Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. desember 2018síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 26. november 2018 · Nr.137 SJEY ÁR SÍÐANI FLOGVØLLURIN VARÐ LONGDUR Hendan dagin í 2011 var longdi flogvøllurin í Vágum tikin í nýtslu. Hann varð tá longdur úr 1.200 metrum til 1.799 metrar. Síðani tá hevur Atlantsflog skift flotan hjá sær út. Áðrenn leingingina hevði Atlantsflog flogfør av slagnum British Aerospace, sum tóku um 80 ferðafólk. Nýggju flogførini eru av slagnum Airbus A319 og 320, sum taka upp í 160 ferðafólk. NØVN Send hugskot, myndir, greinar ella annað til novn@sos.fo VÆLKOMIÐ LÍTLA BARN Tann 1. desember fingu Jóna av Vollanum og Bárður Kjeld, úr Saltnesi ein son. Markus, Róar og Bjarni ein lítlan beiggja. Drongurin er 57 cm og vigar 4680 gr. Maria Johannesen vanliga nevnd Mia, ættað úr Vági búsitandi í Lamba, andaðist á Landssjúkrahúsinum 1.decembur 76 ára gomul. John Hansen, ættaður av Nesi búsitandi í Tórshavn, andaðist fríggjadagin 30. nov­ embur 82 ára gamal. Sunvør Mortensen, fødd Stephanson andaðist á Ålborg sjúkrahúsi 28. november, 74 ára gomul. Nyborg Poulsen, ættað av Tvøroyri, búsitandi í Hirtshals andaðist fríggjadagin 23. november á Lynggården í Hirtshals, 74 ára gomul. Jeffrei Henriksen, ættaður úr Sørvági, andaðist á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi týsdagin 27. nov­em­b­ur, 88 ára gamal. Jarð­ar­ ferðin verður lýst seinni. Ísak Andreas Reinert Joensen, Klaksvík, andaðist á Klaksvíkar sjúkrahúsi mánadagin 26. november, 86 ára gamal. Edmund Kristiansen, ættaður úr Sumba, búsitandi í Tórshavn, andaðist á Landssjúkrahúsinum fríggjadagin, 69 ára gamal. Anna Zachariasen, Sørvági, fødd Petersen, ættað úr Kvívík, andaðist á Landssjúkrahúsinum fríggjadagin 23. november, 91 ára gomul. Elisabeth Kathrina Nolsøe, vanliga nevnd Systi, úr Hovi, andaðist á Suðuroyar Sjúkrahúsi fríggjarkvøldið 23. november, 74 ára gomul. ANDLÁT Minningarorð um Jeffrei Henriksen Tað var rembingarárið, 1968, at vit – tríggir unglingar úr 4. flokki Læraraskúlans – komu í starvslæru í før­oysk­ um inn í ein 1. real á nýggja Venjingarskúlanum á Fræls­ i­num. Skúlabørnini vóru um 14 ára aldur. Fyrstu tímarnar eygleiddu vit, og vit sótu steinbýttir, so væl hesi ungu dugdu før­ oysku mállæruna, ja, tey bestu teirra dugdu so nógv bet­ur enn vit, sum høvdu ging­ið sjey ár í fólkaskúla, fýra ár í millumskúla og eitt ár í realflokki. Um­framt høvdu vit gingið í fyri­reik­ ing­ar­flokki Læraraskúlans, og nú høvdu vit – um 22 ára gamlir - sett á okkara fjórða og seinasta ár í lær­ar­a­út­ búgv­ing­ini. Ein høvuðsorsøkin til, at børn­ini vóru so hugagóð og dugdu so væl, var maðurin, ið stund­um stóð við talvuna og greiddi frá, stundum sat aft­ast­ur í skúlahølinum og spurdi greiðar, stuttar og bein­raknar spurningar. Hesin lærarin æt Jeffrei Hen­rik­sen og var tá 38 ára gam­al. Hann var føddur í Sørvági í 1930. Foreldur hansara vóru Josefina, f. Johansen úr Sørvági og Jóhan Jákup Hen­ rik­sen úr Gásadali. Jeffrei gift­ist við Kirstini, f. Jensen av Strond­um, og tey fingu døt­ur­nar Elina og Hervør. Jeffrei var næmingur á Før­oya Fólkaháskúla vet­ urin 1945-46, hann tók lær­ ar­a­prógv í 1950, var lærari í Bø og Gásadali 1950-55, á Eiði 1955-60, í Tórshavnar komm­ unu­skúla 