Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-04, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. desember 2018síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. desember 2018 · Nr. 141 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 JANUS REIN TIKIÐ SÆTI Á LØGTINGI Janus Rein hevur tikið sæti á Løgtingi fyri Jørgen Niclasen, sum er farin í stutt tíðar farloyvi. Janus fekk 273 per­són­lig­ar atkvøður á løgtingsvalinum í 2015, og nummar 8 á listanum. Síðani Annika Olsen legði tingsessin frá sær fyri at røkja borgarstjórasessin í Havn, er Janus Rein vorðin fyrsti varamaður floksins. – Eg ætli mær at brúka møguleikan, nú eg havi sæti á Løgtingi, at senda landsstýrisfólkunum ymsar spurningar sum liggja mær á hjarta, sigur hann í tíðindaskrivi frá Fólkaflokkinum. Um politikaran Jac­ob Lindenskov – 1933- 2018 – og lut hans­ ara at byggja upp væl­ferð­ar­sam­fel­agið Sat eitt kvøldi við knappaborðið á grønu Hermes skrivimaskinuni í blað­mann­a­rúminum á Sosialinum í Sjúrð­ar­gøtu. Hurðin gongur, og Ják­up Lindenskov støkkur inn á gólv­ið. Sum so ofta. Foreldrini búðu yviri av. – Einki nýtt, spyrji eg. Tíð­inda­ monn­um líkt. – Jú, svarar Jákup, landsstýrið fer at leggja uppskot um eina sjúkra­dag­peningaskipan fyri tíma­ lønt fyri løgtingið. Eina sjúkradagpeningaskipan. Í­dag ljóðar tað næstan óveruligt. Men tá – í seinri helvt í sjey­ti­ár­u­ num – fekk ein tímaløntur ar­b­eiðs­ mað­ur, ar­beiðs­kvinna, hand­verk­ari ella fiskimaður ikki eitt oyra, tá tey vóru sjúk. Dagpeningaskipanin var eitt av mongu málunum, fakliga og pol­it­ iska ar­beiðararørslan hevði stríðst fyri. Men nústani tá var hetta mál­ ið í eygsjón. Sum umboð fyri Javn­ að­ar­flokk­in var lutur Jákups at fremja hetta mál politiskt, soleiðis at Før­oyar eisini komu nærri mál­ i­num um sosialt rættvísi, grundað á hug­sjón­ina um javnað, frælsi og sam­halds­festi. Hetta var bara eitt, men eitt tað seinasta stóra málið, pol­it­ik­ar­ in Ják­up Lindenskov virk­aði fyri sum lands­stýr­is­mað­ur í al­manna- vinnu- og ar­beiðs­markn­að­ar­mál­ um. Seinri var hann – sum løg­ tings­mað­ur – við til at fremja bat­ar, sum í dag eru sjálvsagdir tætt­ir í væl­ferð­ar­sam­fel­ag­num, eitt nú Samhaldsfasta. Tá eg skrivi ”seinasta stóra mál­ ið”, er tað grundað á, at neyvan nak­ ar annar føroyskur politikkari hev­ ur verið við til at fremja so nógv­ar týðandi batar fyri Føroya fólk, fyri føroyska løntakaran, sum Ják­up – líka frá 1958 til 1994. Hesi samfelagsmál, stór og smá, eru steinar og klípi í tí sam­fel­ags­ skip­an, sum fekk heitið væl­ferð­ar­ sam­fel­ag­ið. Eitt samfelag – grund­að á sos­i­al­de­mok­rati­sku hug­sjón­ina. Í dag snýr dagsins pol­i­tikk­ur í hesum høpi seg meira um, hvat vit skulu lyfta í felag, og hvat tann einstaki í felagsskapinum skal bera sjálvur. Ein støða, sum í grund­ini prógvar, hvussu langt á leið, tann samhaldsfesta hugsjónin hev­ur flutt dagsins samfelag – vinn­u­liga, sosialt, mentanarliga og bygn­að­ arliga. Ein broyting, sum Ják­up var við til at mynda í eitt mannaminni. Fíggjarligi vøkst­ur­in visir eisini broytingina. Tá Ják­up atkvøddi ja fyri fyrstu fíggj­ar­lógini á vári í 1959 var hon stív­liga 15 milliónir krónur. Tá hann at­kvøddi fyri fíggjarlógini í 1993, var hon 2,6 milliardir krónur. Ynski um yngri kreftir Jákup varð fyrstu ferð varð valdur á Løg­ting í 1958 – 25 ára gamal. Hann varð uppstillaður sum nummar eitt á lista Suðurstreymoyar Javn­að­ar­ fel­ags. Framman fyri Palla Hen­rik­ sen, Palla í Skotinum, sum hevði myndað javnaðarlistan í Suð­u­ rstreym­oy – men eisini lista Havn­ ar Ar­beið­s­manna­fel­ags til bý­ráðs­ val – síðani í fjørutiárunum. Javnaðarfólk settu álit á Ják­up – trygg­ing­ar­mannin, losj­u­man­nin ­og havn­ar­man­nin. Tey vildu helst hava broyting og yngri kreft­ir at stríðast fyri sam­halds­føstu hug­ sjónini. Sigur javnað­ar­floks­ins til valið í 1958 við vallyftinum ”fólk­a­ pensjón” slóðaði