Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-04, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. desember 2018síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 5. desember 2018 · Nr. 141 TÍÐINDI Fíggjarlógin og stórmál elva til poltiska telving Serliga fíggjarnevndin og vinnunevndin hava nógv at gera í hesum døgum, ,mem politiskt verður eisini arbeitt við at tryggja meirluta fyri fíggjarlógaruppskotinum. Árni Gregersen Tingfundur var í gjár við nógv­ um málum á skrá, men tey flestu vóru andstøðutingmál, sum fingu 2.viðgerð. Samgongan hevur nóg mikið at takast við í løtuni, nú tíðin styttist til 2. viðgerð av fíggj­arlógini skal vera. Ting­ for­maðurin hevur sagt, at hann ætlar at tingið skal fara heim 14. desember - altso um eina góða viku. Fíggjarnevndin hevur úr at gera. Á fundinum, sum byrjaði í gjármorgunin klokkan 9 vóru 18 mál á skránni. Hetta vóru eisini mál, sum ikki bert kundu avgreiðast, men skuldu hava eina veruliga viðgerð í nevnd­ ini. Fyrst og fremst er fíggjar­ lóg­aruppskotið um fíggjarlóg fyri 2019 til viðgerðar. Hetta er grundarlagið undir, hvussu sam­felagið verður rikið kom­ andi ár. Tí arbeiðir nevndin ómeta­lig nógv við júst fíggjar­ lóg­aruppskotinum. Nevndin fer vanliga niður í smá­lutir í fíggjarlógini, men enn væntar nevndini at fáa tey nýggjastu tølini frá fíggj­ ar­málaráðnum. Millum tey eru seinastu inntøkutølini frá skatti og MVG. Tey tølini fær nevndin í seinasta lagi um eina viku. Glasir og annað Nevndin arbeiðir eisini við álitinum um Fámjins-tunnil og uppskotinum frá Miðflokkin­ um um ein bústaðarbanka. Umframt fíggjarlógina, so fæst nevndin eisini við málið um byggingina av nýggjum mið­námsskúla í Marknagili í Havn. Glasir er vorðin mun­ andi dýrari enn upprunaliga mett og tí skulu meira pengar játt­ast til hetta í ár. Í politdisku skipanini eru tað fleiri, sum ilskast inn á tað sum er hent í byggimálinum við Glasir og krevja at onkur ábyrgd­ast fyri tað, sum er farið fram, men tað tykist rættu­liga greitt, at peningurin til at gera skúlan lidnan kortini verður játtaður. So má restin koma aftaná. Landsstýrismaðurin við sam­ ferðslu­málum, Heðin Mort­en­ sen, hevur sett eina kann­ing í verk og hann lovaði, at hon skuldi vera klár um 14 dagar. Kanningin verður gjørd inn­ an­hýsis og tað verður Lands­ verk, sum skal svara spurn­ing­ um um verkætlanina frá sam­- ferðslu­málaráðnum. Lands­ verk hevur fingið spurn­ing­ar­ nar og skal so nú svara teim­ um. Vinnunevndin Eisini vinnunevndin hjá Løg­ ting­inum hevur úr at gvera í hesum døgum. Sum vanligt, so hópa mál seg upp móti ársenda og soleiðis er eisini í ár. Í gjár hevði nevndin 14 mál á skrá. Millum tey var sølan av Posta og broytingar í lógini um fyrisiting av sjófeingi og ali­ gjøld­um. Eitt annað mál, sum nevnd­ in hevur havt liggjandi leingi, er lógin um veiðigjøld. Tað hev­ur gingið stak illa at finna stev í samgonguni hesum við­ víkj­andi, men sambært lands­ stýris­manninum við fiski­vinnu­ málum, so gongur fram á við málinum. Eitt annað mál, sum nevnd­ in eisini vigerð, er uppskotið um at útseta ætlanina um at fara undir eina kvotaskipan fyri botnfiskin undir Før­oy­ um. Fyribils er ætlanin ikki at seta kvotaskipan í verk næsta ár, men tað viðførir so eisini, at fiski­dagarrnir skulu ásetast aftur fyri komandi ár. Nevndin skal eisini viðgera er eitt uppskot frá Sam­bands­ flokk­inum um at sundurskilja SEV, soleiðis at netparturin verð­ur fyri seg. Afturat hesum hevur lands­ stýrið boðað frá, at tey koma við einum bústaðarpakka, sum skal bøta um viðurskiftini á trongda íbúðarmarknaðinum. Hetta uppskot kemur fyrsta dag­in. Stóru málini krevja eina pol­itiska semju sum gevur meir­luta í tinginum. Tað sama ger seg galdandi við fíggjar­lóg­ ini. Í løtuni er torført at síggja, hvussu samgongan einsamøll fær ein meirluta fyri fíggjar­ lóg­ini, men bæði Sonja jógv­ ans­dóttir og Magni Laksáfoss eru leysgangarar í tinginum, so møguleiki er eisini at gera av­talu við tey. Eisini kann tað hugsast, at ann­ar av teimum smærru and­ støðuflokkunum fer at taka und­ir við fíggjarlógini. Glasir voldir fíggjarnevndini høvuðbrýggj tí meira pengar skulu til. Enn manglar ein semja um at áseta veiðugjøldini fyri komandi ár. Løgmaður roynir at finna politiskan meirluta fyri fíggjarlógaruppskotinum