Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. desember 2018síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. desember 2018 · Nr. 140 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Meiningar um henda spurning eru ymiskar, men flestu politikarar, sum Sosialurin hevur skift orð við, halda, at tíðin nú er komin til, at varisligar fiskiroyndir aftur eiga at verða gjørdar á Føroyabanka. Bjarni Hammer, sum áður hevur verið for­ maður í fiski­vinnu­ nevnd løgtingsins, Jacob Vester­gaard og Bjørn Kalsø, fyrrverandi fiski­ mála­ráð­harrar, halda allir, at ávísar royndir eiga at verða gjørdar. Ein, sum heldur eitt sindur aftur og mælir til, at fiskifrøðiligar ráð­ gev­ingar verða fylgdar, er Ingolf S. Ol­sen, fram­ søgu­maður í fiski­vinnu­ málum. Úr vinnuni siga um­ boð fyri línuskip og fyrr­ verandi ísfiska­trolara­ skipari seg ikki skilja, at veru­ligar fiskiroyndir ikki verða gjørdar á Føroya­banka, nú Bankin hevur verið stongdur so leingi. Á hinari síðuni hevur Sosialurin eisini spurt stjóran á Havstovuni, Eilif Gaard, sum vísir til gjørdar royndir, sum vísa, at toskurin á Banka­ num enn ikki er komin fyri seg aftur. Tær fiskiroyndir, sum Havstovan hevur gjørt, stuðla undir yvir­ lits­trolingarnar, sum Magnus Heinason hevur gjørt á Bankanum. - Royndirnar vísa sama úrslit, sum vit eru kom­in til við Magnusi Heina­son, at toskurin á Føroya­banka enn krevur vernd, sigur Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni. ­ Seinstu tíðina hava Sosialurin og In.fo sett fokus á, hvørt Føroyabanki eigur at verða latin upp aftur fyri ávísari royndarveiði, nú Bankin hevur verið stongdur fyri allari fiskiveiði í 10 ár Ymiskar meiningar eru um royndarveiði 59 UPPSKOT: Nýggja búmerkið hjá Sjóvar kommunu verður avdúkað leygardagin 15. desember klokkan 17 í Bygdahúsinum á Strondum, og 59 uppskot eru komin. Skipað verður fyri tiltaki – við talum og sangframførslum, kaffi, køkum og onkrum til børnini. - Í kreppuni fyrst í ní­ti­ár­un­ um brúktu fólk ikki pengar upp á gávur, men øll skulu ganga í klæðum, sig­ ur Kristi­anna Enni­garð Vilmund Jacobsen Leygardagin hin 8. des­ em­ber, sum er leyg­ar­ dagin komandi, fyll­ir klædnahandilin Ro­ko­ko í Norðragøtu 30 ár. Henda dagin í 1988 læt handilin upp í Syðru­gøtu, sum ein handil við gávulutum og bú­nýtisvørum. - Eg var 33 ára gomul og hevði hug at royna okkurt. Hølini vóru har, og nú var tað beiggi mín, sum átti tey. Vit fóru á sølumessu, keyptu inn, og síðan lótu mamma mín og eg handilin upp. Tað sigur Kristianna Enni­garð, sum øll árini hevur verið ímyndin av Rokoko. Men, Rokoko var ikki leingi ein handil við gávu­lutum og bú­nýtis­ vør­um. Bert fá ár eftir, at handil­in læt upp, rendu Føroyar seg í eina stóra samfelagskreppu. - Tað var tí skjótt, at vit saðlaðu um. Í kreppuni brúktu fólk ikki pengar upp á gávur, men øll skulu ganga í klæð­um, sigir Kristi­ anna Ennigarð. Eftir at hava húsast í Syðrugøtu í eini 10 ár, flutti Rokoko í hølini í Norðragøtu beint fyri aldar­skiftið, og her húsast handilin fram­ vegis. Jólakafé og jólasøla er í gamla skúla á Oyri í desember, og tað eru fólk í Sundalagnum, sum hava tikið stig til tiltakið. Ljóst er á Ljósa­ fløtti Vilmund Jacobsen Kring landið eru jólatrø og jólabygdir tendraðar, og har kommunurnar eru stórar, og vítt er um at fara, verður farið úr einari bygd í aðra at hátíðarhalda hesar hugnaligu løtur. Á Sandi varð jólatræið tendrað seinnapartin leygardagin, og her segði sóknarpresturin, Havstein Klein, nøkur góð og vælvald orð. Veðrið var gott, tá jólatræið varð tendrað, men tað var kalt. Tá komið var innar í kommunubygningin til góðar bollar og heitt kakao, sum konurnar í tilhaldinum høvdu syrgt fyri, fingu fólk hitan í kroppin aftur. Tað setti eisini sín dám á tiltakið, tá børnini í barnagarðinum sungu nakrar sangir. Rundur dagur í Norðragøtu