Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. desember 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. desember 2018 · Nr. 140 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI SÍÐA 10 Ljóst er á Ljósa­ flótti TÍÐINDI SÍÐA 11 Rundur dagur í Norðra­ gøtu Valið stendur ímillum Jørgen Nicla­ sen og Aksel V. Johannesen um at gerast Føroya Lømaður. Tað vísir feskasta velja­r­a­kann­ in­g­in, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Miðlahúsið og Kring­ varpið, og sum verður kunngjørd her í blaðnum í dag. Sambært kanningini verður Fólka­flokkurin størstur í at­køvð­ um, men eins stórur og Javn­að­ar­ flokk­ur­in í tingsessum. Teir fáa 8 ting­sessir í part. Av tí at Sambandsflokkurin og Tjóð­veldi bert fáa 6 tingsessir í part, so verður løgmansvalið at standa ímillum Jørgen Niclasen og Aks­el V. Johannesen. Veljarakanningin staðfestir, at sit­a­ndi samgonga hevur mist meiri­ lutan. Av tí at Tjóðveldi missir ein ting­sess, sum fer til Fólkaflokkin, so kopp­ar javnvágin í Løgtinginum á so­leiðis, at andstøðan hevur meir­ i­lutan. Eftir síðsta løgtingsval hendi tað fyri fyrstu ferð, at andstøðan stutt og greitt tók yvir valdið. Teir tríggir andstøðuflokkarnir skip­ aðu samgongu, og allir lands­stýr­is­ flokk­ar­nir fóru í andstøðu. Tað var ikki hent áður. Og tað er júst tað, sum kann henda aftur nú. Spurningurin er so, um Sam­ bands­flokkurin vil undir Fólka­ floks­leiðslu í landsstýri. Flokkurin fekk mang­an av at vita – eisini frá sín­um egnu – tí at sagt varð, at Fólka­flokkurin hevði veruliga vald­ ið í sam­gong­uni hjá Kaj Leo Holm Jo­hann­e­sen. Tí kann hugsast, at flokkurin held­ur vil í samgongu, har Javn­að­ ar­flokk­urin er hin flokkurin heldur enn Fólka­flokkurin. Havandi innanhýsisstríðið í Javn­að­ar­flokkinum í huga, so kann úrs­lit­ið í ­kanningini ikki kennast so gal­ið. Í veruleikanum hevur flokk­ ur­in vunnið ein tingsess afturat – um ikki tveir. Ikki í mun til síðsta val, men í mun til veruleikan á tingi. Sonja Jógvansdóttir fór úr flokk­i­ num longu fyrsta tingdagin, tí hon ikki slapp í landsstýrið. Og eing­in veit – allarminst løgmaður – hvørj­ um flokki Kristin Michelsen er í. Men sambært kanningini, so hevur Javnaðarflokkurin framvegis 8 ting­fólk. Men skal Aksel V. Johannesen gera sær nakrar tankar um at halda fram sum løgmaður eftir næsta val, so má Javnaðarflokkurin rudda upp inn­an­floks og tryggja sær, at einans flokstrúgv fólk sleppa á list­an. Ein greið niðurstøða er, at hvørki Kristin Michelsen ella Sonja Jógvansdóttir standa á listanum hjá Javn­aðarflokkinum til næsta val. JØRGEN ELLA AKSEL Í gjár vóru 65 ár, síðani Fossá­verk­ið í Vestmanna fram­leiddi fyrstu elorkuna. Verk­ið hevur øll árini eis­ini samskipað alla el­fram­leiðsl­ una út á elnetið Í dag eru 65 ár, síðani fyrsta elorkan var fram­leidd á Fossáverkinum í Vest­ manna út á elnetið. Miku­ dagin 2. desember 1953, kl. 16.30, var streymurin settur til á verk­inum og til býlingin, Fitj­arnar, í Vestmanna – nær­hendis Fossáverkinum. Eitt korter seinni fór el­ ork­an út á Tórs­havn­ar­linju­ na. 5 og 6. desember vóru á­vik­a­vist Vestmannalinjan og Eyst­ur­oyarlinjan settar