týsdagur 4. desember 2018síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 5. desember 2018 · Nr. 141
BACH Í KIRKJUBØ Í ANNAÐKVØLD
Í annaðkvøld, hóskvøldið klokkan 19:30, verður forkunnuga jólakonsertin Bach í
Kirkjubø.
Har verður strúkikvartett og gitar við Biritu Poulsen, ið lesur í Berlin, sum solisti
at framføra Bach.
– Tað eru bert 110 pláss, so tað ræður um at verða í góðari tíð, siga
fyrireikararnir, sum eftir konsertina bjóða til móttøku í Roykstovuni.
Jákup, at NATO-málið órógvaði
nógv. Eyguni vórðu flutt frá stóru
samfelagsligu batunum til hern
aðarmálið. Sum vituligt er, fekk
landsstýrið skotið í skógvarnar, at
tað í loyndum hevði góðtikið ætl
anina hjá NATO at seta upp radar
astøðina á Sornfelli og byggja her
støðina í Mjørkadali.
Jákup var ikki í iva um, at hern
aðarmálið gjørdi, at Javnaðarflokk
urin ikki vann meira á valinum
í 1962, enn flokkurin gjørdi. Ják
up varð sjálvur afturvaldur og
fekk 244 atkvøður. 90 fleiri enn
fýra ár frammanundan. Flokkur
in økti undirtøkuna úr 25,8 uppí
27,2 prosent, men Sambandsflokk
urin misti meira enn trý prosent,
samstundis sum sjálvstýrisflokk
urin helt støðuna. Bæði Tjóðveldis-
og Fólkaflokkurin høvdu funnist
at landsstýrinum í NATO-málinum
og Fólkaflokkurin hevði góðan
byr. Afturímóti gekk afturá hjá
Tjóðveldisflokkinum.
Sjálvstýr
isflokkarnir fingu tó meiriluta og
skipaðu ”sjálvstýrislandsstýrið”.
– Men, sum Jákup onkuntíð
segði, vit tingmenn vistu einki um
NATO-málið. ”Svartabók” avdúkar,
at eitt tað fyrsta P. M. Dam fær at
vita sum nývaldur løgmaður frá
donsku stjórnini, var, at NATO
skuldi byggja eina radarstøð í Før
oyum. Somu boð hevði Kristian
Djurhuus fingið, meðan hann var
løgmaður. Hvørki Kristian Djur
huus ella Petur Mohr Dam kunn
aðu landsstýrið og Løgtingið um
ætlanina hjá NATO. Tíðin var spent,
og Kalda kríggið var um at taka seg
upp.
Landsstýrismaður í
almanna- og vinnumálum
Jákup hevði eina hugsjón um batar
fyri vanliga fólkið og hugsjónir um
eitt meira fjøltáttað vinnulív, tá
flokkurin skeyt upp at velja hann
til landsstýrismann saman við Villa
Sørensen tann 20. november í 1968.
Boð vóru eftir teimum, tí floksfor
maðurin, Petur Mohr Dam, hevði
lagt árarnar inn tann 8. november
– mitt í starvi sínum sum løgmaður
á øðrum sinni.
Eftir áskoðan Jákups hevði tað
verið meiri natúrligt, at Jákup Fred
erik Øregaard, løgtingsmaður, tók
við eftir P. M. Dam, men hann bar
seg undan. Jákupi stóð eisini í boði
at gerast løgmaður, men hann hev
ur sagt mær, at hann helt seg ikki
hava nóg dyggar politiskar royndir.
Í staðin umskipaði samgongan
seg við tí roynda Kristiani Djur
huus úr Sambandsflokkinum sum
løgmanni. Javnaðarflokkurin fekk
tveir landsstýrismenn. Fjórði lands
stýrismaðurin var Sámal Petersen
úr Sjálvstýrisflokkinum. Longu
13 mánaðir seinri doyði Ville Sør
ensen í ungum árum annan nýggj
ársdag. Javnaðarflokkurin leitaði
sær til Atla P. Dam, sum tók av. Ják
up og Atli komu at arbeiða saman
í landsstýrinum í sløk 10 ár. Hóast
ymiskir í hugburði og verumáta,
var samstarvið teirra millum gott,
og úrsltini vóru nógv og góð.
Sum landsstýrismaður í vinnu
málum skeyt Jákup upp at stovna
Ídnaðargrunnin, sum veitti lán og
stuðul til nógv ídnðarvirki. Virki,
sum vóru við til at skapa arbeiði á
bygd og í bý. Somuleiðis var hann
við til at skipa Menningargrunnin
eftir uppskoti Tjóðveldisfloksins.
