Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. desember 2018síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 3. desember 2018 · Nr. 140 TÍÐINDI Fleiri høgar inntøkur eru norðanfyri Um talið á inntøkum yvir eina millión krónur verður samanborið við fólkatalið í økinum, so sæst, at lutfalsliga flest høgar lønir eru í Klaksvík og í norðureysturoy, sum eru Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna. Fýra av fimm teimum hægstu lønunum eru eisini úr hesum økinum. Í Klaksvík eru tað 2,1% av fólkunum, 111 fólk, sum tjena yvir eina millión krónur og í Norðureysturoy 1,6 prosent, sum svarar til 59 fólk. Í Suðurstreymoy, Vágum, Norðoyggjum uttan fyri Klaksvík og í Suðuroyar norðaru helvt, er talið um eitt prosent. Á Sandoy, í Sunda kommunu, Suðuroyar sunnaru helvt og Runavíkar kommunu eru tað 0,7 prosent. Her skal viðmerkjast, at Sjóvar kommuna og Nes kommuna ikki eru við í yvirlitinum, ei heldur Eiðis kommuna. Danjal av Rana 324 fólk búsitandi uttan fyri Havnina høvdu í fjør eina skattskylduga inn­tøku upp á yvir eina millión krónur. Tað sæst í almennu skatta­listunum, sum hava ligið frammi á kommunu­skriv­stovun­ um kring landið seinastu tvær vikurnar. Hægsta skattskylduga inn­tøkan uttan fyri Havn­ina var 5,7 millión­ur krónur, sum ein klaks­vík­ ingur fekk í fjør. Honum á baki kom ein leirvíkingur við 5,1 millión og ein úr Runa­víkar kommunu við fimm milliónum krónum í skattskyldugari inntøku. Sum Sosialurin skrivaði í síðstu viku, var hægsta inntøkan í Havn átta milliónir krónur. Fjórhægstu inntøkuna hev­ur ein fuglfirðingur, hon er 4,5 milliónir krón­ ur, og á fimta plássi er ein klaksvíkingur við 3,7 milliónum krónum. Í 2017 eru tað 36 mans, sum eru skrásettir vð yvir tveimum milliónum krón­um í skattskyldugari inntøku og av teimum hava tíggju yvir tríggjar milliónir krónur. Ein kvinna hevur for­vunn­ið sær yvir tvær millión­ir krónur í skatt­skyld­ugari inntøku. Til saman­ beringar vóru tað 25 mans í Havn, sum fingu yvir tvær milliónir og fýra, sum fingu yvir tríggj­ar. Ovastu menninir á listanum eru allir knýtt­ ir at sjóvinnuni so ella so, antin sum reiðarar, skips­førarar ella maskin­ meistarar. Fyrsta kvinnan á lista­ num er á 19. plássi. Hon er kommunulækni, og hevði 2,4 milliónir krónur í skattskyldugari inntøku í fjør. Tann næsta, ein stjóri, hevur fingið 1,4 millión­ir krónur, og tann triðja, ein deildarleiðari, 1,24 milliónir krónur. Fýra av teimum seks kvinn­unum hava almenn størv, meðan tvær eru í privatari vinnu. Tær eru millum 39 og 55 ára gaml­ ar. Í Havn vóru tær 16 í tali, men eingin fekk yvir tvær milliónir krónur. Elsti maðurin á lista­ num er 82 ára gamal, meðan tann yngsti er 26 ára gamal. Tann 82 ára gamli hevur for­vunn­ið yvir fimm milliónir krón­ ur, meðan tann yngsti, sum hevur forvunnið yvir tvær milliónur krón­ ur, er 27 ára gamal. 196 av teimum 324 monnunum eru millum 40 og 55 ára gamlir, 78 millum 50 og 55. 12 av teimum, sum hava eina skattskylduga inn­tøku upp á yvir eina millión krónur hava nátt pen­sjóns­aldur. Í Havnini var talan um 20. Skattalistarnir vísa skatt­skyldugu inn­ tøku­na í Føroyum. A og B-inntøka eru endur­ speglað í skatta­lista­num, men tað eru aðr­ar inn­tøk­ ur, so sum vinn­ings­býti frá parta­feløg­um, ikki. Fyrivarni skal takast fyri, at tað ikki hevur eydnast at kanna skatta­ listarnar í øllum kom­ mununum. Tí er veru­ liga talið væntandi eitt sindur hægri. Hes­ ar kommunurnar eru ikki kannaðar: Húsa­ víkar kommuna, Skúv­ oy­ar kommuna, Kví­ vík­ar kommuna, Eið­is kommuna, Sjóvar kom­ muna, Nes kom­mu­na, Fugl­oyar kommuna og Viðar­eiðis kommuna. 552 føroyingar tjena yvir eina millión um árið Inntøkan hjá 228 fólkum í Havn og 324 fólkum uttanfyri Havnina er yvir eina millión krónur. Í Havnini eru 16 teirra kvinnur, uttan fyri Havnina eru tær seks 16 menn 9 menn 9 menn 54 menn 23 menn 1 kvinna 212 menn 16 kvinnur 11 menn 1 kvinna 26 menn 1 kvinna 58 menn 1 kvinna 109 menn 2 kvinnur 10 tær hægstu lønirnar (menn) 8,0 millliónir krónur – Tórshavnar kommuna 5,7 milliónir krónur – Klaksvíkar kommuna 5,1 milliónir krónur – Leirvíkar kommuna 5,0 milliónir krónur – Runavíkar kommuna 4,6 milliónir krónur – Tórshavnar kommuna 4,5 milliónir krónur – Fuglafjarðar kommuna 3,7 milliónir krónur – Klaksvíkar kommuna 3,5 milliónir krónur – Eysturkommuna 3,4 milliónir krónur – Tórshavnar kommuna 3,4 milliónir krónur – Vestmanna kommuna 5 tær hægstu lønirnar (kvinnur) 2,4 milliónir krónur – Fuglafjarðar kommuna 1,6 milliónir krónur – Tórshavnar kommuna 1,4 milliónir krónur – Klaksvíkar kommuna 1,4 milliónir krónur – Tórshavnar kommuna 1,2 milliónir krónur – Tórshavnar kommuna