Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. desember 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. desember 2018 · Nr. 141 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Vilmund Jacobsen Á hátíðarløtu í Listasavni Føroya týsmorgunin varð nýggjasta kærleikskúlan hjá Dugna avdúkað. Tað er listamaðurin, Ole Wich, sum hevur sniðgivið nýggju kúluna. Hjá Dugna vísa tey á, at Ole Wich arbeiðir við konseptlist, sum tey rópa tað, og evnini í lista­ verk­ætlanum hans­ara verða ofta lýst úr sam­ felagslýsandi ella at­ finning­ar­somum sjónar­ hornum. - Hann er eisini út­ búgv­in søgufrøðingur og hevur í hesum høpi skriv­ að um, hvussu føroyingar hava troytt og brúkt toska­til­feingið. Kærleikskúlan 2018 hevur tríggjar gulllittar toskar inni í kúluni í ymiskum støddum við tekstinum - Hommage à Fiskurin - tvørtur um miðjuna á kúluni, siga tey á Dugna, sum nú tíggjunda árið á rað hava latið Kærleikskúluna úr hond­um. Tað sigur Ole Wich Sjálvur sigur lista­mað­urin soleiðis í orðing sínari, sum fylgir við Kær­leikskúluni: - Kærleikskúlan 2018 skal síggjast í saman­ hangi­num, har hon hong­ ur millum søgu­kunn­leika og list. Saman­set­ing­in av søgu før­oy­inga og mynda­máli bjóðar til, at gylta toskaskræðan kann skiljast sum ein ímynd av, hvussu før­oyska sam­ felagið í øld­ir hevur bygt upp materielt ríki­dømi við toska­fiski­skapi. Við at vekja ans fyri hesum týdningarmikla fiskaslag, ið hevur givið føroyska samfelagnum so nógv, verður listaverkið hjá Ole Wich ein fag­nað­ ur, sum í myndlist ofta verður róptur við franska orðinum “hommage”. Uttan toskin hevði manna­lívið í Norður­ atlants­havi verið nógv fátækari og torførari – ja, næstan ógjørligt. - Tí fagnar Kær­leiks­ kúlan í ár hesum gylta fiski og tí stóra týdningi, sum hann hevur fyri okk­um og hevur havt fyri mong ættarlið av fólki í Norðuratlantshavi undan okkum, sum so ofta ótu seg mettan og haraftrat fingu gyltan pening burt­ur úr fiskinum. Á Dugna siga tey, at Homm­age à Fiskurin er ein fagnaður av tí gávu­ milda fiskinum, sum tosk­urin er og hevur verið. Maybritt fekk heiðurin Tá Kærleikskúlan verður avdúkað, verður eisini ein serligur heiður sýnd­ur einum persóni ella felags­ skapi, sum fær fyrstu kúluna. - Aftur í ár kundi al­ menn­ingurin senda inn uppskot um, hvør skuldi fáa heiðurin sum ein virðilig fyrimynd við at taka ímóti fyrstu Kær­ leiks­kúluni. Á Dugna siga tey, at til­ samans 30 uppskot komu inn, og stýrið gjørdi av at lata Maybritt við Strond frá Glasi fyrstu kúluna, sum ein heiður fyri hennara stóra arbeiði fyri næmingum við avbjóðingum. - Tann, sum innstillað Maybritt við Strond, sigur nakað soleiðis um hana: “Við­komandi hevur altíð tíð til okkum, og um man er inn­lagdur á sjúkrahús, kemur viðkomandi at vitja og ger tað lættari at koma á skúlan aftur. Uttan viðkomandi, høvdu fleiri næmingar ikki megna tað....” Á Dugna vísa tey á, at tað, sum næmingar og annars vit øll hava brúk fyri, er at vera sædd og hoyrd og