fríggjadagur 26. november 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 227 - 26. november 2004
15
UMMÆLI
Elisa í London – Elisa í ævintýrlandi
Gulla Øregaard
Tórshavn hin 22. nov. 2004
Tá listafólkini Eir í Ólav-
stovu, Bjørg Mohr Ander-
sen og Hallur Thomsen frá
Sjónvarpi Føroya sleppa frá
dagliga
strevinum
við
myndatólinum
og
taka
myndatólið til hjarta og
kenslu, tá hendir verunliga
nakað, sum gevur uppliv-
ing.
Tað kennist, sum um tey
skapa filmslist á doku-
mentarøkinum.
Tað er, sum um mynda-
tólið, ljósið og ljóðið renna
saman í eina heilskapaða
eind, har persónurin, sum
verður
lýstur,
stendur
skarur og reinur fyri áskoð-
aranum. Tú ert eitt sindur í
iva um sendingin »Tú mást
tola eitt nei« er dokumentar
ella fiktión.
Sendingin
um
Elisu
Heinesen hevur heitið »Tú
mást tola eitt nei«. Tú varn-
ast tað góða sambandið
millum heitið og kvinnuna,
sum sigur frá sínum ævin-
týri í London. Klippingin
við krossandi myndum er
løtt sum ein ballet.
Vit síggja Elisu gjøgnum
ein myndavev, har vovnir
verða dreymar, sum Shake-
speare onkustaðni hevur
tikið til.
Myndasøgan um Elisu í
stóru verð er so væl gjørd,
at tað er ein fragd at síggja
og uppliva okkara tá ið
filmsliðið gera listarliga
munin.
Sunnukvøldið 21. nov. í
bestu senditíð sóu vit Elisu
Heinesen í London.
Vit uppliva London við
høgum pulsi, sum stórbý-
urin er kendur fyri, og vit
síggja skapandi Elisu í eini
verð, har framtíðin var í
gjár, og har ferðin er líka
týdningarmikil at fyrihalda
seg til, sum tað er at minn-
ast til at anda.
Filmurin um Elisu vísir
eitt gávuríkt listafólk, sum
við vónum og sjónum snið-
gevur/designar
klædna-
pløgg til ungar kroppar og
framtíðar dreymar um løtur
í »glamour«.
Serliga
spennandi
er
Elisa við sínum jarðbundnu
meiningum um tað at røkka
málum við síni stremban.
Eisini gevur filmurin
áskoðaranum
gjøgnum
vinkonur og arbeiðsgevara
eina mynd av eini kvinnu,
sum er sera álvarsom við
sínum listarliga ítrívi at
skapa klæði og gera royndir
at skilja fólkini í tíðini og í
klædnaídnaðinum.
Elisa velur vinkonur frá
kosmopolitiska umhvørv-
inum
í
milliónabýnum
London Hetta sær út til at
vera eitt stimbrandi um-
hvørvi við ymsum mentan-
um.
Vinkonurnar geva kvinn-
uni frá »heimsins nalva«,
sum abbin doypti Tórshavn,
mótspæl
og
moralskan
stuðul.
Vit síggja og hoyra Elisu
í ymsum arbeiðsumstøðum,
og allastaðni merkir tú eina
stinna virkna unga kvinnu.
Hon er ikki bara til. Hon er
rættuliga
nærverandi
í
stórbýnum London, og
kundi tískil verið uppv-
aksin har.
Tónleikurin er væl valdur
til ymsu løtumyndirnar av
Elisu, har hon við ferð
stðrir gjøgnum bðin. Full
av sjálvsáliti. Hon hevur
tað neyðuga í skjáttuni, og
tað er vitanin, at hon veit
hvat tað vil siga, at verða
miðvís og at útvega úrslit.
Hon sigur einastaðni, at
sjálvandi má hon lurta eftir,
hvat tey, sum bíleggja
hennara vøru hava upp á
hjarta, men innast inni veit
hon, at hon gongur sínar
egnu vegir. - Hugsaði, tá ið
eg hoyrdi hana, at tað er
ikki ókent, at listafólk
hvørki kunna, duga ella
vilja ganga gøtuna, sum
onnur hava stungið út. -
Fyrr verður teinurin gingin
fleiri ferðir, fyri at leggja
tað eftir seg, sum er tað
unika. - Tað serliga!
Havi innan fyri eitt døgn
sæð filmin tvær ferðir.
Fyrsta sýning í gjár-
kvøldið var við tónleiki,
ljóð- og myndlist frá stór-
býi. Frá heimbýli við
klippistovu og aftur til
náttarmyndir frá London by
night.
Í kvøld var filmurin end-
ursendur, og eg skrúvaði
ljóðið fyri, meðan eg
hoyrdi Johannes Møllehave
tosa við Leif Láadal um
Hans Christian Andersen
og
hansara
stórfingnu
ævintýr.
Fekk hugsanina, at alt
hongur saman - Síggi fyri
mær, at H. C. Andersen
verður fluttur fram til ár
2004 og hann hittir Elisu
Heinesen í London.
