mánadagur 3. desember 2018síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 3. desember 2018 · Nr. 140
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
settur í starv. Um liðið skal
mennast, so skulu spælast
fleiri dystir. Helst tíggju um ári,
sambært venjaranum. Hetta
arbeiða
bæði
venjaratoymi
og hondbóltssambandið fyri í
felag, og Ágúst Jóhansson kann
hjálpa nógv í hesum arbeiði.
Í sínum virksemi sum venj
ari í Norðurlondum, hevur
hann samband við tey røttu
fólkini, og eitt nú nýtti hann
høvi í Sveis at práta við finska
landsliðsvenjarin um at skipa
fyri venjingardystunum. Eisi
ni nevnir hann, at hann hevur
ynskt at spæla móti Íslandi
aftur og møguliga B-landslið
um úr teimum stóru skand
inavisku hondbóltstjóðunum.
Nýggji venjarin er nøgdur
Hetta
vóru
fyrstu
lands
dystirnir hjá nýggja lands
liðsvenjaranum, og tað var ein
nøgdur Ágúst Jóhansson, ið
tók samanum fyrstu dystirnar
saman við hópinum.
Ágúst
Jóhansson
rósar
leikarunum
hjá
sær
fyri
seinastu vikurnar, ið umframt
kappingina í Sveis, taldi tveir
venjingardystir móti einum
íslendskum landsliðið.
Hann leggur dent á, at Før
oyar eru á sama støði sum
Finnland enn, og at tað tí ikki
var nøkur skomm at tapa móti
teimum, hóast at seinasta kort
erið ikki var nøktandi.
Ágúst Jóhansson sigur orðið
‘enn’, tí ætlanin er at menna
seg til at koma upp á støðið við
lond sum Sveis í fyrstu atløgu.
Venjarin heldur at dysturin
móti Sveis prógvar at tað ikki
er langt til hetta fyrsta málið,
tí Føroyar góvu sveisarum ein
góðan dyst og skarpan gang,
men hann leggur samstundis
dent á at fleiri av sveisisku
leikarum spæla í fremstu deild
unum í Evropa.
Tí skal eisini ein persón
lig menning fara fram hjá
leikarunum, og landsliðsvenj
arin eggjaði sínum leikarum
til at leggja eyka venjingar
afturat.
Í løtuni venja føroysku
kvinnuleikararnir
vanliga
tríggjar ferðir um vikuna, og
hetta er ov lítið, um vit skulu
flyta okkum upp á tað støðið,
ið
Ágúst
Jóhansson
sær
møguleikar fyri.
Vit hava nógv at byggja á
Og grundarlagið er eisini gott.
Ágúst Jóhansson rósar liðnum
fyri sítt verjuspæl, og vísir á at
liðið í teimum fimm dystunum
íroknað venjingardystir, hevur
fingið 20,5 mál ígjøgnum. Og
hetta er ómetaliga flott í al
tjóða hondbólti, ger venjarin
greitt.
Hann
tekur
eisini
fram tað sálarligu styrkini, ið
Føroyar sýna við at ikki geva
seg móti Sveis.
Ágúst Jóhansson greiðir,
at hann hevði eitt time-out
eftir í dystinum móti Sveis, ið
hann ætlaði at brúka í seinastu
tíggju minuttum fyri at fáa
leikararnar at geva alt tær
áttu, hóast dysturin tóktist
avgjørdur. Men tað var ikki
neyðugt, greiðir venjarin fegin
frá. Tær tóku ábyrgdina av
sínum eintingum, og stríddust
alt tær vóru mentar, og hetta
vísir stóra sálarliga styrki,
staðfestir landsliðsvenjarin.
Gaman í skal arbeiðast
meira við álopspartinum, og
hann greiðir frá, at tað serliga
er í ein-ímóti-einum spælinum,
at spælið skal batnað. Hetta
verður
eisini
bøtt
við
at
leikararnir skulu venja meira,
og gerast kvikar og sterkari,
og hann tekur upp aftur at
leikararnir mugu geva sær
stundir til eyka venjingar.
Stórar vónir
At enda sigur Ágúst Jóhansson
at hann er sera væl nøgdur
og hevur stóra virðing fyri
hvussu leikararnir hava borið
seg at hesar vikurnar. Bæði á
og uttanfyri leikvøllin. Hann
rósar leikarunum fyri at sýna
ta professionalismu, liðanda og
ídni, ið skal til fyri at standa seg
í altjóða hondbólti, og greiðir
frá at vónirnar eru sanniliga
ikki minkaðar eftir henda
fyrsta landsliðstúrin.
Tí vónirnar eru stórar. Til
EM 2019 koma 24 lond við til
endaspælið, og Ágúst Jóhans
son sær ongar forðingar fyri
at Føroyar kunnu vera mill
um 24 tær fremstu hond
bóltstjóðirnar um fá ár, um
menningin heldur fram.
sjurdur@sosialurin.fo
HONDBÓLTUR
Føroysku
leikararnir
fegnast
eftir sigurin
á Litava
Føroyar – Finnland
19-22 (12-10)
Durita Christophersen Jojic 6, Súna
Krossteig Hansen 4, Kristianna
Henneberg Joensen 2, Turið Arge
Samuelsen 2, Maria Halsdóttir
Weyhe 2, Marianna Geirsdóttir
Eystberg 1, Ninna Katrin Johansen
1, Bjarta Osberg Johansen 1
Føroyar – Litava
25-21 (15-11)
Durita Christopersen Jojic 6, Súna
Krossteig Hansen 4, Kristianna
Henneberg Joensen 4, Ninna
Katrin Johansen 4, Bára Krossteig
Hansen 2, Turið Arge Samuelsen 2,
Pernille Brandenborg, 1, Marianna
Geirsdóttir Eystberg 1, Bjarta
Osberg Johansen 1
Føroyar – Sveis
19-23 (8-11)
Kristianna Henneberg Joensen 4,
Durita Christophersen Jojic 3, Turið
Arge Samuelsen 3, Maria Halsdóttir
Weyhe 2, Pernille Brandenborg
1, Tóra Eliasen 1, Súna Krossteig
Hansen 1, Bjarta Osberg Johansen
1