týsdagur 4. desember 2018síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 5. desember 2018 · Nr. 141
TÍÐINDI
Sosialurin gevur á triðja
sinni út árbók um før
oyskan fótbólt.
»Fótbóltur 2018« tekur
saman um fótbóltsárið
við greinum, greiningum,
myndum, hagtølum og
metingum.
Drúgv gjøgnumgongd
er av Betrideildini hjá
monnum,
og
umrøða
er av øllum feløgunum
í
deildini.
Profilar
og
stjørnuskot í feløgunum
verða umrødd, og meting
ar verða gjørdar av avriki
num hjá liðunum í 2018.
Steypakappingarnar
hjá monnum og kvinnum
verða umrøddar, og Betri
deildin
hjá
kvinnum
verður eisini viðgjørd.
Árbókin tekur eisini
saman um europeisku
avrikini
hjá
monnum
og kvinnum, og skrivað
verður um stóru pen
ingaupphæddirnar, sum
koma úr Europa til før
oysku feløgini.
2018 var helst størsta
landsliðsárið
hjá
Før
oyum nakrantíð. Føroyar
hava landsliðsvirksemi í
øllum aldrum frá U15 til
vaksin landslið, og hesi
mongu landslið høvdu
nógvar spennandi av
bjóðingar í ár. Í bókini
verða øll landsliðini og
teirra avrik umrødd.
Nógvir
føroyskir
fótbóltsspælarar – bæði
menn og kvinnur – royna
seg uttanlands, og tikið
verður saman um teirra
ár.
Í bókini eru nógvar
myndir av vaksnum sum
yngri
fótbóltsspælar
um. Myndir eru av øllum
føroyameistarum
og
steypavinnarum.
»Fótbóltur 2018« er 220
síður til støddar og fæst
nú bókabúðunum fyri
bert 200 krónur.
NÝGGJ ÁRBÓK UM
FØROYSKAN FÓTBÓLT
»Fótbóltur 2018« tekur saman
um føroyska fótbóltsárið við
greinum, greiningum, myndum,
hagtølum og metingum
Í árbókini eru
nógvar myndir
av vaksnum
sum yngri
fótbóltsspælarum.
Myndir eru
av øllum
føroyameistarum
og steypavinnarum
Yvir til Bryggjubakka er
hugtak, sum rakar okk
um, ið minnast aftur í
tíðina undan, at útvarpið
flutti niðan í Sortudíki.
Á sama hátt sum “Kom
á 2069 ella Kom á 2182”.
Hetta vóru bylgjulongdir,
sum Tórshavnar radio
brúkti í samskiftinum
við skipini, sum tað varð
fylgt nógv við í.
Útvarpið fylti nógv,
hóast tað bara varð sent
nakrar tímar um dagin,
og tíðindi og frásagnir
vísa seg at vera lagrað so
í huganum, at tey skjótt
standa aftur ljóslivandi,
tá ið tað verður lisið, sum
Jógvan Arge nú skrivar.
Útvarpið hevði longu í
seksti árunum ynski um,
at tað, sum varð varpað
út, skuldi vera atkomu
ligt, so tað ikki bara var
burtur, tá ið tað var farið
út í luftina. Tað sást í
Úrval, sum var rit við
manuskriptum, ið vóru
grundarlag undir eitt nú
fyrilestrum í útvarpinum.
Tað kom út í 1965, 1966 og
1968. So datt hetta niður
fyri.
Málið var at senda
allan dagin. Tað kendist
vera langt burtur, men
tá ið útvarpið markeraði
fimtan ára føðingardagin
í februar 1972, spentu
fáu
starvsfólkini
seg
so nógv út, at tey í eina
viku megnaðu at senda
frá tíðliga á morgni og til
seint á kvøldi.
Hetta datt fram í hug
an, nú lættlisna og áhuga
verda Yvir til Bryggju
bakka Mín krýnika 4 var
á skránni. Jógvan skrivar
um at vera útvarpsmaður
í sjeytiárunum og harvið
um at vera á fyrstu
parkett, tá ið mál og
hendingar vóru á skránni.
Hetta er langa løg
mansskeiðið
hjá
Atla
Dam. Vit minnast aftur
á, tá ið Atli og Hilmar og
hinir við Jógvani í høli
num vóru í Brússel í EEC
samráðingum, og Jógvan
hevði samrøðu við Jens
Otto Krag, men tað hevur
ikki áður verið frammi,
hvussu tað gekk at fáa
samrøðuna við danska
forsætismálaráðharran
í lag.
Syndarliga
flogvan
lukkan í Mykinesi er
negld í huganum. Nú
greiðir Jógvan frá, hvussu
hann og tey í útvarpinum
upplivdu
og
arbeiddu
henda
leygardagin
og
sunnudagin í september
1970.
At
útvarpið
heldur
ikki tá altíð var so høgt í
metum hjá øllum politik
arum var ikki ókent.
Tað er áhugavert at lesa,
hvussu tey í útvarpinum
í fleiri førum upplivdu
hetta heilt ítøkiliga.
Tað verður sagt, at tey,
ið minnast aftur um 1994,
altíð vera gestir í nýggju
verðini við internetinum,
sum tey, ið ikki
duga at ímynda
sær lívið uttan
netið, kenna seg
hoyra heima í.
Yvir
til
Bryggjubakka
tekur
okkum,
sum eru meiri
tilkomin,
við
sjónarhorni
num hjá út
varpsmann
inum aftur í
tíðina og til
løtur,
sum
vit
kenna
vóru okkara
heimabeiti.
Takk fyri
tað Jógvan.
Jóannes Hansen
Við Jógvani aftur í sjeytiárini