Á sosiala økinum var hann
við til at fremja fleiri fleiri stórar
ábøtur. Í fyrru helvt í sjeytiáru
num slóðaði hann fyri Heimahjálp
araskipanini. Henda skipanin er
ídag ein sjálvfylgja, men tá var hon
ein kollvelting fyri okkara eldru,
sum fegnaðust um at fáa hjálp frá
kønum kvinnuhondum. Almann
amál og heilsumál vórðu yvirtikin,
og Almannastovan varð skipað.
Sosialmál fingu nú heitið alm
annamál.
Hesi árini vórðu ølklubbarnir
ein táttur í býarlívinum. Bæði teir
skipaðu og óskipaðu. Vóru teir
ólógligir ella lógligir. Teir vórðu
stovnaðir, tí rúsdrekkalógin var
fullkomiliga ótíðarhóskandi. Jákup
virkaði fyri at broyta rúsdrekkalóg
ina, soleiðis at ein einkarsøla varð
stovnað, og at ølklubbar kundu
virka undir skipaðum viðurskift
um. Eins og í 1907 skuldi málið
leggjast fyri fólkaatkvøðu. Fólkið
atkvøddi ímóti uppskoti Jákups.
Tað fall. Nógv settu krossin við nei,
tí tey vildu varðveita tann sterka
”elefantin”. Útvið 20 ár gingu, til
Marita Petersen, landsstýriskvinna,
slóðaði fyri eini nýggjari rúsdrekk
alóg.
Sum landsstýrismaður í ar
beiðsmarknaðarmálum
gekk
Jákup á odda fyri at fáa lógina
um arbeiðaravernd samtykta, og
Arbeiðseftirlitið varð skipað. Og
síðst í sjeytiárunum fingu tíma
løntir føroyingar dagpening, tá
teir vóru sjúkir, sum nevnt fyrst í
greinini.
Jákup var partur í samríkissinn
aða veinginum í Javnaðarflokki
num. Hann tók kortini undir við
yvirøkunum í sjeytiárunum, tá tað
framburðsinnaða landsstýrið við
Fólkaflokkinum,
Javnaðarflokk
inum og Tjóðveldisflokkinum flutti
føroyska samfelagið langt fram á
leið ímóti einum meira nútímans
samfelagi á nógvum økjum.
Afturímóti tók Jákup ikki glað
beintur undir við ætlanini at leggja
um donsku endurgjaldsskipanin
til eina heildarveiting – til blokk.
Hann bar ótta fyri, at tá fóru væl
ferðarøkini at verða við skerd
an lut. Eftir hansara tykki høvdu
hvørki borgarligi ella sjálvstýris
vongurin ta sosialu tilvitan, sum
Javnaðarflokkurin hevði.
Sum landsstýrismaður eydnað
ist ikki Jákupi at loysa úr lagdi eina
ætlan at fáa føroyingum eina betri
eftirlønarskipan, meinlík tí donsku
ATP – Ískoytisløn Arbeiðaranna.
Tað harmaðist hann um. Men hann
fegnaðist, tá eftirmaður hansara,
Vilhelm Johannesen, fekk samtykt
Samhaldsfasta.
Fólkatingsmaður
Í 1979 varð Jákup Lindenskov biðin
at stilla upp til fólkatingvalið. Jo
han Nielsen, presturin úr Sandvík,
helt at nú var nóg mikið, eftir at
hava verið á Kristiansborg í 20 ár.
Jákup varð valdur, og legði frá
sær á sjálvum 11 ára degnum sum
landsstýrismaður.
Hann varð afturvaldur í 1981,
men á valinum í 1984 var hann ov
stuttur. Seinri var hann aftur á
Fólkatingi sum varalimur fyri Atla
Dam. Á fólkatingi legði Jákup stóra
orku í at fáa lógina um krígspensjón
at galda fyri føroyskar sjómenn,
sum høvdu siglt undir seinra kríggi,
eins og fyri einkjur. Jákup fall væl
til í sosialdemokratiska flokkinum
og fekk politiskara vinir, sum eisini
dugnaðu føroyskum áhugamálum.
Lítillátin og veipaði ikki
Jákup Lindenskov var hóvligur
og høviskur politikari. Onkuntíð
tóktist hann kanska í so lítillátin.
Hann hvørki veipaði ella varð
harðmæltur. Afturímóti var hann
sakligur í orðaskifti. Hann vardi
hugsjónina, og veljarin skilti sjón
armiðini. Summir poltikkarar hoyr
ast væl og ofta, men leggja fá avrik
eftir seg. Aðrir virka miðvíst í tí
stilla fyri teimum málum, teir eru
valdir at at umboða og fremja. Ják
up hoyrdi til tann seinra bólkin.