til, og all­an desember 1953 vóru fleiri bygdir knýttar upp í el­ net­ið hjá SEV. Býlingurin á Fjørðinum í Vest­manna, har Fossá­verk­ið liggur, var síðsta økið, sum var koplað til elnetið í hes­um fyrsta byggistiginum av el­ skip­an­ini hjá SEV í desember 1953. Tað hendi 22. desember, og tá fekk øll Vestmanna bygd streym frá SEV. Fossáverkið hevur øll 65 árini havt týðandi leik­lut­in at samskipa el­fram­leiðsl­ una frá ymsu verk­u­num út á elnetið, og í 2015 var kontrolrúmið um­vælt og dagført, tá høv­uðs­um­væl­ ingar vóru gjørdar á verk­i­ num. Í januar 1954 vísti ein upp­ gerð, at 1300 húsarhald fingu streym frá Fossáverkinum, og at roknað var við, at til­sam­ans 2000 brúkarar skuldu bindast í elnetið í hes­ um fyrsta umfarinum. Foss­ á­v­erkið var síðani roynd­ar­ koyrt næstu mánaðirnar, og dag­ur­in, har verkið var al­ment tikið í nýtslu, var á­settur til 5. mai 1954. Fyrstu tíðina lá elnýtslan á um­leið 600 kW, t.e. lastin á fram­leiðsl­u­eind­unum, og mesta lastin hevði tá verið uppi á 800 kW. Tað er 1,4 pro­ sent av mestu lastini í allari el­skipanini hjá SEV í dag, sum í november í ár var uppi á góð­um 58 MW. Fyrru byrgingarnar, sum vóru bygdar í Vestmanna í sam­bandi við Fossáverkið, vóru byrgingarnar frammi við Vatnið í Fonsdali og á Lóm­u­nd­ar­oyrum. Síðani helt vatn­ork­u­útbyggingin í Ves­t­manna fram árini 1956 til 1963. Tá varð vatnorkan bygd út á Mýrunum og í Helj­a­re­yga, og Mýruverkið og Heyg­a­verk­ið vóru tikin í brúk. Fossáverkið framleitt elorku í 65 ár Jørgen Niclasen er borg­ar­ liga alternativið til løgmann Djóni Nolsøe Joensen, ting­maður fyri Javn­að­ar­ flokk­in, heldur, at eftirlitið við rúsevnasmugling má herð­ast. Tað sigur hann, eftir at Sosialurin herfyri vísti á, at óvanliga nógv rúsevni eru í umferð í landinum. Tí fer hann mikudagin at seta lands­stýrismanninum við vinn­umálum ein fyri­spurn­ ing hesum viðvíkjandi. Mikudagin verða munn­ ligir fyrispurningar á skrá í Løg­tinginum. Í tí sam­bandi fer Djóni Nolsøe Jo­ensen, tingmaður fyri Javn­að­ar­ flokkin, at seta lands­stýris­ manninum við vinnumálum ein fyr­i­spurn­ing um eftirlitið av rús­evnasmugling. – Hetta er álvarsligt, og fólk seta spurnartekin. Er eft­ir­lit­ið viknað, ger løg­regl­ an ov lítið til at uppspora mill­um­menn­i­nar, eru nóg nógvir pengar sett­ir av til at byrgja upp fyri inn­smugl­ ing­ini og so framvegis, sigur Djóni Nolsøe Joensen. Djóni vísir á, at ofta verða ung fólk rekruterað til at smugla og lokkað við lætt for­vunnum peningi. Av­leið­ ing­ar­nar fyri okkara ungu kunnu vera sera álvarsligar, og ofta er hetta byrjanin til eitt lív við kriminaliteti, held­ur tingmaðurin. – Um tað er so, at eftirlitið er ov veikt, gera bakmenninir sær skjótt dælt av hesum, og tískil verður meir smuglað. Fáa hes­ir hinvegin varhuga av, at vit sum myndugleikar herða eft­ir­litið og uppá allar hugs­andi mátar gera tað truplari at smugla, so eigur hetta at halda smuglingini niðri, sigur Djóni Nolsøe Joensen og vón­ar, at lands­ stýr­is­mað­urin hev­ur ætlanir um at taka trup­ul­leik­an í størsta álvara. Strangari eftirlit við rúsevnasmugling Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin