mánadagur 3. desember 2018síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. desember 2018 · Nr. 140
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
- Sjúrður Hildarson Hoydal – Baden,
Sveis
Føroyska
kvinnulandsliðið
spældi um vikuskiftið fyrsta
umfar í undankappingini til
HM 2019. Undankappingin er
skipað soleiðis at tær smærru
hondbóltstjóðirnar spæla eitt
undanumfar, har tað snýr
seg um at spæla seg víðari
til
høvuðsundankappingina.
Fyri einum ári síðani spældu
Føroyar seg víðari úr hesum
umfari við at vinna á Finnlandi
og Grikkalandi, men hesaferð
vóru
føroysku
kvinnurnar
endaðar í einum torførari
bólki, ið taldi Sveis, Litava og
Finnland.
Sveis átti heimavøll í hesi
kappingini, og var av tí sama
rættiliga
greiður
favorittur
at fara víðari. Serfrøðingar
væntaðu at Litava var besta
boðið at hótta Sveis, meðan
Føroyar og Finnland ikki fingu
stórvegis møguleikar frá ser
frøðini.
Ætlaðu at vinna á Finnlandi
Føroyar byrjaðu móti Finnlandi
fríggjadagin, og hetta var tann
dysturin, ið føroysku kvinn
urnar vóru mettar at hava
besta møguleika í.
Tað byrjaði eisini við góðum
føroyskum
spæli.
Føroyar
høvdu tamarhald á dystinum
heilt til eitt korter restaði í av
dystinum, men so sleptu tær
takið.
Eftir at hava verið aftanfyri
allan dystin, slapp Finnland
brádliga at leggja seg greitt á
odda, tá ið ov nógvir partar
av spælinum fullkomliga mis
eydnaðust hjá Føroyum. Endin
var ein 19-22 ósigur, og eitt stórt
skot fyri bógvin á føroysku
vónunum um góð úrslit í kapp
ingini.
Reistu okkum aftur móti
sterkari mótstøðu
Tí leygardagin var mótstøðu
liðið Litava. Litava hevði dagin
undan trýst sveisisku favoritt
arnar til tað síðsta og tapt
við við einum máli. Litavisku
kvinnurnar vístu í tí dystinum
eina kropsliga styrki og eina
leikferð, ið mundi metast á
hægri støði enn hjá finnum.
Tí vóru vónirnar millum
fjepparar og serfrøðingar held
ur lítlar fyri einum líkinda
føroyskum úrsliti, men tað
løgdu føroysku kvinnurnar
einki í.
Alt fyri eitt sást ein hug
burður í føroysku kvinnunum,
ið vístu at tær trúðu á egin
evni.
Føroyska verjan stóð stinn
móti øgiliga trýstinum frá
Litava, og ferð eftir ferð eydn
aðist at bæði finna røttu loysn
ina og at útinna hana.
Í álopinum tók eisini at
bragda, og við stórum hugflogi
og neyvleika løgdu Føroyar seg
longri og longri á odda.
Í steðginum var støðan 15-
11 til Føroya, og stórur spenn
ingur var um hvussu litavar
fóru at svara aftur í seinna
hálvleiki.
Men føroyska verjan stóð
enn so stinn, og tá ið Viviann
Petersen í málinum tók skot
eftir skot, so vuksu útlitini
fyri einum óvæntaðum sigri í
hvørjum.
Nakað væl fyri leiklok var
dysturin avgjørdur, og Føroyar
loyvdu litavum at pynta nakað
um úrslitið so at dysturin end
aði 25-21 til Føroya, og eitt satt
bragd var veruleiki.
Finala móti favorittunum
Nú var ósigurin fyri Finnlandi
nærum gloymdur, og hann
vísti seg eisini at fáa lítið at
siga fyri endaliga úrslitið í
kappingini. Tí sum úrslitini
hættaðu seg, so gjørdist talan
um eina bólkafinalu millum
Sveis og Føroyar sunnudagin.