1960-68, og hetta um­rødda summarið, í 1968, var hann settur sum stjóri á ný­stovn­aða venjingarskúla Lær­ar­a­skúlans, og hann røkti hetta starvið til 1981, tá ið hann varð settur sum lekt­ari á Læraraskúlanum, har hann hevði havt nakrar fá­ar vikutímar árini frá 1968. Starv­ið á Læraraskúlanum røkti hann, til hann legði frá sær í 1995. Í 1970 kom eg sjálvur í starv á Venjingarskúlanum. At arbeiða við honum sum stjóra hesi fyrstu árini á Venjingarskúlanum var sum ein opinbering. Brotið varð við gamla vanahugsan og nýggj­ar gøtur tráddar. Hann var góður stjóri, sum al­tíð setti álit fram um eft­ir­lit, ein vellandi kelda av kunn­ leika og ein fyrimynd: ar­ beiðs­samur, greiður og rúm­ ur, tá ið kom til nýggj rák. Nógvar av teimum hugsa­ n­um, hann gjørdi sær um skúl­a­skap, eru savnaðar í bók­ini ”Uppaling og skúla­ skapur”. Hann legði eisini stóran dent á trivnaðin. Hugnaligur var altíð sein­ asti skúladagur, tá ið alt skúl­ ayrki var frá hondini, og tey bæði Jeffrei og Kirstin buðu øll­um starvsliðnum heim til sín í Heiðaskákinum. Og tá var góður vertsskapur, og vit tóku saman, og dansurin gekk so lystiliga. Latínska orðið amo merk­ ir eg elski ella mær dámar. Úr tí er runnið orðið amatørur, sum ofta verður brúkt í niðr­ andi merking, men tað merk­ ir bara ein, ið yndar tað, hann ella hon fæst við. Vit kunnu siga, at Jeffrei tók sær ikki stund­ir at taka ta stóru ak­ a­demisku útbúgvingina, sum hann hevði evnir at taka í eini handarvending, men hann tók tó exam.art. prógv í norðurlendskum ser­ liga føroyskum máli og bók­ ment­um eftir tvey ára lestur – í 1982. Og ongum – er hann enn bach­el­orur, meistari, ph.d., ella dokt­ari í málfrøði – hevði run­nið til hugs, at nevnt Jeff­ rei amatør í neiligari merk­ ing, tí øll ásanna, at helst var eingin á hesum gransk­ing­ar­ øki­num, sum hevði so holla vit­an sum júst hann. Ungur sló hann glugg­ar­ nar frá, og sum fáur ann­ar fylgdi hann við á tí gransk­ ing­ar­øki, sum nevnt verður al­menn málfrøði. Øll tey, sum fáast við føroyskt mál, vita um hansara av­rik, og millum fremstu mál­frøð­ ing­ar, ið fingist hava við før­oyskt – nógvir teirra út­ lend­ing­ar - var hann hátt í met­um. Og hann umboðaði Móð­urmálslærarafelagið í Mál­nevnd­ini drúgt áramál. Forlagið ”Sprotin” gav í 2007 út bókina ”Uppaling og skúla­skap­ur”. Í 2010 kom út stór­verk hansara: ”Málsligar rann­sóknir, greinir og hug­ leið­ing­ar”, og sama forlag gav í 2011 út ”Orðalagslæru”, sum er eitt slóðbrótandi verk. Um­framt skrivaði Jeffrei fleiri undirvísingarbøkur til fólk­a­skúlan. Árini frá 1981 til 1995 høvdu vit í felag ábyrgdina av frá­lær­uni í føroyskum á Lær­ar­a­skúlanum. Hann var góð­ur samstarvsmaður og al­tíð hollur í ráðum. Tá stov­ n­aðu vit á skúlanum dans­i­ felagið ”Grana” og fóru dansi­ ferð­ir um landið. Jeffrei skip­aði eisini fyri barnadansi í Havn. Jeffrei Henriksen, legði eyg­uni saman á seinasta sinni tann 27. nov. 2018. Sum hann royndist okk­ um trimum lær­ara­skúl­a­ næm­ingum lýsandi fyri­ mynd - tá í 1968 - fer minnið um Jeffrei at standa sum ein ó­vikandi klettur, tá ið kemur til at lýsa skúlaskap og ser­ liga móð­ur­mál­s­und­ir­vís­ing her á landi. Vit lýsa frið yvir minnið um ein góðan vin, ein merk­is­ mann, sum veruliga dugnaði tjóð okkara og føroyskum máli. Árni Dahl