Tey bæði fara spákandi
oman á Piccadilly Circus,
har tey seta seg á ein bonk.
Hann byrjar at lesa ævintýr
fyri Elisu - Hon situr og
gloymir seg burtur.
Elisa í London skapar
skreyt og stás og fær okk-
um
at
droyma
stórar
dreymar um vakurleika og
veitslur í farnari og kom-
andi tíð. H. C. Andersen
lesur so leingi, at tey bæði
hava gloymt, hvar tey eru
stødd, tá ein reyður dup-
ultbussur koyrir framvið,
og tey varnast, at tey mugu
fara hvør til sín.
Hann fer aftur til friðin,
og hon aftur til býin.
Filmsfólkini í Vørðsluni
skaptu hugmyndina um
Elisu og H. C Andersen í
London.
SVF hevur seinastu tíð-
ina gjørt mentunarsending-
ar, sum hava havt meira
flog. Hetta ger okkum
áskoðarar medvitandi um,
hvussu nógv skal til, fyri at
gera mun. Vónandi fara
játtandi myndugleikar at
síggja tað neyðuga í at
skapa fortreytirnar fyri ar-
beiðinum.
-
Stovnurin
hevur fólkini.
15
14
Nr. 227 - 26. november 2004
Endamálið við nýggja
uppskotinum, sum
Vinnumálaráðið, við
Bjarna Djurholm á
odda, júst hevur latið
úr hondum, er at
dagføra upp- og
afturlatingarlógina
og at gera hana
greiðari. Núverandi
lóg er ótíðarhóskandi
verður hildið, og
handilsvinnan sjálv
hevur fleiri ferðir
funnist at henni
HANDILSLÍV
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kr. Vang
Nýggja lógaruppskotið fer
at geva handilseigarunum
størri frælsi, við tað, at
tíðin, har handilin kann
hava opið, at kalla er
óavmarkað. Allir vanligir
handlar kunnu nú nærum
hava opið so galið teir vilja.
Og talan er um allar
handlar, frá skóm til mat til
vaskimaskinur.
Bert stongt sunnudag
Einasta krav er, at handl-
arnir skulu hava stongt frá
kl 23.00 leygarkvøld til kl
06.00 mánamorgun.
Allir vikudagar eru so-
statt púrasta uttan aftur-
latingarmark. Ynskja teir
tað, kunnu handilseigar-
arnir hava opið frá mána-
morgni kl 06.00 og líka
inntil fríggjakvøld kl 23.00.
Uttan nakrantíð at steingja
handilin.
Flaggdag og Grundlógar-
dag skal steingjast kl 12.
Halgidagar og jólaaftan
skal vera stongt.
Ein sunnudag um árið er
loyvt at hava opið, og tað er
seinasta sunnudag undan
jólum, tá loyvt er at hava
opið frá kl 14.00 - kl 23.00.
Nógv undantøk
Tá tað so er staðfest, kunnu
vit hyggja at listanum við
undantøkum.
• Allir smáir handlar, ið
selja gerandisvøru t.v.s.
mat, avísir, reinførðisvør-
ur, góðgæti o.s.fr. Einasta
krav er, at handilin ikki er
størri enn 250 m2.
• Bensinstøðir
• Blómuhandlar
• Handlar í framsýningar-
hølum
• Handlar á flogvøllinum
• Apotek og handkeypssøl-
ur á apotekum
• Automatir
Allir
omanfyri
nevndu
handlar eru undantiknir
afturlatingarlógini. Teimum
nýtist sostatt ongantíð at
steingja, hvørki um náttina,
um vikuskiftið ella á heili-
døgum.
So eftir 1. apríl 2005
verður møguligt hjá før-
oyingum at keypa gerandis-
vørur 24 tímar um døgnið
365 tímar um árið.
Smáhandlarnir í Føroyum kunnu hava:
Opið 24 tímar um
døgnið alt árið
Navn: Anna Maria Olsen
Starv: 17 ár í Miklagarði
Hvat heldur tú um nýggja uppskotið um
upplatingartíðir?
– Eg haldi, at hatta líkist ongum. Hatta kunnu teir
ikki gera. Sum er arbeiði eg fullan dag aðruhvørju viku,
og hálvan dag aðruhvørju viku. Eg orki so ikki at
arbeiða nógv meiri enn tað. Teir kunnu ikki spreingja
arbeiðsfólkið soleiðis, tað ber slett ikki til.
Væntar tú at lógin kemur í gildi?
– Ja, hon kann gott koma í gildi, men arbeiðsgevarin
má ansa væl eftir ikki at pressa okkum meiri!
Navn: Anja Mouritsen Müller
Starv: Júst byrjað sum lærlingur í Deres
Hvat heldur tú um nýggja uppskotið um
upplatingartíðir?
– Hatta er sikkurt gott fyri handilin. Men hatta er ringt
fyri arbeiðsfólki. Eg vænti at hatta fer at føra til størri
útskifting av starvsfólkinum. Vit mugu eisini hava fleiri
arbeiðsfólk, sum kunnu býta vaktirnar ímillum sín, tí eg
veit, at eg hevði so ikki orkað at staði her so leingi
hvønn dag. Og tað trúgvi eg ikki, at nakar hevði.