teir næmingar, sum hava avbjóðingar, hava serliga nógv brúk fyri hesum. - Hetta er nakað, sum Dugni ynskir at heiðra og vera við til at varpa ljós á. Um kærleikskúluna Um Kærleikskúluna siga tey á Dugna, at hon er eitt serligt listarligt átak, har Dugni saman við umboði fyri Listasavn Føroya og landsstýrisfólkinum í mentamálaráðnum velur út eitt av Føroya mætastu lista­fólkum at sniðgeva kúluna. - Kærleikskúlan er fram­leidd í avmarkaðari nøgd og verður bert seld í eitt avmarkað tíðarskeið. Hon er munnblást, og tí eru allar Kærleikskúlur ser­stakar og ymiskar – júst, sum vit menniskju eru tað. Hon hevur hvítt silki­band og er pakkað í snoti­liga eskju saman við vøkrum faldara á før­ oyskum og enskum. Lagt verður aftrat, at í ár hevur listafólki sam­ starvað við Føroya Prent um at framleiða fiskarnar inni í kúlunum. - Vit á Dugna eru takk­ som fyri, at hesin part­urin kundi gerast í Føroyum og vit takka Føroya Prent fyri møguleikan. Á Dugna siga tey, at kúlurnar annars eru fram­leiddar uttanlands og síðan sendar heim til Føroya, har tær eru kann­ aðar og pakkaðar. - Tað eru arbeiðsfólk á verkstaðnum hjá Dugna á Kambsdali, sum hava staðið fyri pakk­ing, og næmingar á teldu­stovuni á Hjalla hava stað­ið fyri skiljing av fisk­un­um. Snotuligu eskjur­nar og faldararnir, sum fylgja við kúluni, eru fram­leidd hjá Estra í Gøtu. Seldar um landið Á Dugna siga tey, at Kær­ leiks­kúlan 2018 kann keypast í gávubúðum kring landið frá 4. desem­ber og fram til 24. Desember, og kúlan kost­ ar 400 krónur. - Skuldu kúlur lopið av, kunnu tær keypast frá Dugna eftir jól fyri 600 krón­ur. Allur søluágóði fer til mennandi virk­ semi hjá Dugna, og eitt nú skipar Dugni fyri arbeiðsvenjing, endur­ búgv­ing og umskúling til fólk, sum hava torført við at fáa ella varðveita arbeiði, so hesi kunnu fara víðari út í arbeiði ella undir útbúgving. Lagt verður aftrat, at Dugni skipar fyri virksemi, sum avspeglar sam­tíðina, gevur við­kom­ andi avbjóðingar, kveik­ir sjálvbjargni og før­leika­ mennir fólk til eitt virkið lív. Hesi hava sniðgivið Undanfarin ár hava hesi listafólk sniðgivið Kær­ leikskúluna: Tróndur Paturs­son (2009), Sigrun Gunnars­dóttir (2010), Han­sina Iversen (2011), Zacharias Heinesen (2012), Edward Fuglø (2013), Astrid Andreassen (2014), Astri Luihn (2015), Eyðun av Reyni (2016) og Gurð­ið Poulsen (2017) – og nú Ole Wich í 2018. Tríggir gulllittir toskar eru í kærleikskúluni Stýrið fyri Dugna hevur gjørt av, at Maybritt við Strond frá Glasi skal heiðrast við Kærleikskúluni 2018 fyri sítt stóra arbeiði fyri næmingum við avbjóðingum Í ár er tað Ole Wich, listamaður, sum hevur sniðgivið Kærleikskúluna, og her leggur hann dent á týdningin, sum toskurin hevur havt fyri mong ættarlið av fólki í Norðuratlantshavi Mynd: Jens Kristian Vang Ása Olsen, nevndarforkvinna í Dugna, handar Maybritt við Strond frá Glasi fyrstu Kærleikskúluna 2018, sum heiður fyri hennara stóra arbeiði fyri næmingum við avbjóðingum. Mynd: Jens Kristian Vang