fyri eini nýggj­ari tíð – sosialt, vinnuliga og ment­an­ ar­liga. Tað merkir, at grund­ar­stein­ urin undir vælferðarsamfelagið varð lagdur fyri 60 árum síðani. Eftir valið í 1958 skipaði Javn­ að­ar­flokkurin landsstýrið sam­an við Sambands- og Sjálv­stýr­is­flokk­ i­num. Á sosiala økinum setti sam­gong­ an í gildi fólkapensjón, av­lam­is­pen­ sjón og einkjupensjón. Á vinnuliga mótinum fekk hon sett ferð á ætlanina at endurnýggja skip­a­flotan og byggja flakavirki. Dugn­a­ligi samráðingarmaðurin Pet­ur Mohr Dam, løgmaður, fekk donsku stjórnina at veðhalda fyri hesi nútímansgerð. Hvørt eftir ann­að komu nýggj fiskifør í flot­ an. Tað vóru høgtíðsdagar, tá hesi skip løgdu at bryggju í há­tíð­ar­ dámi, hornblástri og røðum. Vit ungu tustu umborð at fáa súr­epli og søtmeti. Vit ímyndaðu okk­u­ ­m, at her fóru vit einaferð at føra fong til lands. Á brúnni sóu vit hesi nútímans tólini sum radara og ekkolodd. Ein fegin tjóð tók ímóti hesum førum, sum samhaldsfasti andin millum før­oyska heimastýrið og dansku stjórn­ina slóðaði fyri. Vit dugdu nøvn­ini á hvørjum fari, og vistu hvað­ani tey vóru. Dúgliga segði tað unga út­varpið frá fiskiskapinum hjá skip­u­num, sum góvu sítt dyggi­l­iga íkast at skapa tey virði, ið bygdu upp nýggja samfelagið. Eisini bar Útvarpið, ið øll lurtaðu eftir sum undir andakt, nærum dag­liga tíðindi frá landingum í Aber­deen, Grimsby, Fleetvood og onk­untíð í Bremerhaven– í pund­ um, kitt og kassum. Fiskurin fór av landinum. Lítið varð virkað í Før­oy­um. Føroyingar í stórum tali ar­beiddu í flakavinnu í Íslandi, Noregi og í Grønlandi. Tað var tí eitt natúrligt politiskt mál hjá fram­burðs­sinn­aða landsstýrinum at byggja flaka­virki í Føroyum. Nútímans virki aftrat teimum saltfiska- og turk­i­hús­um sum vóru kring land­ið. Flak­a­virkini vórðu reist við bøtt­um fígg­ing­ armøguleikum og alt fleiri før­ oyskar hendur fingu ar­beiði í Føroyum. Á tænastu- og mentanarøkinum varð skjøtul settur á at byggja nýtt lands­sjúkr­a­hús, studentaskúla, eins og ver­u­lig gongd varð sett á at byggja út undirstøðukervið við veg­um, havnum og tunnlum. ”60-mill­i­óna-grunnurin” varð stovn­að­ur í samstarvi millum dan­ ir og føroyingar. Ein stillislig kollvelting Eftir fáum árum fingu ”all­ar hendur arbeiði”, sum hevði verið eitt ávarp hjá Javn­að­ar­flokk­i­ num. Vit skulu hava í huga, at í fimtiárunum – eftir Sjóvinn­u­ bank­in fór av knóranum – vórðu nakr­ir túsund føroyingar noyddir at fara við norskum, íslendskum, skots­k­um og týskum fiskiskipum. Tey, sum vóru á landi, leitaðu sær ar­beiði í Íslandi, Noregi og í Grøn­ landi, har føroyski útróðurin var nógv­ur. Ein kollvelting, sum bygdi á sam­ haldsfesti, og sum Ják­up ­var partur í, fór fram. Ein koll­velt­ing, sum bæði legði lunn­ar undir og sjósetti før­ oyska vælferðarsamfelagið. Sama­ n­um­tik­ið prógvar henda gongdin tann poli­tikk, Javnaðarflokkurin hevði havt frá fyrstu tíð, at uttan eitt gott og nútímans vinnulív, ein sterk­an búskap, byggja vit einki væl­ferð­ar­samfelag. NATO-málið skuggaði fyri Men eitt, sum skuggaði fyri koll­ velt­i­ngini, var danska og am­er­ik­ anska innrásin í Mjørkadali í 1959. Sam­stundis sum P. M. Dam kemur aft­ur úr Danmark pálmasunnudag í 1959 – eftir at hava fingið danir at taka á seg ein part av útreiðslunum til m. a. fólkapensjónina – eru tíð­ indi í útvarpinum um, at NATO skal byggja eina støð í Mjørk­a­dali. Mótmælistiltakið á Eyst­arubryggju er kent. Tað fekk meiri rúmd í miðlum og huga­heimi føroyinga, enn tey stóru fram­stig­ini á almanna- og vinnuøkinum fingu. Meira enn einaferð ásannaði Hóvligi politiski nýskaparin sum November 1984: Ellindur Patursson, formaður Tjóðveldisfloksins, ið sum ell­is­for­maður setti Løg­ting­ið eftir løg­tinvalið í 1984, ynskir Jákupi Lind­en­ skov tillukku við val­i­num sum løgtingsformaður 18. august í ár andaðist Jákup Lindenskov, fyrrverandi løgtings-, fólkatings- og landsstýrismaður, 85 ára gamal.