Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. desember 2018síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 3. desember 2018 · Nr. 140 Seinasta hondin á mentanarhøllina Vilmund Jcobsen Í Fuglafjarðar kommunu hava tey sett sær fyri, at fólkatalið í kommununi skal veksa. Eitt, sum ikki trýtur í Fuglafirði, er arbeiði. Her eru nógv vinnulig arbeiðspláss, bæði umborð á skipum við tilknýti til Fuglafjørð, men so sanniliga eisini fram við bryggjukantinum og á Kambsdali, har eisini nógv vinnuvirksemi er. Umframt alla vinnu, sum er í økinum, starvast eisini nógv fólk innan barnagarðsøkið, skúlaøkið, í eldrarøktini og í handils-og tænastuvinnuni. Størsta íløgan hjá Fuglafjarðar kommunu í løtuni er umbygging og nýbygging av Fuglafjarðar skúla, sum kommunan metir vera eina neyðuga íløgu, um økið skal mennast, soleiðis sum ynskiligt er. - Nýggi barnaskúlin við øllum nútímans hentleikum skal standa klárur til brúk á heysti 2020, og her hava vit sett 36,8 miljónir krónur av til arbeiði í 2019.  Men, Fuglafjarðar kommuna fer eisini at gera stórar íløgur í ítróttin næsta ár. Tí eru settar av 10,7 miljónir krónur til bygging av nýggjum ítróttarhúsi og ljósmastrum í Fløtugerði í 2019. - Henda verkætlanin hevur verið drúgv, men kommunan hevur eina vón um, at hetta arbeiði kann fara í gongd skjótt, so húsið og ljósmastrarnar kunnu takast í brúk einaferð í nýggja árinum, siga tey í Fuglafjarðar kommunu, sum nú hava samtykt fíggjarætlanina fyri 2019. KÆRLEIKSKÚLA: Týsmorgunin klokkan 9 verður Kærleikskúlan 2018 avdúkað í Listaskálanum í Havn, og tá verður hin fyrsta handað einari virðiligari fyrimynd innan vælgerandi endamál. Kærleikskúlan 2017 (mynd) ímyndaði skapanarverkið og stóra kosmiska alheimin. Soleiðis gongur við fiskiskapi Vilmund Jacobsen Fríggjadagin, tá tey á Fiskamarknaði Føroya gjørdu sínar metingar fyri tilfeingi í hesi vikuni, vóru fimm ísfiskalínuskip til fiskiskap, og væntandi fóru onnur út um vikuskiftið. Skipini fiska næstan bara tosk og hýsu, og tey hava góðan fiskiskap. Umframt tey fimm ísfiskalínuskipini, vóru øll frystilínuskipini eisini undir Føroyum.  - Væntand koma nøkur ísfiskalínuskip inn at landa hesa vikuna, um alt gongur sum ætlað. Streymurin er hampiligur, og veðrið verður gott fyri tað mesta. - Tí rokna vit við nógvum útróðri, og útróðrarbátarnir fáa nógvan fisk, verður lagt aftat. Fríggjadagin vóru eisini flestu partrolarapør til fiskiskap, men fiskiskapurin eftir upsa er ikki góður. Skipini fáa tó eisini nakað av hvítum fiski. - Partrolararnir koma inn at landa, sum henda vikan gongur. Fríggjadagin vóru allir djúpvatnstrolararnir til fiskiskap, men teir eru allir nýliga byrjaðir túr. Djúpvatnstrolararnir fiska upsa, svartkalva og stinglaks. Ein trolbátur var til fiskiskap fríggjadagin, men væntandi fóru fleiri út um vikuskiftið. - Helst fara nakrir at fiska havtasku, og nakrir fara helst at fiska tosk og hýsu. Væntandi landa teir síðst í hesi vikuni. Væntandi fóru øll garnaskipini út um vikuskiftið, og síðan koma skipini inn aftur at landa í endanum av hesi vikuni ella fyrst í næstu viku. - Fiskiskapurin hjá garnaskipum er misjavnur, verður lagt aftrat. Í fíggjarárinum 2019 fer Fuglafjarðar kommuna ætlandi at brúka 47,5 miljónir krónur til nýggjan skúla og nýtt ítróttarhús í Fløtugerði Fuglafjørður ger íløgur í ungdóm Í dag læt Blákrossbúðin í Havn upp í nýggjum hølum, og nýggju hølini eru í Niels Finsensgøtu 20, har barnahandilin Bamsan hevur hildið til. Vilmund Jacobsen Eiðis kommuna hevur í fíggjarætlanini fyri 2019 samtykt at seta pening av til at fremja seinasta byggistig í samband við mentanarhøllina á Eiði. - Talan er um eitt høli, ið kemur at verða undir hálvtakinum við inngongdina til mentarhøllina. Hølið verður eitt sokallað forhøli til mentanarhøllina. Í Eiðis kommunu siga tey, at eisini wc- viðurskiftini verða munandi bøtt, nú seinasta byggistig verður framt. - Gomlu wc-ini undir hálvtakinum skulu gerast av nýggjum, og hesi verða atkomilig frá hølinum sum skal byggjast, siga tey í Eiðis kommunu Nú skal seinasta byggistig til mentanarhøllina á Eiði fremjast í verki