Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-03, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. desember 2018síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Mánadagur 3. desember 2018 · Nr. 140 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 flokk­ur­in fekk løgmann við 21,8 prosentum. Hini flokk­ ar­nir í samgonguni vóru Sam­bands­flokk­ur­in við 23,7 prosentum og Fólka­flokk­ur­ in við 20,6 prosentum. Okkurt bendir á, at vit fáa eina polarisering í­mill­um Javnaðarflokkin og Fólk­a­ flokkin. Eitt stíðsval ímillum Jørg­en Niclasen og Aksel V. Jo­hann­e­sen sum løgmann. Vil Sambandsflokkurin bróta hesa polarisering, so má flokk­urin helst fríggja til Javn­að­arflokkin. Tað kundi ver­ið í ein samgonga, har Sam­bands­flokkurin og ver­ andi samgonguflokkar kast­ aðu saman. Fyri Tjóðveldi og Fram­sókn kundi tað verið fyri at tryggja vinnuna og fing­i­ð Fiski­vinnunýskapanin enda­liga upp á pláss. Sam­ bands­flokk­ur­in tykist á onkr­an hátt vera nærri sam­ gong­u­flokkunum – í øll­um førum partvís – ein Fólka­ flokk­i­num. Annar møguleiki er, at Tjóð­veldi heldur velur Fólka­ flokkin fram um Javn­að­ar­ flokk­in. Tað er bara ikki so nógv, sum bendir á hetta í løt­uni. Fyrr ella seinni mugu Tjóð­veldi og Framsókn kasta sam­an við Fólkaflokkinum, um tað nakrntíð skal eydnast at savna fullveldisflokkar í eini samgongu. Men tað er sera lítið, sum bendir á, at tað hendir eftir næsta løg­ tings­val. Siga vit, at hendan velj­ar­ a­kann­ingin var valúrslitið, so eru tveir eyðsýndir møgu­ leik­ar fyri samgongu: At Fólkaflokkurin skip­ar samgongu saman við Sam­ bands­flokk­inum, Miðflokkin og Sjálv­st­ýrinum, har Jørgen Nicl­a­sen er løgmaður. Ella at Ak­s­el V. Johannesen skip­ar samgongu saman við Tjóð­ veldi, Framsókn og Sjálv­ stýr­i­num ella Sam­bands­ flokki­num. Tað verður eitt val í­ millum at Jørgen Niclasen ella Aks­el V. Johannesen verð­ur løgmaður. ÐUNA: AKSEL ELLA GMAÐUR Svarpartur í % 5 ella 95 10 ella 90 15 ella 85 20 ella 80 25 ella 75 30 ella 70 35 ella 65 40 ella 60 45 ella 55 50 Óvissa í +/-% 1,9 2,6 3,1 3,5 3,7 4,0 4,1 4,2 4,3 4,3 Her sæt óvissan við 515 svarpersónum. – Um til dømis 4,7 % af svarpersónunum hava svarað, at tey velja Miðflokkin, eru sannlíkindini 95% fyri at millum 2,9 % og 6,5 % gera tað. (Konfidensinterval +/- 1,8 prosentpoint) Hvar eru sonja og Magni? Spurningurin er eisini, hvør tekur ímóti teimum Eirikur Lindenskov Veljarakanningin, sum Gall­ up hevur gjørt fyri Miðl­a­ hús­ið og Kringvarpi, hevur ong­an spurning um Sonju Jógv­ans­dótt­ir ella Magna Laksa­foss. Og tað er av góðum grund­um, tí enn veit eingin, hvønn flokk tey fara at stilla upp fyri. Tey, ið hava atkvøtt fyri Javn­að­ar­flokkinum í kann­ ing­ini munnu vita, at Sonja Jógvansdóttir ikki verð­ur á listanum hjá Javn­að­ar­ flokk­i­num til komandi løg­ tings­val. Kortini stendur flokk­ur­in til at fáa sama ting­fólk­a­tal, sum seinast, 8 ting­fólk. Sonja Jógvansdóttir fekk 1.021 persónligar at­kvøð­ur á listanum hjá Javn­að­ar­ flokk­i­num – nóg mikið hjá ein­um heilum flokki at fáa eitt ting­fólk valt. Magni Laksafoss fekk 492 persónligar at­kvøð­ur á listnaum hjá Sam­bands­ flokk­i­num. Hann verður heldur ikki á listanum hjá Sam­bands­ flokk­i­num til næsta løg­ tings­val. Tað hevur ljóðað, at Sonja Jógvansdóttir verður á list­a­num hjá Tjóðveldi til næsta løgtingsval. Tjóðveldi fær sambært velj­ar­a­kanningini aft­ur­ gongd og missir eitt ting­ fólk. Á 7. og aftasta plássi hjá Tjóðveldi til seinasta løg­ting­s­val var Páll á Reyna­ túgvu við 369 atkøvðum. Tjóðveldi hevur fýra kvinn­ur, sum í atkvøðum eru rættiliga sterkar, í ting­bólk­i­num. Tí kann tað verða ivasamt, um tað fer at eydnast Sonju Jógvans­dót­t­ ir at vinna sær ein tingsess fyri Tjóðveldi. Enn hava vit held­ur ikki frætt, sum Tjóð­ veldi vil hava hana á listan. Magni Laksafoss hev­ ur sagt, at hann er í sam­ ráð­ing­um við fleiri flokkar um, hvønn teirra, hann skal stilla upp fyri. hann vil feg­ in halda fram í politikki, hó­ast hann ikki longur er sam­bands­maður, hevur hann sagt. Gitt hevur verið, at hann er á veg í Javnaðarflokkin ella Sjálv­stýri. Men vit hava held­ur einki frætt um, um hesir flokkar vilja hava hann. Bæði Javn­að­ ar­flokk­urin og Sjálv­stýri hava tikið ímóti nógv­um flokshopparum. Í Javn­að­ ar­flokk­inum hugsa tey seg helst væl um hesaferð, tí tey hava bret seg illa av sum­m­ um avhopparum, men hava hin vegin fingið stórt gagn av øðrum, eitt nú Heð­ini Mortensen, sum á næst­ sein­asta býráðsvali í Havn megn­aði at vinna Javnað­ar­ flokkinum reinan meiriluta. Hinveing kann Javn­að­ ar­flokk­ur­in fegnast um, at hann í kanningini fær 8 tingfólk, tí tað eru tvey fleiri, enn flokkurin hevur nú, tá bæði Sonja Jógv­ans­ dóttir og Kristin Michelsen er far­in úr flokkinum. Enn er ógreitt, hvørjar flokkar Magni Laksafoss og Sonja Jógvansdóttir fara at stilla upp fyri – og eins ógreitt, hvørjir flokkar vilja taka ímóti teimum Jørgen Niclasen hevur við síni týðuligu mótstøðu ímóti samgonguni megnað at skapt sær leiklutin sum borgarliga alternativið til løgmann. Sambært kanningini stendur valið púra greitt í millum Aksel V. Johannesen í eini javnaðarstjórn ella Jørgen Niclasen í eini borgarligari konservativari stjórn