Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. desember 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. desember 2018 · Nr. 140 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Danjal av Rana Eitt, sum stingur í eygu­ ni í yvirlitinum frá skattalistunum, er talið á konufólkum á lista­num. Av teimum 552 før­oy­ ingunum, sum hava eina skattskylduga inntøku upp á yvir eina millión, eru 22 kvinnur. Tað svarar til sløk fýra prosent. Altso ein av 25, sum tjena yvir eina millión, er kvinna. Ólavur Ellefsen, for­ maður í Javn­støðu­nevnd­ ini heldur, at hetta er eitt tekin um ein trupulleika í føroyska samfelagnum. - Tey, ið fáa hægstu lønirnar, eru í stóran mun tey, sum ráða í sam­ felagnum. Tí er tað tekin um ein trupulleika, at so fáar kvinnur hava eina høga løn. Tað vísir, at tað framhaldandi eru menn, ið sita á stýrandi post­ unum, og er eitt tekin um, at kvinnur hava ilt við at sleppa framat toppinum, sigur hann. Herfyri var ein sam­ røða í Sosialinum við Marnu K. Jacobsen, for­ kvinnu í Demokratia, sum segði, at sonevndna glas­loftið var óskalað. Hon vísti til, at tað tyk­ ist sera torført hjá kvinn­um at koma upp á ovastu rók í politikki í Føroyum. Vit hava havt fáar kvinnuligar floks­ for­menn og enn bara tann eina kvinnuliga løg­ mannin. Tølini frá skatta­list­un­ um vísa eisini, at tað er ein stórur lønarmunur millum kynini. Einans 22 kvinnur í Føroyum hava eina skattskylduga inntøku upp á yvir eina millión krónur, meðan tað eru 530 mans við so høgari inntøku. Einans ein kvinna hevur eina inn­tøku upp á yvir tvær milliónir krónur, mót­ vegis 60 monnum. 14 føroyingar tjentu yvir tríggjar milliónir krónur í fjør, eingin teirra var kvinna. Skiparnir halda fast í mynstrinum Ofta verður víst á, at or­søkin til, at kvinnur ikki hava líka høga inn­ tøku, er at tær arbeiða niður­setta tíð og ofta eru yvirumboðaðar í lág­lønar­yrkjum. Ólavur Ellef­sen heldur, at hetta er grundað í føroyskari sið­venju, sum vit ikki eru komin úr enn, hóast samfelagið er moder­ni­ serað nakað. - Tað eru søguligar og sam­felagsligar orsøkir til, at kvinnur arbeiða niður­setta tíð og at kvinnu­yrki geva lága løn. Eftir at lønaryrkini tóku seg upp, vóru tað serliga menn, sum gjørdu lønt arbeiði uttan fyri heimið, meðan kvinnur gjørdu ólønt arbeiði við hús. Hetta eru vit ikki komin burt­ur úr enn, og vit hava mill­um annað ásetingar í barsilsskipanini, sum fast­halda hetta mynstrið, sigur hann. Um vit fara frá skatta­ list­unum og hyggja at yvirlitinum hjá Hag­ stovuni yvir lønir í Før­ oyum síðani 2009, sæst sama mynstur. Kvinn­ur­ nar eru undirumboðaðar, tá vit tosa um høgar lønir í Føroyum. Um vit seta markið til 750.000 krónur, so síggja vit framvegis, at stórur munur er á um­ boðanini hjá kyn­unum. Í 2009 vóru tað 48 kvinn­ ur, ið høvdu eina saml­ aða inntøku upp á yvir 750.000 krónur, av 590 fólk­um tilsamans. Tað svarar til 8,1%. Í 2010 vóru tað 56 kvinnur av 783 fólk­um (7,2%), í 2011 53 av 885 (6,0%) og í 2012 61 kvinn­ur av 1059 fólkum