mánadagur 3. desember 2018síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Mánadagur 3. desember 2018 · Nr. 140
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fólkaflokkurin
og Javnaðar
flokkurin fáa 8
tingfólk í part
Eirikur Lindenskov
Fólkaflokkurin vinnur mest,
og Javnaðarflokkurin miss
ir mest. Tað er stutta niður
støðan av feskari veljara
kanning, sum Gallup Føroyar
hevur gjørt fyri Miðlahúsið
og Kringvarpið.
Sambært
kanningini
verður
Fólkaflokkurin
størsti flokkur við 23,7 pro
sentum. Tað er ein fram
gongd upp á 4,8 prosentstig í
mun til seinasta val. Tað gev
ur Fólkaflokkin tveir ting
sessir afturat teimum 6, sum
flokkurin fekk á seinasta
vali. Fólkaflokkurin hevur í
kanningini 8 tingsessir.
Hóast Javnaðarflokkurin
er tann flokkur, sum missir
mest sambært kanningini,
2,2 prosentstig, so varðveitir
flokkurin kortini teir 8 ting
sessirnar,
sum
flokkurin
fekk á seinasta løgtingsvali.
Sambandsflokkurin
stendur í stað
Sambandsflokkurin stendur
at kalla í stað í kanningini.
Hann fekk á valinum sein
ast 18,7 prosentstig. Sambært
kanningini kvinkar hann
upp á 19 prosent, sum tó er
søguliga vánaligt úrslit hjá
Sambandsflokkinum. Bara
tríggjar ferðir hevur Sam
bandsflokkurin fingið færri
enn 19 prosent av atkvøðu
num. Tað var á seinast løg
tingsvali í 2015, tá flokkurin
fekk 18,7 prosent, í 1998, tá
flokkurin fekk 18,1 prosent
og í 1990, tá flokkurin fekk
18,9 prosent.
Sambært kanningini, so
hevur
Sambandsflokkurin
einki vunnið upp á andstøð
uleiklutin. Fólkaflokkurin er
farin við øllum. Av teimum
5,1 prosentstigunum, sum
andstøðan vinnur frá sam
gonguni, eigur Fólkaflokk
urin
4,8
prosentstig
og
Sambandsflokkurin 0,3 pro
sentstig.
Jørgen er borgarliga
alternativið til Aksel
Tað ger eisini munin so stór
an millum Fólkaflokkin og
Sambandsflokkurin, at eing
in ivi hevði verið um, at tað
hevði verið Jørgen Niclasen,
sum skipaði nýggja borgar
liga samgongu og ikki Bárð
ur Nielsen.
Sjálvstýri hevur heldur
einki fingið burtur úr sínum
andstøðuleikluti. Flokkurin
fær 3,6 prosent sambært
veljarakanningini. Tað er
heldur lakari, enn á valinum
í 2015, tá flokkurin fekk 4,0
prosent av atkvøðunum.
Tjóðveldi tódnar
Tjóðveldi má eins og hinir
samgonguflokkarnir notera
sær ein afturgongd. Á sein
asta løgtingsvali fekk Tjóð
veldi 20,7 prosent av atkvøð
unum. Tað er heldur lakari
úrslit, enn flokkurin hevði
á valunum í fullveldistíðini
beint eftir 1998, tá flokkurin
vann stórsigur og gjørdist
størsti
flokkur.
Sambært
veljarakannigini, so missir
Tjóðveldi 1,4 prosentstig og
ein tingsess.
Fiskivinnunýskipanin
verið størsta málið
Tað er einki at ivast í, at
stóra politiska málið hetta
valskeiðið hevur verið fiski
vinnunýskipanin. Tjóðveldi
hevur landsstýrismannin á
økinum, og hevur tí staðið
nógv fyri skotum. Enn eru
allir lutir í nýskipanini ikki
greiddir í Løgtinginum.
Eisini andstøðuflokkurin
Miðflokkurin
hevur
aft
urgongd sambært veljara
kanningini. Flokkurin fekk
5,5 prosent av atkvøðunum
á løgtingsvalinum í 2015, men
fær sambært kanningini 4,7
prosent. Ein afturgongd upp
á 0,8 prosentstig.
Eins og hinir báðir sam
gonguflokkarnir, so hevur
Framsókn eisini afturgongd
sambært veljarakanningini.
Á seinasta løgtingsvali fekk
flokkurin 6,9 prosent av at
kvøðunum. Sambært kann
ingini stendur hann til at
fáa 6,7 prosentstig, sum er
ein afturgongd upp á 0,2 pro
sentstig.
FÓLKAFLOKKURIN
ER STØRSTI FLOKKUR
Býtið
Munur
Valið
2015
Fólka-
flokkurin
23,7
+4,8
18,9
Sambands-
flokkurin
19,0
+0,3
18,7
Javnaðar-
flokkurin
22,9
-2,2
25,1
Sjálvstýri
3,6
-0,4
4,0
Tjóðveldi
19,3
-1,4
20,7
Mið-
flokkurin
4,7
-0,8
5,5
Framsókn
6,7
-0,2
6,9
Um kanningina:
Frágreiðingin er grundað á telefonkanning, sum Gallup Føroyar
hevur gjørt í tíðarskeiðnum 14. - 28. november 2018.
515 tilvildarliga útvaldir respondentar, 18 ár ella eldri, hava
svarað kanningini.
Tey eru øll navnleys.
Svarini eru vektað við atliti til fólkabýtið kring Føroyar sum
heild.
Hvussu rættvísandi eitthvørt úrslit er, veldst um, hvussu
nógv fólk hava svarað júst hetta.
– Um til dømis 4,7 % af svarpersónunum hava svarað, at tey
velja Miðflokkin, eru sannlíkindini 95% fyri at millum 2,9 % og
6,5 % gera tað. (Konfidensinterval +/- 1,8 prosentpoint)
FAKTA:
Býtið
Munur
Valið
2015
Fólka-
flokkurin
8
+2
6
Sambands-
flokkurin
6
-
6
Javnaðar-
flokkurin
8
-
8
Sjálvstýri
1
-1
2
Tjóðveldi
6
-1
7
Mið-
flokkurin
2
-
2
Framsókn
2
-
2
Fólkaflokkurin
Sambandsflokkurin
Javnaðarflokkurin
Sjálvstýrisflokkurin
Tjóðveldi
Miðflokkurin
Framsókn
Løgtingsval september 2015
0%
5%
10%
15%
20%
25%
30%
aug 2015
aug 2016
aug 2017
aug 2018
Talvan vísir gongdina í veljarakanningum síðani seinasta løgtingsval, sum var 1. september í 2015. Á valinum var Javnaðar
flokkurin klárt størsti flokkur. Nú er Fólkaflokkurin farin fram um Javnaðarflokkin, tó at teir hava sama tingmannatal. Nú
eru Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin greitt størri enn Sambandsflokkurin og Tjóðveldi
At Tjóðveldi missir ein tingsess merkir, at nú er andstøðan størri enn samgongan sambært veljarakanningini. Tí kundi andstøðan í dag skipað nýggja
samgongu við Jørgen Niclasen sum løgmanni