðsfólkið, ið har var.
Um pensiónsaldur seldu tey
húsini í Klaksvík og komu til
Hvalbiar at búgva. Her hava tey
bygt sær eitt sera gamlamanna
vinarligt hús, ið er nemt at røkja.
Tað má av røttum ásannast, at tað
arbeiði, ið tit hava lagt uttan um
húsini, við grønum fløtum, fittligu-
m úthúsum, rás kring húsið og
serliga flotta grótgarðinum, er í dag
eitt satt prýði fyri eygað og granna-
lagið.
Vit í Garðsenni, bæði stór og smá,
ynskja tykkum hjartaliga tillukku
við degnum, við tøkk fyri nógvar
góðar løtur bæði í Klaksvík og her
suðuri.
Nú sólin er komin vestur, ynskja
vit, at Harrin má gera lívskvøld
tykkara blítt.
Heilsan
systir og svágur
Dagurin
26. november. Konrad, deyður ár 975. Týskur
fúrstasonur, sum seinni bæði gjørdist dómpróstur og
biskupur. Hann læt byggja bæði kirkjur og sjúkrahús
og kleystur. Varð skýrdur halgimenni í 1123.
Konrad er týskt navn og kemur upprunaliga av
einum orði, sum merkir hin ráðatøkni.
Takk
Hjartaliga takki eg
øllum teimum, sum
stuðlaði mer til
býráðsvalið í
Vági 9. november.
Svenning Borg
Kunngjørt verður, at okkara kæri pápi, verpápi,
abbi og langabbi
Olivar Danielsen
vanliga nevndur Gode
Velbastað
andaðist á Lágargarði 24. november,
82 ára gamal.
Kistan fer av Lágargarði
fríggjadagin 26. november kl. 18.00.
Jarðarferðin verður úr Kirkjubøar kirkju
leygardagin kl. 14.00.
Børnini
Uni Arge við bók
um okkara samtíð
C
M
Y
K
13
12