mánadagur 3. desember 2018síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. desember 2018 · Nr. 140
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STERKASTI MAÐUR
Tróndur Arge
-Eg havi valt at takka fyri meg
í jagstranini eftir stóra strong
man-dreyminum. Tað er nakrar
orsøkir til tað, sigur 30 ára
gamli Bjarni Nielsen. Tað er ein
serlig hending, sum útloysti
endaligu avgerðina.
Í summar er hann í holt við
at seta eitt spegl upp í kamari
num. Í skjótt fýra ár hevur
hann verið sterkmaður burtur
av, har málið er at røkka altjóða
toppinum. Bjarni vigar nú 150
kilo, tá hetta lutfalsliga lætta
spegli skal festast í veggin.
Eg sveittaði so illa, at eg
mátti fara í brúsu og alt
aftaná. Tá hugsaði eg, hví eg
ikki valdi ein ítrótt, har tú ert
ein vanligur maður uttanfyri
ítróttin. Í fótbólti hevur tú ilt
í baklærinum, ella er stívur í
beinum. Tá tú vigar 150 kilo, so
ber tú tað við tær allan dagin,
sigur Bjarni Nielsen.
Seinasta av teimum heilt
stóru kappingunum var Burn
Showdown
sterkmanskapp
ingin. Síðani kappingin endaði
fyri bara tveimum vikum síða
ni, hevur Bjarni Nielsen tapt
seg níggju kilo.
-Eg misunni øðrum ítróttar
fólkum teirra kropp og teirra
støðu at vera í, sigur Bjarni
Nielsen, sum er einasti íðkarin,
ið er sterkmaður burturav í
Føroyum. Tað er ein av fleir or
søkum til, at hann nú gevst.
Má hugsa um familjuna
Bjarni Nielsen skal í næstum
verða pápi. Tað er ein uppgáva,
sum hann tekur í størsta álvara
og vil verða ein nærverandi
pápi, ið hevur møguleika at
verða til staðar.
-Familjan er tað týdningar
mesta og vit skulu hava eina
dóttir í apríl. Tað er nakað,
sum eg hvørtfall vil ganga fult
innfyri fer at rigga væl. Tað er
torført, tá tú vigar 150 kilo. Tað
er gott sum sterkmaður, men
alt annað í lívinum er torførari,
sigur føroya sterkasti maður.
Hann vísur millum annað á,
at hann svevur illa, kann illa
fara til tiltøk ella nakað, har
hann skal standa leingi og at
hann má eta allatíð.
-Eg kann ikki fara nakrastað
ni, uttan at vita hvar mín næsta
máltíð er, sigur Bjarni Nielsen.
Familjusjúkur ávrika eisini
Tað krevur nógv av kroppinum,
at verða sterkmaður. Ein lykla
partur av kroppinum er rygg
urin.
-Fleiri í familjuni hava ein
ryggsjúku, sum eitur spinal
stenosa. Tað ger, at ryggjar
geiðslin forkálkast og klemmar
um nervurnar. Eg veit ikki um
eg havi tað, men eg haldi ikki
at tað rigga so væl við styrki
lyfting, sigur Bjarni Nielsen og
leggur afturat:
-Eg hevði eisini ein abba,
ið doyði av einum blóðtøppi
sum ungur. Tað lá til familjuna
hjá honum og tað er ikki sunt
fyri ein hjarta, at halda ein so
stóran kropp í gong, sigur 30
ára gamli havnarmaðurin.
Tungt fíggjarligt
Tað er eisini tungt fíggjarligt,
at vera ein sterkmaður. Áhugin
fyri ítróttinum er eitt sindur
misjavnur og tað krevur nógv,
at fáa stuðlar, so alt hongur
saman.
-Tað er eisini ein tungur róð
ur, at fáa alt at hang saman.
Ítrótturin hevur ikki so stóran
áhuga, og eg havi ikki áhugan
til at renna aftaná stuðlunum,
sigur Bjarni Nielsen, sum eisini
hevur kent seg einsamallan til
til tíðir.
-Eg eri tann einasti í Føroy
um, sum er sterkmaður burt
urav. Fleiri eru styrkilyftarar,
men tað er ongantíð nakar,
sum trýstir meg, ið hækkar
støðið hjá hvørjum øðrum,
sigur havnarmaðurin.
Skaðar ein partur
av spælinum
Sterkmanskappingar
krevja
nógv av kroppinum. Tað hevur
eisini elvt til nakrar skaðar
gjøgnum tíðina.
-Mjødnin hevur verið tað
ringasta. Har havi eg havt
kroniska pínu, sum til tíðir
hevur verið heilt ring. Akslar
og albogar hava eisini verið ein
avbjoðing. Eg vænti, at fleiri
høvdu
verið
sjúkrameldað,
um tey vaknaðu við pínini hjá
mær, sigur Bjarni Nielsen, sum
tó hevur havt framgongd øll
fýra árini hann hevur verið
sterkmaður.
-Fyri hvørjar tríggjar mánað
ir eri eg blivin sterkari í onkr
um. Skaðarnir hava gjørt, at eg
havi staðið í stað í ávísum støð
um, men annars hevur altíð
verið talan um framgongd,
sigur føroya sterkasti maður.
Langt upp á toppin
Bjarni Nielsen hevur hesi sein
astu fýra árini eisini roynt seg í
altjóða kappingum. Her hevur
hann kappast við fleiri av
teimum sterkastu í heiminum.
Hetta
hevur
eisini
givið
honum eitt innlit í styrkina hjá
Bjarni Nielsen takkar fyri seg:
Føroya sterkasti maður seinastu fimm árini, Bjarni Nielsen, hevur
valt at sleppa dreyminum um at røkka altjóða tindunum. Prísurin
fyri at verða ein sterkmaður er ov høgur. – Tá tú vigar 150 kilo,
so skalt tú bera tað við tær hvønn dag, sigur Bjarni Nielsen
STÓRI
STERKMANS
DREYMURIN
ER SLEPTUR