Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-03, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. desember 2018síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 3. desember 2018 · Nr. 140 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STERKASTI MAÐUR kappingarneytunum. Ein onn­ ur orsøk til, at Bjarni hev­ur valt at gevast við altjóð dreyminum er langi vegurin upp á toppin. -Við at seta fyrimunir og vansar upp, og hyggja eftir teimum sum dominera í dag og teim­um, sum eru á veg, so haldi eg ikki hetta er tað vert. Tá eg seti meg sjálvan upp í móti teimum, so haldi eg ikki at eg skal oyðiliggja meg fyri einum dreymi, sum ikki stendur mát við tað týdningarmesta í mín­ um lívi, ið er familjan, sigur Bjarni Nielsen. Hann ætlar kanska at vera við til Føroya sterkasta mann kapp­ingarnar. -Um tað liggur fyri, so fari eg at verja heitið. Tað er eisini rættvíst, at meistarin verður koppaður, men tað skal passa inn við restina av lívinum. Eg vóni at onkur kemur og hølvar meg av, tí tað er tað lættasta fyri at sleppa hesum, og gott at vita at sterkmanskappingarnar eru í góðum hondum, sigur fimm­faldi FSM-vinnarin. Besta kenslan var FSM 2014 Bjarni Nielsen kom buldrandi inn á sterkmanspallin, tá hann við mohawk hársniði og brøli bjóð­aði elituni av. Í 2014 bleiv hann føroya sterkasti maður fyri fyrstu ferð, men tað var líka við, at tað kiksaði. -Tá vit komu til øvilsi fýra av sjey, tá visti eg hvat hinir høvdu lyft í squat. Eg skuldi bara havt eitt stig, men endaði við einki at fáa. Tá skuldi eg vinna trý tey seinastu øvilsini á Jákup Súna Berg. Kensluna av at vinna tað kappingina havi eg ongantíð havt aftur, sigur Bjarni Nielsen. Hesi fýra árini hevur 30 ára gamli havnarmannin lært nógv. Hann hevur bæði lært nógv um disiplin, men hann er eisini komin í samband við sínar kenslur. -Við at fáast við so nógva pínu, eri eg eisini komin í sam­ band við meg sjálvan. Nú tori eg at vísa og tosa um kenslur. Sterkir menn nýtast ikki at verða sterkir móti øðrum, ti teir eru sterkir, sigur Bjarni Nielsen við einum smíli. Helst undir 127 kilo Bjarni Nielsen arbeiðir í dag í frískúla, men hann er eisini útlærdur skipsførari. Tað hevur nakrar treytir við sær, um hann skal gera nakað við tann partin. - Eg eri eisini útlærdur skips­ førari og tað kundi verið at eg fekk áhuga fyri tí einaferð aftur. Har skal eg millum annað viga undir 127 kilo, og ikki hava eitt BMI, sum er hægri enn 35, fortelur Bjarni Nielsen. Hann hevur nú slept dreym­ i­num sum altjóða yrkis­sterk­ maður. Tað hava verið fýra hørð og krevjandi ár, men nú skal vekin niður og familjan raðfestast. -Eg vil gjarna siga eitt stórt til takk til tey, sum hava stuðlað mær. Bæði familja og vinir, og tit í miðlunum hava eisini verið góð við meg, men eg eri kanska eisini eitt gott “soundbite”. Eg havi eisini fingið góðan stuðul frá fólki, sum eg ikki kenni, sigur Bjarni Nielsen. Hann hevur fingið nógvar góð­ar løtur við á vegnum, men nú skulu vit venja okkum við, at Bjarni Nielsen fer at síggja út sum ein vanligur maður. Hann hevur givið alt hann eigur í hesi fýra árini. -Eg angri einki av tí, sigur Bjarni Nielsen at enda. trondur@sosialurin.fo Navn: Bjarni Nielsen Føddur: 16-05-88 Foreldur: Edvard Nielsen og Anna Maria Simonsen Unnusta: Sissal Petersen (og ein dóttur á veg) Yrki: Fitness instruktørur og hjálparfólk á frítídar skúla Vekt: 140kg Hædd: 185cm Føroya sterkasti maður: 2014, 15, 16, 17 og 18 Føroysk met: 360kg deadlift og 170kg logpress