týsdagur 4. desember 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. desember 2018 · Nr. 141
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HEILSA
Vilmund Jacobsen
Stjórin í danska krabba
meinsfelagnum,
Jesper
Fisker, er alt annað enn
nøgdur við, at meginpart
urin av donskum bróst
krabbasjúklingum í triðja
fjórðingsári í ár ikki fingu
skurðviðgerð til tíðina í tí
partinum av Danmark,
sum verður rópt Región
Sæland.
Tað eru nýggj tøl hjá
Heilsudátastýrinum, sum
sambært stjóranum vísa,
at alt ov nógvir sjúklingar
vórðu sleptir upp á fjall.
- Men, eg havi eina
vón
um,
at
regiónin
tekur upp samband við
hvønn einstakan sjúk
ling, soleiðis at allir bróst
krabbasjúklingar kunnu
kenna seg tryggar, sigur
Jesper Fisker.
Hann vísir á, at flestu
bróstkrabbasjúklingar í
Región Sæland hava bíð
að ov leingi eftir skurð
viðgerð fyri sína sjúku.
- Tað vóru heili 78
prosent, sum bíðaðu ov
leingi, og í tali eru hetta
111 kvinnur tilsamans.
Stjórin sigur, at Región
Sæland hevur ikki livað
upp til sína ábyrgd og
sínar skyldur, og her eru
nógvar kvinnur, raktar av
krabbameini í bróstinum,
sum eru vorðnar sviknar,
sigur Jesper Fisker.
Región Sæland hev
ur biðið kvinnurnar um
umbering fyri, at skurð
viðgerðin ikki varð framd
innan
tíðarrammuna,
sum sjúkrahúsini sjálvi
hava bundið seg til at
fylgja.
Sagt verður, at høvuðs
orsøkin til, at skurðvið
gerðirnar drógu út, var
sambært regiónini, at
teimum vantaði bróst
skurðlæknar.
Sambært
varastjóra
num
á
Universitets
sjúkrahúsinum
á
Sæ
landi, Beth Lilja, eru nú
tiltøk sett í verk, soleiðis
at allar kvinnur, sum
skulu undir skurð fyri
bróstkrabba,
sleppa
framat til tíðina.
Undir alt lágmark
Jesper
Fisker
rósar
regiónini fyri at taka
hond um trupulleikan.
- Men, at tað yvirhøvur
skuldi koma har til, at
bróstkrabbasjúklingar
ikki fingu sína skurðvið
gerð til tíðina, er undir alt
lágmark. Eg vóni, at tey
hava lært av mistakinum,
soleiðis at líknandi støða
ikki endurtekur seg í
framtíðini, og vit fara at
fylgja væl við gongdini,
sigur stjórin í danska
krabbameinsfelagnum.
Sambært Región Sæ
land er trot á røttum
serlæknum ikki einasta
orsøkin til, at støðan
gjørdist so ólukkulig.
- Eitt nú skuldu nakr
ar av kvinnunum fyrst
ígjøgnum ymiskar kann
ingar fyri sjálva skurð
viðgerðina, og í 78 pro
sentum av tilburðunum
var
orsøkin
vantandi
skurðlæknakapasitetur,
sigur varastjórin á Uni
versitetssjúkrahúsinum
á Sælandi, Beth Lilja.
Samanlagt
hevur
regiónin sambært tølum
hjá Heilsudátastýrinum
havt eitt stórt fall í tí
at yvirhalda tíðirnar til
skurðviðgerðir fyri bróst
krabba.
- Í øðrum fjórðingsári
í ár vórðu 69 prosent
skurðviðgjørdar
fyri
bróstkrabba til tíðina,
men í triðja fjórðingsárið
var talið heilt niðri á 22
prosentum, sigur Jesper
Fisker, stjóri í danska
krabbameinsfelagnum.
Eisini aðrastaðni
Regiónirnar, sum reka
sjúkrahúsini í Danmark,
hava sett sær sum mál,
at í mesta lagi 10 prosent
av
krabbameinssjúk
lingunum kunnu koma
soleiðis fyri, at tey bíða
ov leingi eftir skurð
viðgerðini, og tá er talan
um skurðviðgerðir fyri
krabbamein sum heild
– og ikki bert fyri bróst
krabba.
Men, tíverri sær veru
leikin ikki soleiðis út.
Sambært tølum hjá
Heilsudátastýrinum fekk
fimmti hvør sjúklingur
ikki viðgerð innan av
talaðu tíðarrammuna í
triðja fjórðingsári.
Tað eru tó ljósglottar
at hóma, og eitt nú fingu
91
prosent
av
øllum
sjúklingum við krabba
meini í langa og enda
tarmi viðgerð til tíðina í
triðja fjórðingsári, og tað
er ein bati í mun til áður.
Má gerast betri
Tað er ikki nøkur sjálv
fylgja, at danskir krabba
meinssjúklingar fáa við
gerð til tíðina. Í staðin
hevur talið av sjúkling
um, sum bíða ov leingi,
í fleiri ár ligið á einum
støðugum og ov høgum
tali.
Jesper Fisker leggur
dent á, at hetta er bara
ikki nóg gott.
- Tað er lítið hugaligt,
at støðan ikki batnar,
tí hetta er nakað, sum
rakar
álvarsliga
sjúk
menniskju, og tí má hetta
kunna gerast betri.
Tøl hjá Heilsudáta
stýrinum
yvir
annað
fjórðingsár í ár, vísa, at
19 prosent – ella 973 sjúk
lingar av tilsamans 5.122
– fingu ikki viðgerð fyri
krabbamein til tíðina.
Stjórin
í
danska
krabbameinsfelagnum
vísir á, at støðan í øðrum
fjórðingsári
í
ár
var
heldur lakari enn í fyrsta
fjórðingsári, tá 17 prosent
av
sjúklingunum
ikki
fingu viðgerð til tíðina.
-
Regiónirnar,
sum
reka sjúkrahúsini, hava
sjálvar sett sær sum mál,
at í mesta lagi 10 prosent
av sjúklingunum skulu
bíða ov leingi eftir sínari
skurðviðgerð, endurtekur
Jesper Fisker.
Kelda: cancer.dk
KRABBAMEINS-
SJÚKLINGAR BÍÐA
OV LEINGI EFTIR
SKURÐVIÐGERÐ
Tað eru nógvir bróstkrabbasjúklingar, sum bíða
ov leingi eftir skurðviðgerð í Danmark.
Hetta vísa tøl hjá Heilsudátastýrinum
- Tað er lítið hugaligt, at støðan ikki batnar, tí hetta er nakað, sum
rakar álvarsliga sjúk menniskju, og tí má hetta kunna gerast betri,
sigur stjórin í danska krabbameinsfelagnum, Jesper Fisker
Sambært varastjóranum á
Universitetssjúkrahúsinum á
Sælandi, Beth Lilja, eru nú tiltøk sett
í verk, soleiðis at allar kvinnur, sum
skulu undir skurð fyri bróstkrabba,
sleppa framat til tíðina