Vunnu Føroyar, so spældu tær
seg víðari til undankappingina,
meðan sama var galdandi fyri
vertirnar og favorittarnar úr
Sveis.
Júst tað, at Sveis var á
heimavølli mundi fáa avgerandi
týdning, tí við stórari hjálp frá
áskoðarafjøldini tóktust so
at siga allir smálutir at fella
til heimaliðið í fyrra hálvleiki.
Gaman í gjørdu føroyska liðið
nøkur mistøk, men sveisar
høvdu sanniliga hepni við sær
eisini, tá ið bóltarnir duttu rætt
fyri seg – og dómararnir kanska
eisini vóru nakað lagaligir fyri
heimaliðið.
-Allir smálutirnir eru falnir
til tær, so nú mann tað fara at
koppa okkara veg, lat í einum
føroyskum leikara í steðginum,
har ið støðan var 8-11 til Sveis.
Men tað hendi ongantíð.
Skjótt gjørdist munurin eini
fimm mál, og hesin munurin
helt sær so at siga dystin út.
Føroysku kvinnurnar stríddust
alt tær vóru mentar, men
hvørja ferð ein fekk vónina um
at koma aftur í dystin, kom ein
vátur vøttur í andlitið, tá ið tær
sveisisku svaraðu aftur. Ofta
kom aftursvarið av góðsku,
men serliga hugtungt var tað,
tá ið hepni aftur spældi inn.
Sýndu stóran stríðsvilja
Men so hugtungt tað tá var
at hyggja at, so hildu føroy
ingarnir
høvdini
høgt,
og
spældi við fullari ferð og megi
heilt til seinasta bríksl, har ið
talvan vísti 23-19 til Sveis.
Ósigurin var veruleiki, og
Føroyar skulu ikki spæla kom
andi undankapping til HM,
men
føroysku
kvinnurnar
høvdu ongan trupulleika við
at hyggja hvørja aðra í eygu
ni, eftir at flott avrik í øllum
trimum
dystunum,
tó
at
tær fara at iðra seg seinasta
korterið móti Finnlandi, tá ið
tær hyggja aftur á avrikið.
Ongin landsdystur á
skránni komandi tíðina
Tað skulu føroysku kvinnur
nar eisini. Tað snýr seg um at
menna seg, og liðið skal læra
av bæði teimum góðu og minni
góðu avrikunum, og tað er bara
at fegnast um at hesaferð vóru
fleiri av teimum góðu.
Ein kundi ynskt sær at fleiri
landsdystir vóru í næstum, so
at menningin kann halda fram,
men eingin teljandi lands
dystur er á skránni fyri enn
næsta kapping av hesum slagi
verður aftur.
Hetta er harmiligt, men tað
er støðan, ið føroyskur hond
bóltur er í. Tað er ikki talingur
um at spæla smærru kapp
ingarnar sum Challenge Cup,
tí tað støðið hava vit flutt
okkum uppum. Men støðið
er ikki heilt enn til at spæla
undankappingar á hvørjum ári,
so tí er landsliðið í einari marg
háttligari støðu har ov fáir
teljandi dystir kunnu leikast.
Tí mugu venjingardystir til.
Føroyskur hondbóltur hevur
ikki siðvenju fyri at spæla
so nógvar vinardystir, men
hondbóltssambandið
tykist
at vilja fáa fleiri av hesum í
næstum.
Ágúst
Jóhansson,
lands
liðsvenjari, legði eisini dent
á hetta so skjótt at hann var
FLOTT
FØROYSKT
AVRIK Í
SVEIS
HONDBÓLTUR
Føroyar vóru fyri sterkaru mótstøðu í
undankappingini í Sveis, men við millum
øðrum einum minniligum sigri á Litava vístu
føroysku kvinnurnar at tær eru á rættari leið