til­samans (5,8%). Í 2013 vóru tað 66 kvinnur av 1121 (5,9%), í 2014 83 av 1246 (6,7%), í 2015 95 av 1391 (6,8%) og í 2016 106 av 1458 (7,3%). So lutfallið er tað sama í dag sum í 2010. Meðan lønirnar gerast hægri og talið á høg­um lønum støðugt veks­ur, eru tað eyðsæð, at kvinn­ ur­nar ikki fáa lut í hesum lønar­vøkstrinum á sama støði sum menn. Kvinnurnar eiga um­ sorganar­leiklutin - Samfelagið væntar í nógv størri mun av kvinn­um, at tær átaka sær um­sorganarleiklutin, og tað merkir, at nógvar velja ella vera noyddar at arbeiða niðursetta tíð fyri at fáa familjulívið at hanga saman. Fleiri av siðbundnu kvinnu­ yrkjunum - at taka ímóti børn­um, at ansa eftir børn­um og at taka sær av sjúk­lingum og eldri fólki - vóru fyri ikki so langari tíð síðani ólønt arbeiði, og tað hevur tikið tíð at fáa eitt nú jarðarmøður, náms­frøðingar, sjúkra­ røktar­frøðingar og heilsu­hjálparar á sama lønar­stig sum til­svar­andi siðbundin mann­fólka­ yrki, sigur for­maðurin í Javn­støðu­nevndini. Sama mynd ger seg galdandi, um vit saman­ berað samlaðu lønar­ gjald­ingarnar og talið á løn­takarum. Tað vildi verið nærliggjandi, at kvinn­ur fingu á leið sama part av samlaðu lønar­ gjaldingunum, sum tær eru á arbeiðs­mark­naði­ num. Men vit eru langt frá eini slíkari støðu. Tølini hjá Hag­stovu­ ni fyri tal á løn­takarum og stødd á lønar­út­gjald­ ingum, ganga aftur til 1985. Tá vóru kvinn­ urnar 39,4% av arbeiðs­ marknaðinum, men fingu 27,9 prosent av lønarkrónunum, sum vóru útgoldnar. Hetta lutfallið heldur sær rímiliga støðugt, meðan alsamt fleiri kvinn­ur koma inn á arbeiðs­ mark­naðin, fram móti níti­árunum. Í 1990 eru kvinn­urnar 44 prosent av arbeiðsstyrkini, men fáa 33,6% av lønar­út­ gjald­ingunum, men tá byrjar munurin at minka og í 1995 fær kvinnuliga arbeiðsstyrkin, sum er 44,7 prosent, 36,0 prosent av lønargjaldingunum. Næstu árini veskur mun­urin tó bara aftur, líka til í 2002, tá kvinn­ urnar, sum nú eru 45,9 prosent av arbeiðs­ marknaðinum, fáa 33,8 prosent av lønar­gjald­ ing­unum. Seinastu 15 ár­ini hevur lutfallið ver­ ið støðugt. Í fjør vóru 48,2 prosent av øllum løntakarunum kvinnur, og fingu tær 37,4 prosent av lønargjaldingunum. Men um vit skeita aft­ ur til tølini frá 1985, so er framvegis eitt stort glopp millum lut­fall­ið av kvinnum á arbeiðs­mark­ naði­num og lutfallið av lønar­krónum, sum fara til kvinnur. Ólavur Ellefsen vísir eisini á, sum rætt er, at langt tær flestu av hesum høgu inntøkunum koma úr sjóvinnuni. - Umframt stjórar og leið­andi starvsfólk á privat­um og almennum arbeiðs­plássum, er nokk í stóran mun tal­an um sjófólk, ið fáa hægstu lønirnar, og tað er eitt siðbundið mann­fólka­ yrki, sigur hann. Tað kann vera frá­greið­ ingin upp á, at langt tær flestu kvinnurnar, sum tjentu yvir eina millión krón­ur í fjør, búgva í Tórs­havnar kommunu, 16 av 22. KVINNUR HAVA ILT VIÐ AT SLEPPA UPP Á TOPPIN Føroyingar hava ikki slept siðbundnu kynsyrkjunum enn og tí eru tað lutfalsliga fleiri menn, sum tróna ovast á inntøkulistunum