fríggjadagur 26. november 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 227 - 26. november 2004
Nr. 227 - 26. november 2004
17
Seinasta mánakvøld máttu
nakrir smádreingir ásanna,
at teir vóru farnir dekan ov
langt við skemti sínum. Ein
bólkur av dreingjum gekk
og stuttleikaði sær í Berja-
brekku við at fremja ymisk
smærri skálkabrøgd. Eitt
nú við at banka upp á hurð-
ar hjá fólki.
Í einum føri dugdi eigar-
in av eini íbúð tó ikki at
síggja tað heilt stuttliga í
hesm. Hann kom út eftir
dreingjunum, og tó at teir
flestu náddu at flýggja, so
fekk maðurin fatur í einum
teirra beint uttan fyri Myln-
una.
Somikið harðligur var
maðurin við 14 ára gamla
dreingin, at hesin eftir til-
burðin hevur meldað fyri
harðskap. Talan hevur ikki
verið um beinleiðis fysisk-
an skaða, men drongurin
kendi seg heilt illa kroyst-
an, og hevur fingið ein
ordans skelk. Og á løg-
reglustøðini verður sagt, at
frágreiðingin hjá dreing-
inum er av slíkum slag, at
løgreglan kannar málið,
sum var talan um harð-
skapsmál.
Løgreglan hevur eisini
tosað við mannin, sum skal
hava framt harðskapin,
men enn stendur orð móti
orði, tí eingin annar hevur
sæð tilburðin.
Av Politistøðini verður
sagt, at tey fegin vilja hoyra
frá fólki, sum møguliga
hava sæð tilburðin seinasta
mánakvøld. Sagt verður, at
hendingin fór fram millum
kl. 20.30 og 21.30, og at
talan var um ein mann í
30’unum, sum var ílatin
eina bláa ketilsdrakt og
húgvu.
-jm
Ákærdur fyri harðskap
móti smádreingi
I september og
oktober mánaði
høvdu vit í sjey viku-
skiftisbløðum eina
kapping, har tað
ráddi um at svara
ymsum spurningum
um almenna vitan.
Høvuðsvinningurin í kapp-
ingini var ein ferð fyri tvey
við Norrønu, har vinnar-
arnir sluppu at ferðast sum
rættir millióningar. Glæsi-
liga suitan umborð á stóra
ferðamannaskipinum stóð
nevnliga klár til vinnar-
arnar, og ikki nóg mikið við
tí. Føroya Sparikassi hevði
eisini latið vinnarunum
10.000 kr. í lummapeningi,
soleiðis at ráðini skuldu
verið til bæði eitt og annað
á ferðini.
Sum millióningar
Tá lutur varð drigin millum
innsendu seðlarnar, var
brævbjálvin hjá Súsonnu
Jacobsen av Norðskála
tann, ið fyrstur kom úr pos-
anum, og mikudagin fekk
hon so handa vinningin, tá
Smyril Line og Føroya
Sparikassi høvdu skipað
fyri litlari samkomu.
Sjálv fekk Súsanna Ja-
cobsen ikki verið til staðar,
men
drongur
hennara,
Niels Thomsen, sum sjálv-
ur annar fer við á ferðini,
legði leiðina til høvuðs-
staðin, har hann slapp at
taka móti stóra vinningin-
um.
Áki Jespersen helt vegna
Smyril Line fyri, at hann
var vísur í, at tey bæði fóru
at fáa eina ógloymandi
ferð.
- Eg havi sjálvur verið
eina ferð við Norrønu, har
mær untist at hava suituna,
og eg má bara siga, at tað er
nakað serligt. Tað er ein
ferð, sum ikki stendur
nakað aftan fyri tað, ið
stóru cruise-skipini, sum
ofta síggjast á Havnini,
hava at bjóða.
Og Ólavur Jensen, mark-
naðarleiðari á Sparikass-
anum, tóktist eisini vera
væl nøgdur. Eisini hóast
hann altso mátti lata 10.000
kr. frá sær.
- Skal tú ferðast er tað
umráðandi at tú tryggjar
tær, at tú hevur pening
tøkan á ferðini. Tað er hent
at hava nakað av reiðum
peningi í røttum gjaldoyra
við á ferðini, og tað tryggj-
ar Sparikassin so við hes-
um kekkinum, helt hann.
Og so er bara eftir hjá
vinnarunum, at bíleggja
sær tríggjar dagar umborð.
Tríggjar dagar, har tey
sleppa at ferðast sum rættir
millióningar.
-jm
Finn Thomsen her við kekki,
blómum og gávubrævið.
Menninir undir liðini á
hepna vinnaranum eru
marknaðarleiðararnir hjá
ávíkavist Smyril Line og
Føroya Sparikassa
Mynd: Jens Kr. Vang
Dreymaferðin
handað
C
M
Y
K
17
16