Eftir at hava verið virkin í
politikki frá 1958 – sum løgtings,
landsstýris- og fólkatingsmaður
– stillaði Jákup ikki upp aftur til
løgtingsvalið í 1994. Tey flestu løg
tingsvalini varð hann valdur, men
í 1990 kom hann inn á ting sum
varamaður. Árini 1966 til 68 var
hann ikki á tingi. Til valið í 1966
varð fyri fyrstu ferð stillað upp í
bókstavarað, og ikki í nummarrað.
Martin Joensen, formaður Havnar
Arbeiðsmannafelags, fekk dyggan
stuðul frá arbeiðsfólkinum í Havn
ini, og tá upptalt varð hevði hann
234 atkvøður. Jákup fekk 225.
Tilsamans umboðaði Jákup Javn
aðarflokkin í 36 ár í politikki.
Havnarmaðurin og
losjumaður
Jákup var havnarmaður. Vaks upp
í Sjúrðargøtu, í Rabarbukvarter
inum, men røturnar gingu til Rætt
ará og Leynar. Hann vaks upp sam
an við javnaðarrørsluni, og pápin,
Edvard, satt eitt skifti í býráðnum.
Jákup hevði stóran tokka til
Havnina og visti nógv um høvuðs
staðin – virkir, familjur og onnur
viðurskifti, sum seta dám á ein liv
andi bý. Í so máta var hann fróðar
maður. Mangan sótu yngri og eldri
undir í kaffistovuni í svimjihøllini,
tá hann segði frá um slektir, per
sónar, støð og tilburðir.
Jákup var trúgvur og hjartaligur
í mongum lívsins viðurskiftum.
Trúfastur ímóti fólki, vitjaði og
hjálpti fólki. Trúliga vóru tey bæði
Jóna í kirkju. Hóast hann hevði
nógv um at vera, var hann altíð á
fundum í javnaðarfelagnum. Mong
minningarorð skrivaði hann eisini
í Sosialinum.
Sosialinum var hann eisini dygg
ur stuðul. Longu frá 1957 varð hann
blaðstjóri á Sosialinum saman við
Villa Sørensen. Tilnevningarbrævið
frá floksformanninum, P. M. Dam,
er til skjals. Hann var blaðstjóri,
skrivaði og vardi floksins politikk,
til hann fór í landsstýrið.
Jákup var millum teirra, sum
gingu á odda at útvega blaðnum
nútímans útgerð og hús miðskeiðis
í sjeytiárunum. Kanska hóvaði tað
honum ikki so væl, at blaðið varð
umskipað til eitt tíðindablað sein
ast í sjeytiárunum. Frá at vera eitt
flokspolitiskt málgagn flutti tað seg
til til at vera eitt tíðindablað, har
sjónarmið floksins fingu innivist
í oddagreinini ella í politiskum
viðmerkingum.
Jákup var fráhaldsmaður um ein
háls. Losjuni Støt Viljen var hann
trúgvur, hóast losjuarbeiði í seinri
tíðum bara var ein viðfáningur av
tí, tað var, tá Ungmannadeildin
í Losjuni var í hæddini í fimmti-
og fyrst í sekstiárunum. Sum
losjumaður var Jákup millum tey,
sum í fimmtiárunum stovnaðu
handboltsfelagið Kyndil. Jákup
spældi eisini í Kyndli ta fyrstu
tíðina.
Jákup var ikki millum tey
fremstu tjóðskaparliga, men hann
vardi og legði stóran dent á alt tað,
føroyskt var, bæði mentanarliga og
søguliga.
Við Jákupi fór tann seinasti, sum
mannaði vala liðið við politikarum,
sum hevði sum stevnu at broyta
føroyska stættarsamfelagið til eitt
samhaldsfast vælferðarsamfelag.
Lutur Jákups lá ikki eftir. Jákup
var fólki, landi og flokki ein trúgvur
stríðs- og undangongumaður.
Friður verður við minninum um
Jacob Lindenskov.
Jóhann
kollvelti samfelagið
Jákup Lindenskov, tá hann til løgtingsvalið 7. juli í 1994 hevði gjørt av
ikki at stilla uppaftur. Fyrsta løgtingsfíggjarlógin, hann var við til at
samtykkja í 1959, var upp á 15 milliónir krónur. Síðsta fíggjarlógin, hann
atkøvddi fyri í 1993, var upp á 2.600 millónir krónur...