Væntar tú at lógin kemur í gildi?
– Eg veit ikki ordiligt
Navn: Elvira Thomsen / Sólvá Thomassen
Starv: 8 mánaðir / 3 dagar í Grifflinum
Hvat halda tit um nýggja uppskotið um
upplatingartíðir?
– Sum er arbeiða vit 9-18, og tað er
leingi. Alt annað verður for leingi at skula
arbeiða. So mugu vit í øllum førum hava
fleiri starvsfólk og fleiri vaktir.
Eg rokni ikki við, at sølan fer at økjast
nakað serligt, sjálvt um vit lata upp fyrr, og
lata aftur seinni. Tí so koma fólk bara seinni
um kvøldið. Tey koma sum oftast áðrenn vit stongja,
so verður tað bara útsett nakrar tímar.
Hatta er eisini sera ópassandi fyri tey, sum hava børn.
Hvat skulu tey gera við børnini ímeðan tey arbeiða?
Vænta tit, at lógin kemur í gildi?
– Nei, tað vænta vit ikki. Eingin kjansur!
Navn: Rannvá Skorá
Starv: 1 ár hjá Gunnleivi á Hoyvíksvegnum
Hvat heldur tú um nýggja uppskotið um
upplatingartíðir?
– Vit hava opið frá 6.45-23 og tað er ivaleysa leingi.
Eg hevði so ikki tímað at arbeitt her um náttina. Summi
fara nokk at tíma tað, men tað verða nokk fleiri, sum
ikki fara at tíma. Tað verður nokk heldur ikki tað stóra
at gera um náttina...
Væntar tú, at lógin kemur í gildi?
– Nei, eg trúgvi ikki.
Navn: Elsa Berg / Katrin Danielsen
Starv: 1,5 mánaða / 3 ár á Statoil
í Gundadali
Hvat halda tit um nýggja uppskotið um
upplatingartíðir?
– Tað er sikkurt fínasta slag, at man kann
keypa døgnið runt. Men spurningurin er, um
nakar er uppi um náttina. Man kundi kanska
havt longri opið, til uml. 01-02 tíðina um
náttina, men tað verður sikkurt ringt at fáa
fólk til tær vaktirnar. Í vikuskiftinum kundi
man kanska havt opið um náttina, men tað høvdu nokk verið nógvir trupulleikar av
fullum fólki, sum komu oman frá dansinum í Batmintonhøllini.
– Eg veit, at tey gera tað niðri, men eg hevði ikki tímað at arbeitt um náttina.
Eg rokni heldur ikki við, at vit høvdu selt serliga nógv. Tey flestu sum arbeiða her
ganga í skúla, so tað verður nokk ringt at fáa fólk at arbeiða.
Vænta tit at lógin kemur í gildi?
– Nei, tað rokni eg ikki við
eys
Brot úr lýsingini av uppskotinum
… Mett verður, at tíðin í roynd og veru fyri langari tíð síðan er farin frá
afturlatingarlógini, sum vit kenna hana. Stórar broytingar eru farnar fram í arbeiðs-
og familjumynstrinum í samfelagnum tey seinastu ártíggjuni.
Fáa familjurnar í størri mun enn higartil møguleika fyri at handla, tá ið tað liggur
best fyri hjá teimum, verður tað lættari at fáa gerandisdagin at hanga saman.
Brúkararnir kunnu velja at fara til handils aðrar tíðir á degnum, enn – sum vanligast
er – beint eftir arbeiðstíð og í sama tíðarbili, sum børnini skulu heintast í vøggustovu
ella barnagarði, og matur skal gerast.
Somuleiðis kann ein tillaging av handilstíðini merkja at tað verður minni trýst á
handlarnar ávísar tíðir. Hetta hevur so aftur við sær, at tað verður lættari at handla,
og at tann einstaki brúkar minni tíð uppá hvørt keyp.
Longri upplatingartíðir hjá handlunum kunnu fáa sum avleiðing, at partur av
teimum, sum starvast í handlunum, fáa óhøgligar arbeiðstíðir. Hetta kann gera tað
truplari hjá nøkrum teirra at sameina familju- og arbeiðslívið, og t.d. at fáa børnini
ansað. Kanningar aðrastaðni vísa tó eisini, at tey, sum arbeiða parttíð, eru betur nøgd
við arbeiðsumstøðurnar enn tey, sum arbeiða fulla tíð.
Her skal leggjast afturat, at tey, sum arbeiða parttíð, júst eru tey, sum oftast arbeiða
uttan fyri vanliga arbeiðstíð…
eys
Hvat heldur fólkið handan diskin um uppskotið?
Nýggja uppskotið verður gott fyri vanliga føroyingin, sum nú sleppur at keypa tá hann vil. Men
starvsfólkini í handlunum gleða seg ikki
C
M
Y
K
14