Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-04, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. desember 2018síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. desember 2018 · Nr. 141 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Níggju venjarar, sum allir eru knýttir at bestu liðunum í Betri deild­ini hjá kvinnum, hava skrivað undir eitt upp­ skot til fleiri broytingar í toppi­num í føroyskum kvin­ nu­fót­bólti. Broyt­ingar­upp­ skot­ið inni­heldur millum ann­að upp­skot um at skipa U18-deild­ina øðrvísi, trygg­ja sjón­varps­upptøkur av dyst­ un­um, arbeiða fyri at fáa tvey pláss í UEFA-kappingum og at umskipa landskappingina, so hon ikki er so long og hevur færri steðgir. Føroyskur kvinnufótbóltur tykist aftur verða í framgongd, nú tað millum annað er vist, at A-landsliðið sleppur at luttaka í EM og HM-undankappingum, uttan at skula vinna seg víðari í undanumfarinum. Til eftirmetingarfund í Fótbóltssambandinum, hava níggju venjarar sett seg saman og gjørt fleiri broyt­ingar­upp­ skot, sum skulu ganga før­oysk­ um kvinnufótbólti. Broyta U18-deildina Tað er ein sannroynd, at kvinn­ ur­nar eru skjótari at gera um seg í Betri deildini, enn menn­ inir. hetta ger, at nógvir spælar­ ar eru í dysti fyri bæði U18- liðið og Betri-deildarliðið sama vikuskiftið. Her verður sagt, at tað ger at spælarar spæla ov nógvar dystir. Hartil blíva nógvir dystir eisini útsettir í kappingini. Tí hava venjararnir eitt ynski um, at niðurleggja U18-deildina og broyta leistin eitt sindur. Í broytingaruppskotinum hjá teimum níggju venjarunum stend­ur millum annað, at tey ynskja at avtaka U18-deildini og í staðin hava tríggjar árgangir í U16-deildini. So koma ungdómsdeildirnar at hava U7, U8, U9, U11, U13 og U16. Grundgevingarnar eru: Av tí at tað er so sum so, við venj­ing av U18, úti í feløgunum og at flestu leikarnir venja sum nú er við teimum vaksnu longu sum 16 ára gamlar. Við broyt­ ingunum gevur hetta leikar­ unum eitt ár longri í ung­dóms­ fót­bóltinum at mennast og bún­ast so tær eru betri fyri at koman upp at venja við teim­ um vaksnu. Her verður eisini mælt til, at bara spælarar úr elsta árgangi­num í U16 sleppa at spæla í Betri deildini, men bara spælarar úr tveimum teim­ um elstu árgangunum sleppa at spæla í næstbestu deild­ini. Hetta fyri at tryggja, at spælar­ ar ikki spæla ov nógvar dystir. Spæla um upp- og niðurflyting Í løtuni er ongin upp- og niður­ flyting millum bestu og næst­ bestu deildina. Lagt verður eisini upp til, at broyta leistin í 2.deild, so tær eisini spæla 11 móti 11. Hartil skal navnið broytast til 1.deild. Siðani skal spælast um upp- og niður­ flyting. Eisini er ætlanin, at kapp­ ing­in skal styttast. Ynski er at landskappingin skal byrja í fyrstu viku í apríl, at summar­ ferian verður stytt niður í fýra til fimm vikur og at kappingin endar í seinasta lagi 1. oktober. Mælt veðrur eisini til, at Fót­bóltssambandið skal áseta dómarar til bæði Betri deildina og 1.deild. Kvinnufótbóltur skal mennast Á eftirmetingarfundinum komu venjararnir eisini við nøkr­um øðrum uppskotum. Eitt av teimum er, at eftir­met­ ing­ar­fund­urin hjá Fótbólts­ sam­bandi­num verður deildur upp í tvey, so at mans- og kvinnu­fót­bólt­ur verður um­ rødd­ur hvør sær. Ynskt verður eisini, at sam­ skiftið við lands­liðs­venjar­ arnar verður betri í samband við landsliðsúttøkur, og at før­oyskur fótbóltur fær tvey UEFA-pláss. Sagt verður, at ynskið er at gera kvinnufótbólt meiri spenn­andi, og harvið fáa fleiri kvinnur at spæla fótbólt. Tey, sum hava skrivað undir uppskotið eru, Matthias David­ sen og Sunnuvá Vesturdal úr EB/Streymi/Skála, Allan Dybc­ zak og Niels Petersen úr HB, Poul Helgi Jacobsen og Svenn Olsen úr ÍF/Víkingur, Alex­ andar Djordjevic úr KÍ, Súni Ol­sen úr B36 og André Olsen úr B68. FÓTBÓLTUR Kvinnufótbóltur: VILJA BROYTA LANDS­ KAPP­INGINA OG ELSTA UNGDÓMSBÓLKIN Allir venjararnir í betri deildini hjá kvinnum hava lagt fram uppskot, sum skal styrkja føroyska kvinnufótbólt. Bæði ítróttarliga og miðlingini av kvinnufótbólti