Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-04, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. desember 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. desember 2018 · Nr. 141 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Í kjalarvørrinum, lív okkara - eitt kelduvað av vitan og lívsroyndum Um dagarnar kom ævisøga í bókasølurnar - í Kjalar­vørr­in­ um, lív okkara, skrivað av Os­ mundi og Jórun Justinussen. Hóast henda er ein av mong­um, so skilir hon seg kortini burturúr. Her hava hjún skrivað hvør sína lívssøgu og givið hana út í bók. Eitt verk, har lesarin fær innlit í eitt margfelt lív, heima sum úti. Í Kjalarvørrinum er við­ kom­andi og øðrvísi útgáva. Ein bók, sum hugtekur lesaran frá byrjan til enda og har skil­ liga kemur í ljósmála virkis­ fýsni og dugni, sum hevur sín upp­runa úr tí jørðildi, haðani rit­høvundarnir eru bornir. Umframt persónligu frá­ sagn­irnar, eru lýsingarnar um tær ovurhonds stóru broyt­ing­ ar og framburð, sum hendar eru síðani krígslok, haðani sam­felagið hevur flutt seg frá torvi, sluppum og petroleum til framkomna vælferðar­sam­ felagið, sum vit í dag njóta so gott av. Framburður, sum er or­sak­ að­ur av arbeiðssemi, hugflogi og stremban, har váðafýsnið hev­ur verið undirstøðið fyri allan framburðin, og sum Os­ mund og Jórun eisini eiga sín eyðsýnda lut í. Einki av sær sjálvum Lesarin fær greiða fatan av, at lívsleiðin hjá Osmundi hevur verið serstøk. Kring­umstøð­ur­ n­ar í Føroyum fyri trífjórð­ ings­øld síðani kravdu ásannan, at einki kom av sær sjálvum - at ágrýtni og arbeiðssemi treyt­aði, um nakað fekst burt­ ur­úr ella ikki, og her hevur luturin hjá Ossa ikki ligið eftir. Heimbygdin var fiski-, veiði- og verkamannabygd burturav. Longu sum nýborin tann­ár­ ing­ur lá leiðin til sjós. Fyrsti túr­urin var við Sæborg undir Ísland, og tá var slóðað fyri teirri lívsleið, sum bleiv ger­ andis­dagurin hjá Ossa. Altíð á ferð eftir nýggjum avbjóð­ing­ um, har hann sá møguleikarnar heldur enn trupulleikarnar. Soleiðis vóru nær- og fjar­ leið­ir dúgliga royndar - við Før­oyar, Grønlandi, Eystra­ salti, Norðsjónum til leiðin lá á skiparaskúla í Tórshavn fyrst í sekstiárunum. Har møtti hann eisini Jórun Gunnarsson, sum gjørdist hjúnafelagi og lívs­fel­ agi. Sameindust og hava havt eitt langt og ríkt lív saman, sum, hóast so ymisk, kortini gjørd­ist hin fullgerandi eindin - karmurin um virknað og spenn­andi lívið. Altíð á ferð Aftaná skiparaskúlan fór Ossi aftur til skips, til hann í 1967 fór í starv á Fiski­rann­sókn­ar­ stov­uni. Har starvaðist Ossi í 6 ár, tá hann gavst fyri síðani at virka sum reiðari. Haðani munnu flestu kenna Ossa í sín­ um ótroyttiliga fyri­taks­semi. Hugskotsríkur, arbeiðs­sam­ ur og áhaldin við lívsroyndum av sjógvi og landi gjørdi hann til serstaka vinnulívsmannin. Royndirnar sum fiskimaður, skipari, starvsmaður, stig­tak­ ari til royndarfiskiskap - laksa­ veiðu, svartkjaft, ídnaðarfisk, gullaks o.s.fr., myndaðu hann og góvu ta barlastina, sum gjørdi hann millum teir fremstu. 48 ár seinni kann Ossi telja millum 35 og 40 skip, sum hann hevur verið ein av eig­ar­ unum av og reiðari á. Hansara virksemi gav hundraðtals fam­ ilj­um gerandisúrtøku øll hesi árini. Saman við reiðara­virk­sem­ in­um hevur Ossi eisini verið parta­eigari og nevndarlimur í flakavirkjum og øðrum fyri­ tøk­um. Áhaldandi á ferð, altíð við hugskotum um nýggjar leið­ir. Vit fáa gott innlit í, at tað at fáast við skiparakstur er krevj­ andi og skiftandi. Stundum góð undangonga, stundum er virk­semið í tungum sjógvi. Hó­ ast bakkøst, so gavst Ossi ikki á hondum. Tá møguleikarnir fækk­að­ ust og tað sansaði hættisliga at á heimaleiðunum, vórðu ár­ar­ n­ar ikki lagdar inn. Skimað varð í sjónaringin eftir alt­ ernat­ivum. Soleiðis vóru ókendar leiðir troyttar - USA, Argentina, Suð­ ur­afrika, Namibia og Somalia. Hó­ast hesar ikki góvu vænt­ aðu úrslitini, so tóku av­bjóð­ ing­arnar ikki hugin at halda fram. Tá tíðirnar batnaðu í níti­ár­ un­um, var Ossi aftur und­an­ gongu­maður í sínum reiðara­ virk­semi, bæði á nær- og fjar­leiðum. Nýggjar leiðir Komin um aldarskiftið var so við og við saðlað um. Frá sið­ bundna reiðaravirkseminum varð virksemið víðkað til íløg­ ur á landi, m.a. í hotellvirksemi, síðani til stóríløgur í 5 frá­ landa­skip. Í 2011, tá Smyril Line var fíggj­arliga illa spert, bjargaði íløg­an frá Osmundi og hansara fólkum Norrønu frá at gleppa føroyingum av hondum. Síð­ ani er virksemið hjá felagnum økt við trimum farmaskipum. Umframt at vera formaður í Laksaskip, Ídnaðarskip og Trol­skip, bleiv Ossi í 1982 for­ mað­ur í Reiðarafelagnum. Hetta álitisstarv gjørdi, at hann var í tøttum samstarvi við skiftandi politiskar myndugleikar, bæði her heima og tá landsstýrið sam­ráddist um fiskirættindi burt­uri í heimi. Runnin úr lívsins skúla verð­ur Ossi soleiðis ikki tikin sum íverksetari og entre­pren­ ør­ur. Hansara evni annars at varn­ast kringumstøðurnar eru eisini sjónligar í hansara ansni fyri skiftum í náttúruni, sum m.a. hava orsakað broyti­ liga fiskiskapin. Skiftandi náttúru­brigd­un­um, sum hann greidliga hevur víst á í skrift og talu, eiga sjálvsagt at verða tikin við, tá stovns­ myndugleikarnir gera síni til­ mæli um fiskiskapin á grunn­ un­um. Á mentanarøkinum lá Ossi heldur ikki sjóvarfallið av sær, har Sjósavnið í Leirvík stendur sum virðiligur varði um tað virksemi, sum treytaði lív og framburð á sjógvi og landi. Fjálga umhvørvið Rokaligi leirvíksdrongurin, sum kom úr heimi, har havið var álitið - í ónd sum í logn og gerandisdagurin var ein av­ bjóð­ing, fekk varnu, umhugsnu og fyrikomandi álitiskvinnuna úr høvuðsstaðnum. Jórun vaks upp uttarlaga í Havn, í Mattalág. Har vóru aðr­ ar kringumstøður enn í Leir­ vík, kortini eisini meinlíkar. Sum Jórun hugleiðir, var heimið friðsælt og stak hugna­ ligt, har 3 generatiónir hús­að­ ust. Pápin var starvsmaður, og samskifti hann við skipini, sum sigldu til Bretlands at selja. Tí var prátið heima um skip, fisk og prísir eisini partur av gerandisdegnum. Mamman tók sær av hús­ar­ haldinum. Í hesum fjálga um­ hvørvi, har álitið var sett á Hann, ið øllum valdar, vaks Jór­un upp við sínum gentu­ dreym­um við vissuni um, at einki var so trygt og gott sum heima hjá foreldrunum og ommu og abba. Hon fór í starv hjá Ríkis­um­ boðsmanninum, sum hon minn­ist aftur við gleði. Har virk­aði hon í sama stílreina um­hvørvinum, sum hon kendi heim­an. Fyrst í sekstiárunum rann saman millum hana og Ossa. Her møttust tveir ymsir heim­ ar – átøkt eini symbiosu, sum gjørd­ist alskið, álitisfult og fjøl­broytt. Í hjúnabandinum gjørdist Jór­un greitt, at lívið eisini var trygt uttanfyri barnaheimið, har hon og Ossi á fjølbroyttu lívsleiðini hava stuðlað hvørj­ um øðrum og í felag hava tikið tøk, sum gagnaðu heima sum úti. Sum sjómans-, reiðara- og kona vinnulívsmannin, mamma at trimum dreingjum, hevði Jórun úr at gera. Hon stúrdi viðhvørt, óttaðist, men ongan­ tíð lá hennara lutur eftir, tá ráddi um at stuðla manninum í hansara fjølbroytta gerandis­ virki. Við sínum kreativa, friðsæla og vandna lyndi tók Jórun fulla medábyrgd av lívsleiðini, sum fullu henni og Ossa í lut. Jórun greiðir inniliga frá lív­inum, sæð úr hennara sjón­ arhorni. Har hon stuðlaði Ossa í øllum, hann var uppií. Somu­ leiðis verður eisini avdúkað, hvussu teirra samleiki var sam­antvinnaður í áliti á Hann, ið øllum ræður. Men søkið fyrst.. Í Kjalarvørrinum - lív okkara, sum táttar í 400 síðum, er skrivað á lættum máli. Ótaldar myndir lýsa tíðarrenslið frá byrj­an til enda. Verkið avdúkar, hvussu ym­ iskt lívið er hjá teimum tey mongu, sum ongantíð hættaðu sær at stíga úr rossaspori og váðaðu tryggleikan og so tey, sum settu alt í veð fyri at røkka sínum vinnuligu dreym­ um. Hesi, sum eru dreivið í sam­ felagnum, og sum vit á ongan hátt kunnu vera fyriuttan. Uttan tey, var stígurin meg­ in­reglan - kyrrstøða, har fram­ burð­urin bert hevði verið dreym­ur. Ossi og Jórun hava livað eitt sera spennandi og virkið lív, har tilber at sanna, at einki kem­ur av sær sjálvum. Hjúnini kunnu eisini í kvøld­arroðanum vissuliga vátta orðini: ”Men  søkið fyrst Guðs  ríki  og rættvísi hansara, so skal alt hetta verða tykkum givið umframt”. Og eru tey eitt bjart dømi um henda sann­ leika. Jú, sanniliga kann henda ser­staka ævisøga - eitt keldu­ vað av vitan og royndum, verða viðmælt at ogna sær. Eisini er hon hendingagóð sum gáva, nú vit nærkast jól­ um. Bjarni Djurholm