Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-03, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. desember 2018síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 3. desember 2018 · Nr. 140 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTTSØGD Pætur Albinus Jóhan á Plógv Hansen og teir úr Bjerringbro-Silkeborg eru víðari í Champions League eftir tepran 29-28-sigur á portug­is­ iska Sporting CP í gjár. Ein javnleikur var nóg mikið til at gerast vinnari av bólki C, men Nikolaj Markussen bant um heilan fingur við einum máli stutt fyri leiklok. Støðan í hálvleikssteðginum 16-16, og Jóhan á Plógv Hansen skeyt tvey mál hendan dystin. Bjerringbro-Silkeborg skal nú spæla tveir dystir ímóti polska Wisla Plock. Teir dystirnir verða spældir í tíðar­ skeið­num 20.-24. februar og 27. febru­ar - 3. mars næsta ár. Jóhan á Plógv Hansen var í fleiri umfør verið samlaður toppskjútti í allari Champions League-kappingini, men hesar seinastu dystirnar dragnaði hann nakað. Tá ið samanum kom endaði hann á fjórða plássi á toppskjúttalistanum í bólkaspælinum við 62 málum. Bjerringbro-Silkeborg við Jóhan á Plógv Hansen sum samlaðum toppskjútta sæpldi seg í gjár víðari í Champions League Jóhan víðari í Champions League Fimta felagið í føroyskum kurva­ bólti er júst sett á stovn í Suðuroy, har ætlan­in er at spæla við í fremstu deildini Pætur Albinus Kurvabóltur tekur dik á seg í Før­oyum. Nýliga varð fjórða felag­ið, Hávur úr Klaksvík, sett á stovn. Frammanundan tað vóru tað havnafeløgini Hamar og Sporðdrekin umframt Ravn av Toftum. Nú legst enn meira aftur­at, tí nú er fimta felagið sett á stovn. Nýggja felagið er á Tvøroyr, og felagið kallar seg Føniks. Tað er Júst Johannesen, ið hevur tikið stig til at seta felagið á stovn. - Áhugin vaks tá ið man hoyrdi at tað alsamt vaks norðan­fjørðs, og at nógv var at hoyra um kurvabólt. Tað eru jú mong her á staðnum, sum ikki spæla fótbólt og annan ítrótt, sig­ur Júst og leggur afturat: - Kurvabóltur er jú eisini stór­ur aðrastaðni í verðini. Tað er ein serbiskur vin­mað­ ur hjá Júst, Mirko Ristovic, sum hjálpir til við at fáa gongd á venjingina. Hann er venjari hjá TB í flogbólti, men hann hevur allan sín ung­dóm spælt kurvabólt, og í frítíð sínari hevur játtað seg til at hjálpa ný­ stovnaða kurva­bólts­felag­num. Júst Johannesen sigur, at tá ið samstarvið við Mirko kom í lag, var tað ein løtt avgerð at taka stig til at seta felag á stovn, sum skal vera til gagns fyri alla Suðuroynna. - Á stovningardegnum vóru vit 14 fólk í aldrinum 10 til 37 ár. Tað var meira enn eg væntaði, og tað var sera hugaligt at hava ta fyrstu venjingina, sigur Júst. - Felagið ætlar at hava lið fyri vaksin og spæla við í deild­ ini komandi ár. Vit hava nóg mik­ið av fólki til at vit kunnu strem­ba fyri at fáa eitt gott lið, metir hann. Felagið hevur eisini ein dreym um at fáa børn í aldri­ num 4. til 8. flokk at spæla og at vera við í verkætlanini at byrja eina ungdómskapping. Júst Johannesen sigur, at hølisviðurskiftini eru størsta av­bjóðingin hjá felagnum í løtuni, tí at eingin høll við fullari stødd til kurvabólt er tøk í løtuni. - Men vit eru byrjaði at út­ vega fastar venjingartíðir og at fáa øll viðurskifti góðkend, sig­ur hann. Enn eitt nýtt felag í kurvabólti Júst Johannesen, formaður Gundur Johansen, kassameistari Torkil Thomsen, skrivari Ragnar Thomsen, nevndarlimur Mirko Ristovic, nevndarlimur Rani Nybo, eykalimur Nevndin í Føniks