Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. desember 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. desember 2018 · Nr. 140 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nýggjasta velj­ ara­kann­ingin ger Fólka­flokkin til størsta flokk við átta tingmonnum Árni Gregersen Sambært nýggjastu velj­ara­ kann­ingini, sum Gallup hev­ ur gjørt fyri Miðlahúsið og Kring­varpið, so verður Fólka­ flokk­urin størsti flokkur á tingi, hevði val verið í dag. Flokkurin fær 23,7 pro­ sent av atlvøðunum og átta ting­menn, sum er tveir meira enn flokkurin hevur í dag. – Eg haldi vit kunnu siga, at tær seianstu velj­ara­kann­ ing­ar­nar hava víst, at Fólka­ flokk­urin stendur rættuliga sterk­ur og hendan seiansta er so ein staðfesting av tí, sig­ur Jacob Vestergaard úr Fólka­flokk­inum. Hann fegnast eisini um, at sam­gong­an missir meirlutan, men vænt­ar samstundis, at tá ið væl verður, so verður tað ógv­u­liga stutt millum flokk­ar­nar og samgongu og and­støðu. Jacob Vestergaard skil­ir væl, at formaðurin í Javn­ að­ar­flokk­inum er fegin um hetta úrslitið. – Javnaðarflokkurin fekk eitt sera gott væl seinast, so flokk­urin kundi ikki annað enn ganga aftur, men at flokk­ur­in varðveitr átta ting­ fólk, kunnu tey saktans fegn­ ast um. Vánaligast í Gallup Nógvar ymiskar velj­ar­a­ kann­ingar hava sein­astu mánaðirnar givið Fólk­a­ flokk­i­num eitt gott úrslit, so har er ein greið ábending. – Ja, tað er klárt, men vit hava oftast fingið ván­ alig úrslit, tá ið Gallup hev­ ur gjørt kanninganar. At hend­an seinasta gevur okk­ um somu ábending sum hinar, fegnast vit um, men vit vita eisini at hetta er ein veljarakanning – ein løtumynd og ikki eitt val­úrsl­ it, sigur Jacob Vest­er­gaard. Veljarakanningin er gjørd í seinnu helvt av november, nú beint undan at veruliga ar­beiðið og politisku dyst­ir­ nir um fíggjarlógina byrja. FÓLKAFLOKKURIN STØRSTI FLOKKUR Í LØGTINGINUM Hóast Javn­að­ar­ flokk­ur­in hevur aft­ur­gongd í seinastu veljar­a­ kanningini, so er Aksel V. Jo­hann­ esen, formaður, væl nøgdur við úrslitið Árni Gregersen Javnaðarflokkurin hevur eina lítla afturgongd í sein­ astu veljara kanningini, sum Gallup hevur gjørt fyri Kringvarpið og Miðl­a­hús­ ið, so er Aksel V. Jo­hann­e­ sen, formaður í Javn­að­ar­ flokkinum væl nøgdur. – Vit høvdu eitt sera gott væl seinast, so ein aft­ur­ gongd var væntandi, men at vit framvegis varðveita sama tingmannatal er at fegn­ast um sigur hann. – Ein kundi kanska stúrt fyri einari slíkari kann­ing, tí tað hevur ávegis í val­skeið­ num verið nakað av rumbli í flokkinum, men tað sær út til, at tað ikki er tað, sum velj­ ar­in hevur lagt dent á, sig­ur hann. Hann sigur, at tað heldur tyk­ist sum veljarin kvitterar fyri, at Javnaðarflokkurin í val­skeið­num hevur í stóran mun hildið síni vallyfti og fing­ið framt fleiri mál hjá flokk­inum. – Men eisini teir størru re­for­marnar, sum sam­gong­ an hevur framt, telja við. Tað ivist eg ikki í, sigur Aksel V. Joh­annesen. Misti meirlutan Veljarakanningin vísir, at sit­andi samgonga hevði mist meir­ilutan um væl var í dag. Tjóðveldi missir ein ting­ mann og fer úr sjey niður í seks. Tað ger.aat samgongan fer úr 17 niður í 16 og sostatt miss­ir meirlutan í tinginum. Tað vil siga, at skal ein sam­gonga gerast, sum hev­ ur meirlutan og bert telir tríggjar flokk­ar, so má hon gerast mill­u­m Javn­að­ar­ flokk­in, Fólkaflokkin og ein av teimum smærru flokk­u­ num. Hetta vísir ein mat­e­mat­ isk útlegging, men politiskt sær hetta ikki út til at lata seg gera. – Nei, vit hava sagt, at vit fara ikki í samgongu við Fólka­flokkinum. Vit sam­ starva fegin – eisini mill­um andstøðu og sam­gongu - men at fara í sam­gongu við Fólkaflokkin síggi eg onga meining í, legg­ur formaðurin í Javn­að­ar­flokk­i­num afturat. Seinasta veljaraskanning vís­ir ei na polarisering mill­ um Javnaðarflokkin og Fólk­ a­flokkin. Flokkarnir báð­ir fáa nærum heelvtina av at­kvøð­unum, men sum pol­ it­iska støðan er í løtuni, so mugu flokkarnir hvør sær fara saman við øðrum flokk­ um á tingi. FORMAÐURIN NØGDUR VIÐ NÝGGJA VELJARAKANNING